fríggjadagur 7. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 7. apríl 2006
9
Seinnapartin í dag
letur upp ein for
vitnislig framsýning
við føroyskum og
pakistanskum listar
verkum.
Endamálið er at savna
pening til ein kristnan
lærusveinaskúla í
hesum fjarskotna mus
limska landinum.
Framsýning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Pakistan: Tað er ikki á
hvørjum degi, at høvið er at
síggja 35 føroysk listarverk
og fleiri listarverk úr fjar
skotna landinum Pakistan á
einum og sama staði.
Hetta sjáldsama høvið
verður kortini høvið at
síggja í Smiðjuni í Lítluvík
hesar komandi dagarnar.
Her framsýna 15 føroysk
listarfólk nøkur av verkum
sínum sum ein stuðul til
ein lærusveinaskúla, sum
ætlanin er at gera í Pak
istan.
Tvey av fólkunum aftan
fyri hesa forvitnisligu fram
sýningina eru hjúnini Gvøðny
og Janus Gunnarsson.
– Eg hevði gingið og
hugsað um hetta í eina tíð. Og
tá eg so legði ætlanir mínar
fram fyri Eli Smith, var hann
beinanvegin við uppá tað.
– Men, at vit skuldu fáa so
nógv onnur listarfólk aftrat,
– ja, tað hevði eg als ikki
væntað, sigur ein ovurfegin
Janus.
Hann var fyrrapartin í dag
fult upptikin við at rigga til,
soleiðis at øll hesi mongu
og ymisku listarverkini
kundu fáa hóskandi pláss í
Smiðjuni.
Framsýningin letur upp
kl. 15 og verður opin allar
dagarnar fram til týsdagin í
næstu viku.
Brenna fyri Pakistan
Í løtuni ganga Gvøðny
og Janus á Birmingham
christian College, har tey
lesa gudsfrøði.
Skal nakað sigast um tey,
so má tað vera at tey brenna
fyri missión – at fólkið í
Pakistan eisini skal kunna
hoyra gleðiboðskapin um
Jesus.
Til hetta krevst sjálvandi
peningur, og ein part av
hesum vænta tey at fáa
við søluni av øllum hesum
listarverkunum í Smiðjuni.
Tað sum ger framsýningina
enn meiri forvitna er, at tað
hevur eydnast teimum at fáa
fleiri lsitarverk úr Pakistan
við. Her verður tí møguleiki
at síggja, hvussu listarfólk
í hesum asiatiska landinum
úttrykkja seg.
Fyrr í ár varð skipað fyri
eini stuðulskonsert í Havn
við sama endamáli, og kom
eisini væl av peningi inn til
ætlaða lærusveinaskúlan við
hetta høvið.
– Vit umhugsa eisini møgu
leikan at føroyingar kunnu
gerast “adoptiv-foreldur”
fyri onkran av næmingunum
á hesum skúlanum, sigur
Janus Gunnarsson.
Forfylgd
Í eina tíð hevur kristiligi
felagsskapurin
“Sam
verkamenn” arbeitt við
hesi ætlanini um ein læru
sveinaskúla í Pakistan.
Tey hava m.a. sæð ein tørv
á at geva teimum kristnu
pakistanarunum undirvísing í
Bíbliuni. Hesi fólkini eru ofta
fyri stórum trýsti frá øðrum
fólkum í hesum muslimska
landinum. Tí er neyðugt at tey
eru tilvitað og upplýst um ta
kristnu trúnna.
Miðað verður síðani eft
ir at hesir næmingarnir
sjálvir fara víðari út við
gleðiboðskapin og tí teir hava
lært á lærusveinaskúlanum.
Hinvegin so er ætlanin
eisini at geva teimum
undirvísing í evnum, sum
ikki beinleiðis eru bíbilsk,
t.d. fyrstuhjálp.
Ætlanin er at fáa eitt
ávíst tal av kvinnum og
monnum at koma saman til
undirvísing. Í fyrstu syftu
verður hetta á ymiskum
støðum, men óhugsandi er
ikki at ein við tíðini fer at
leiga sær eisini hús til hetta
endamálið.
List fyri skúla í Pakistan
15 listarfólk
á sama staði
Tað hevur eydnast
fyrireikarunum
at fáa fatur á
15 ymiskum
listarfólkum
at stuðla
framsýningina.
Hesi 15 listarfólkini eru
hesi:
Eli Smith
Kári Svensson
Eyðun av Reyni
Edith Mørkøre
Hedvig Johansdóttir
Ásla Rannvá Svensson
Hermund Zachariassen
Finnleif Mortensen
Sigrun Niclasen
Poul Skarðenni
Ólavur á Váli
Petur Prent
Kristfríð Tyril
Astrid Mouritsen
Tummas Jákup Thomsen
Føroysku hjúnini Janus og Gvøðny Gunnarsson brenna fyri fólkinum í Pakistan. nú eru tey m.a. stigtakarar til eina forvitnisliga
framsýning av føroyskum og pakistanskum listarverkum í Smiðjuni í Lítluvík
Mynd: Jens Kr. Vang
Klaksvíkar býráð
samtykti á fundi
í gjárkvøldi
eina tillaging
til ta komandi
miðbýarætlanina.
Hetta er eitt
týdningarmikið stig
á leiðini til tað, sum
skal gerast ein stórur
handilsdepil og
kongresshøll í okkara
næststørsta býi.
Seinni í mánaðinum
verður meiri at frætta
um hetta.
Handil
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Eitt av málunum
á skránni til býráðsfundin
var ein útstykkingarætlan
fyri miðbýin í Klaksvík.
Ætlanir eru frammi um at
útvega norðoyingum – og
annars gestum úr øllum land
inum – møguleika at sleppa
til handils í einum stórum
depli mitt í høvuðsstaði norð
oyinga.
Ætlanir um slíkar deplar
hava verið frammi áður,
men higartil eru hesar ikki
framdar í verki.
Teir ið standa aftanfyri
hesa ætlanina eru sannførdir
um, at nú skal tað verða!
Framløga í næstum
Nógv viðurskifti eru longu
fingin uppá pláss, m.a. er
samband fingið eitt danskt
ráðgevingarfelag.
Enn vantar kortini nakað
í, til tann samlaða ætlanin
kann verða løgd fram fyri
almenningin.
– Men vit miða eftir at
leggja hesa stóru og spenn
andi ætlanina fram áðrenn
Norðoyatunnilin letur upp,
sigur ein av stigtakarunum,
Óli Marnar Christiansen í
Klaksvík við Sosialin.
Undan býráðsfundinum
í gjárkvøldið tóktist breið
semja at verða í býráðnum
um hesa ætlanina.
Á fundinum varð so tann
neyðuga tillagingin av ætl
anini tí eisini samtykt.
Eitt stig nærri handilsdeplinum
Nú nærkast stóra handilsdeplinum í miðbýnum í Klaksvík