fríggjadagur 7. apríl 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 70 - 7. apríl 2006
Ongin endi tykist
vera á hugskotunum
aftanfyri hondgjørdu
lutirnar, sum eru
at finna í Jamm í
Klaksvík. Og vilt tú
gera títt heilt egna
hugskot til veruleika,
eru tær báðar Meiken
og Ása fúsar at átaka
sær uppgávuna
Hondarbeiði
Elin Neshamar
praktikantur
Stutt fyri jól lat ein sera
forvitnisligur handil upp í
Klaksvík. Tað eru tær báðar
Meiken Steinberg og Ása
Justesen, sum reka handilin
Jamm, har allar vørurnar eru
hondgjørdar, og tú neyvan
finnur tvær av sama slagi.
Hugskot í bíðirøð
Tað tykist, sum at ongin endi
er á hugskotunum til nógvu
hondgjørdu lutirnar, sum eru
at síggja í Jamm. Her finnur
tú alt frá taskum úr troli og
smúkkum úr glasi til pløgg
og sera øðrvísi páskapynt.
Tað eru Ása og Meiken, sum
gera teir flestu av lutunum,
men frætta tær um onkran, ið
framleiðir okkkurt serstakt,
taka tær fegnar ímóti.
Spurdar, um tær ongantíð
verða tómar fyri hugskot,
siga Meiken og Ása, at tað
heldur er tvørturímóti.
– So skjótt eg eri liðug
við ein lut, standa hundrað
onnur hugskot og bíða. Og
hugskotini koma allastaðni
frá. Um eg til dømis síggi
eitt spennandi slag av toyi
ella ein øðrvísi knapp, síggi
eg skjótt fyri mær, hvat
hetta møguliga kundi verði
brúkt til, sigur Meiken. Tað
er Meiken, sum fæst við
lutirnar, sum eru úr ull og
tógvi, meðan Ása fyri tað
mesta seymar.
Fólk tora væl
Tað skerst ikki burtur, at
nógv av pløggunum í Jamm
eru so sermerkt, at øll neyv
an høvdu torað at gingið í
teimum. Ása heldur tó, at
fólk tora nógv betri enn hon
hevði vænta, tá tær byrjaðu
við handlinum.
– Tá fólk fyrst hava keypt
okkurt her í Jamm eina ferð,
koma tey ofta aftur. Eisini
fyri at bíleggja okkurt, sum
er gjørt eftir teirra persón
liga sniði. Sjálvt um tú, í
vanligum handlum kanst
keypa klæðir í tíni stødd, er
tað ikki vist, at tey sita, júst
sum tey skulu, tí fólk eru so
ymisk, sigur Ása.
Umframt at fáa seymað
klæðir eftir máti, kanst tú
eisini koma inn á gólvið í
Jamm við einum hugskoti og
fáa Ásu og Meiken at gera
lutin ella plaggið.
Tær báðar eru rættiliga
sannførdar um, at tað trýtur
ikki við áhugaverdum hug
skotum millum fólk, men
at nógv kanska aftra seg
við at fara í holt við tað.
Tí fara tær eisini at bjóða
fólki skeið í teimum ymsu
hondarbeiðsteknikkunum,
um áhugi vísir seg at vera
fyri tí.
So er tíð at fáa ferð
á hugflogið og stokk
arnar, so tú kanst
vera við í skóleista
kappingini hjá Jamm
í Klaksvík
Skóleistakapping
Elin Neshamar
praktikantur
Sum eitt sera øðrvísi átak
skipa tær báðar Meiken og
Ása í Jamm nú fyri skó
leistakapping. Hetta ikki
bert fyri at skaffa nýggjar
uppskriftir, men eisini fyri
at varpa ljós á skóleistar,
sum eitt heilt serføroyskt
fyribrigdi.
Partur av
mentanararvinum
Ása greiðir frá, at hóast
skóleistar kanska ikki upp
runaliga eru úr Føroyum,
eru tað næstan bert føroy
ingar, ið hava hildið fast
við henda fjálga fótbúna.
Allir føroyingar vita, hvat
skóleistar er fyri nakað,
men soleiðis er ikki í
øðrum londum, og tí er
sera sjáldan tú finnur upp
skriftir til skóleistar í ymsu
bindibókunum. Bert fáar
kvinnar her heima hava
skrivað nakra skóleista
uppskrift niður, so kappingin
er eisini sett í verk fyri betri
at varðveita hendan partin av
okkara mentanararvi.
– Um tú til dømis spyrt
eina konu, hvat fyri skó
leistar hon bindur, sigur hon
óivað, at hon bara bindur
“vanligar” skóleistar, hetta
hóast næstan eingin bindur
teir somu, sigur Ása. Hon
leggur afturat, at um tú í
dag fert inn í eina bindibúð
og biður um eina uppskrift
til skóleistar, so hava tey
kanska bert ta einu. Ætlanin
við kappingini er so at fáa
ymsu modellini fram, og
síðani skriva uppskriftirnar
niður og geva fólki høvi at
keypa tær. Hetta sjálvandi
í tann mun, luttakararnir í
kappingini vilja tað.
Stórur áhugi
Fyri tíðina binda føroyskar
kvinnur nógv, men tað tyk
ist sum tað er serliga tað
eldra ættarliðið, ið bindur
skóleistar. Ása og Meiken
vóna, at fáa so nógv ymisk
sløg av skóleistum inn til
kappingina, sum til ber.
Summir skóleistar eru fínari
enn aðrir, summir eru sera
stuttligir og litfagrir og bara
hugflogið setur markið fyri,
hvussu teir skulu síggja út.
Skóleistakappingin byrj
aði 1. mars, og er áhugin
sera stórur. Luttakarar
eru úr øllum landinum, til
dømis ringdi ein kona úr
Suðuroy at frætta meir um
kappingina, meðan vit vóru
inni í handlinum.
At enda siga tær báðar,
at onki skóleistapar verður
sýnt fram áðrenn nakað
annað – øll verða tey hongd
upp í senn.
Seinasta freist at lata
skóleistar inn er leygardagin
15. apríl, og verður vinnarin
funnin við atkvøðugreiðslu
millum kundarnar í handl
inum.
Okkurt
serstakt
frá Jamm
Forvitnislig skóleistakapping
Í løtuni finst bert hendan eina uppskriftin til skóleistar. Ása og
Meiken vóna, at skóleistakappingin fer at økja munandi um
úrvalið av uppskriftum
Ása og Meiken,
sum reka Jamm í
Klaksvík, gera eisini
sjálvar teir allarflestu
av lutunum í
handlinum. Eisini
fara tær fegnar
undir góð hugskot
hjá øðrum, um fólk
ynskja tað
Fingradukkur, eggjahitarar,
húgvir og breyðhaldari er
bara eitt sindur av tí sera
forvitnisliga páskapyntinum,
ið er at fáa í Jamm