Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 70 - 7. apríl 2006 Er tað veruliga nakar vandi á ferð fyri tað, um 16 tons av dynamitti standa í eini bingju á molanum í Havn í tveir mánaðir? Hendan áhugaverda spurningin reisir Dimmalætting á forsíðuni og í oddagreinini í gjár. Blaðið staðfestir, at als eingin vandi var á ferð. Hetta sigur ein spreingi­meistari fyri blaðnum, sum tí staðfestir, at fjøl­miðla­øsingin, sum útvarpið hevur staðið á odda fyri, var eitt dømi um at fjølmiðlarnir fara í sjálvsving – í hesum føri saman við Arbeiðseftirlitinum. Tað er nú rættuliga áhugavert at umrøða hugtakið »at fara í sjálvsving«. Hetta er eitt rættuliga kent fyribrigdi, at journalistar liva seg so nógv inn í eitt ávíst evni, at tað skuggar øllum øðrum – at tíðindaviðgerðin fer út av proportiónum. Slík dømi hava vit úr kringvarpinum og úr bløðunum við, har lurtarin og lesarin skilir, at tevjanin eftir at fáa spakan undir onkran hevur størri týdning enn at seta tíðindi í perspektiv. Tá miðlar soleiðis koyra tíðindi út av proportiónum, so fylgja ofta onnur við og taka uppaftur »mistakið« hjá einum miðli sum sannleika. Eitt mál, sum hevur fylgt nógv í miðlunum seinastu vik­ una, er sølan av Sosialinum. Her verður hugsað um við­ gerðina, sum eitt nú Dimmalætting hevur havt av leik­lutin­ um hjá leiðslu og starvsfólki á Sosialinum sum keyparar av fyritøkuni. Blaðkvinnan, sum viðgjørdi hetta málið, hevði fleiri faktu­ ellar feilir í síni grein. »Onkur« hevði sagt henni, at tað bara vóru blaðstjórarnir og nøkur fá útvald, sum sluppu at keypa. Hendan »onkran« trúði hon so nógv uppá, at hon ikki helt tað verða neyðugt at spyrja t. d. annan av blaðstjórunum ella onkran av starvsfólkunum, um tað nú var rætt. Hon segði eisini, at tilboðið frá blaðstjórunum varð latið seljaranum dagin eftir, at blaðið varð lýst til sølu. Hon trúði so nógv upp á hetta, at hon ikki helt tað vera neyðugt at spyrja t. d. blaðstjórarnar um hetta var satt. Slíkt sigur nógv um journalistiska støðið. Slíkt er at brongla veruleikan – tilvitað! Tí hvørgin pástandurin var sannur. Vit kunnu sjálvandi ikki pástanda, at enda­málið var at seta kílar ímillum starvsfólk og leiðslu á Sosialinum, men tankin er ikki fjarur. Kanska er tað rætt, at útvarpsmanningin og manningin á Sosialinum ikki hevur skil fyri dynamitti. Men strongu krøvini um varðveitslu av spreingievni benda kortini á, at ein ávísur vandi er á ferð, tá 16 tons av dynamitti – uttan nakran góðan – stenda millum trukkar og kranar á molanum í Havn. Hvussu álvarsligt røttu myndugleikarnir meta hetta, frætta vit helst nærri um. Men tað er gott, um miðlarnir oftari kunnu taka í egnan barm og gjølla meta um, hvørt tíðindini verða sett í rætt perspektiv. DAGSINS MEINING Sosialurin Fjølmiðlasiður og fremstifingur VIÐMERKINGAR Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Hvussu arbeiðir Skipa­eft­ir­ litið við manningum, sum til dømis útskriving av und­ antaksloyvum? Hvør hevur eftirlit við Skipa­eftir­litinum. Er hettar eftirlit til?? ella svev­ur hettar eftirlit bara. Tað er eina ferð blivið sagt, at Fiskimálaráðið og Skipaeftirlitið leggja stóran dent á eitt tætt,ckonstruktivt og mennandi samstarv við m.a. avvarðandi sjó­manna­­ fe­­løg, reiðari og sjó­vinnu­ aktørarnar. Samstarvið má tó fara fram á einum sak­lig­ um grundarlagi og um­vegis røttu samstarvs –og sam­ skiftis umboðum. Er tað blivið soleiðis, at fólk kunnu ganga inn og út vestri í Vágunum og fáa akkurát tey manningarskjøl, sum teimum lystir? Ella sum dømi er um, at undantaksloyvir skriv síðst 2005 ikki verða send við­ komandi pørtum til kunn­ leika fyri enn í mars 2006? Hendan málsviðgerðin lýk­ur ikki treytirnar í fyri­ sitingarlógini og heldur ikki málsetningin oman fyri, men hendan lov er nokk ikki galdandi fyri Skipa­eftir­ litið. Tykist mær, sum at tað er bert manningarfeløgini, sum skulu kæra allar avgerðir til sjóvinnuráðið. Tað kann nú ikki verða rætt Óla Hans . Ella er tað virkuliga so, at er tú reiðari, ja tá er bara ein telefonsamrøða nokk til at fáa broyt eitt manningarsjal, og óneyðugt er at brúka kæru­ møguleikan. At grundgeva fyrri sinum avgerðum er ikki neyðugt, ongin opinleiki. Fyrisitingarlógin er ikki til fyri Skipaeftirlitið, Vit hava nú eisini lóginar hjá Aksel Sandemose. Er tað virkuliga soleiðis Óla Hans, at avgerðir í Sjó­ vinnuráðnum kunnu broytast við einum pennastroki vestri í Vágum? Er tað meiningin hjá Skipa­eftirlitiðinum at undir­ grava alt sum eitur virðing fýri útbúgving. Tað kann ikki vera rætt, men er nokk meiningin, tá eru fólk nemm­ ari at kontrollera. Hvussu við Løgtingslóg um manning av skipum, sum skuldi lirkast í gjøgnum Løgtingið undir páskot av, at Islandssáttmálin kravdi tað? Hvør hevur gjørt hesa lov? Sjómannafeløg hava ikki veðri við. Er tað so, at umsitingin sjálv ger tær lógir sum hon sjálv skal umsita Fái meg ikki at trúgva at tað er so? Ella er tað so??? Mær vitandi er Skipa­eftir­ litið ein eftirlitsmynduleiki, sum hevur til uppgávu at síggja til, at lógir og regl­ ur verða hildnar, men kann ikki lata vera við at hugsa tankan um, hvussu nógv­ um kaskettum, teir eru út­­gjørdir við, tí viðhvørt bland­­ar Skipa­eftir­litið seg upp í útbúgv­ingar, og aðrar tíðir gongur hettar eftirlit á odda fyri broytingum í manningarásetan uttan hald­ góðar grundgevingar. Er tað so, at tá ongar mill­umtjóða sáttmálar eru galdandi fyri Fiskiskip,tá kann trygdin liggja á einum sera lágum støði??? Jákupsstova 6. apríl 2006 Fimmarin, sum er umboð­ aður av niðanfyristandi fakfeløgum Ergoterapeutfelagið Føroyskir Fysioterapeutar Bioanalytikarafelagið Ljósmøðrafelag Føroya Kost- og føðslufelag Føroya Almanna- og heilsurøkt­ ara­felagið varpar í við­ merk­ing í bløðunum ljós á hend­an spurningin. Hes­in problematikkur er við­kom­andi fyri nógv­ar aðrar fakbólkar í før­oyska heilsuverkinum. Sjúkrarøktarfrøðingar eru sum er leiðarir á at kalla øll­um økjum innan fyri heilsu­verk­ið – eisini hjá øðrum fakbólkum, tvs. tær eru sum fakbólkur longu yvirumboðaður viðvíkjandi møguleika fyri at hava ávirk­ an innan heilsuverkið. Tað er avgerðandi fyri eina góða tænastu innan heilsu­ verkið, at dentur verður lagd­ur á fakligt fjølbroytni. Tí er tað týdningarmikið, at fleiri faklig sjónarmið eru umboðað, tá framtíðarætlanir verða lagdar innan heilsu­ verkið. Sum forkvinnan í Almanna- og heilsurøktarafelagnum eis­ini ger vart við, hev­ur for­kvinnan í Sjúkra­røkt­ arafelagnum, í sínum út­søgnum higartil víst lítla virð­ing fyri øðrum fakbólk­ um innan heilsuverkið. Hetta eru tíverri eisini okkara royndir. Út frá omanfyristandandi kunnu vit í nógvum førum taka undir við sjónarmiðun­um hjá forkvinnuni í Almanna- og heilsurøktarafelagnum og vilja vit somuleiðis heita á tey, ið varða av heilsu­verk­ inum, um at loyva øðrum viðkomandi fakólkum at vera við í tilrættisleggjanini av heilsverkinum. Bert soleiðis tryggja vit, at allar eindir í føroyska heilsuverkinum fáa best hóskandi fakbólkar í starv, so at tilfeingið verður nýtt á skilabestan hátt. Til Fiskimálaráðið og skipaeftirlitið Næstformaður MF Páll Hansen Skal ein fakbólkur seta dagsskránna í heilsuverkinum – enn einaferð