fríggjadagur 7. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 7. apríl 2006
11
Lítið ungmannafelag
við stórum ætlanum
Hetta vikuskiftið
verður eins og
undanfarin ár árliga
framsýningin hjá
Tórshavnar Kvøld-
og Ungdómsskúla
í Eysturskúlanum í
Havn.
List
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Allan vetur hava 3000
næmingar arbeitt dúgliga
á ymisku verksmiðjunum,
sum Tórshavnar Kvøld-
og Ungdómsskúli hevur
boðið fram í ár. Hetta
vikuskiftið
verður
endabresturin við eini
fjølbroyttari framsýning í
Eysturskúlanum, har um
1000 næmingar frá kvøld-
og ungdómsskúlanum
luttaka. Jóhannes Eli
Iversen, stjóri, sigur, at
vónirnar til framsýningina
eru góðar:
– Vit fara at seta
framsýningina
upp
seinnapartin og í kvøld. Vit
hava lagt alt væl til rættis,
og eg vænti, úrslitið verður
framúr.
Á framsýningini í ár
verða, umframt alskyns
tekningar,
handverk,
fotomyndir o.a., somu-
leiðis
fjølbroyttar
tónleikaframførslur.
Eitt nú spælir Havnar
Hornorkestur, barnakóri
Dropar við Sigrið Sivertsen
og bólkurin Bendarspónir
við Karl A. Klein á odda:
– Vit ætlaðu at hava
fleiri konsertir á skránni,
men nógv eru longu farin
í páskafrítíð, so tað bar
ikki til. Men sum nakað
serligt, hava vit í ár
tekningar og málningar við
á framsýningina, ið ung frá
Tórshavnar Listaskúla hava
framleitt, sigur Jóhannes
Eli Iversen at enda.
Framsýningin verður
fyri almenninginum ley-
gardagin og sunnudagin
frá
klokkan
14
og
fram til klokkan 19 í
Eysturskúlanum í Havn.
Skrá:
Leygardagin 8 apríl:
Kl. 14.00 Framsýningin letur upp
Kl. 14.10 Barnakórið Dropar við Sigrið Sivertsen
Kl. 15.00 GHM viðAndreu Hendriksdóttir
Kl. 19.00 Framsýningin letur aftur
Sunnudagin 9 apríl:
Kl. 15.00 Havnar Hornorkestur við Ova Olsen
Kl. 16.00 Kórið Sólarmagn við Fróða Sandoy
Kl. 17.00 Bendarspóni við Karl A. Klein
Kl. 19.00. Framsýningin letur aftur
1000 næmingar
sýna list fram
FAKTA
Nú mánadagin verður
høvi hjá gentum í aldurs-
bólkinum 14-17 ár at fara
til upptøkuroynd til eina
foto-filmsverkætlan hjá
Marionnu Mørkøre og
svensku myndakvinnuni
Mariu Arnell.
Marianna er upprunaliga
útbúgvin innan Fashion
Promotion í London, men
hevur arbeitt nógv innan
videofilmslist í Týsklandi,
Kanada og Danmark – eitt
nú í samstarvi við Rannvá
Káradóttir og Andras
Olsen. Maria Arnell er
útbúgvin fotografur í
London.
– Hóast stórur dentur
verður lagdur á klæðini í
hesi verkætlan, er hetta tó
ikki ein vanlig mótaseria.
Talan er um eina svart-
hvíta myndarøð, har dentur
verður lagdur á at skapa
eina grafiska surrealistiska
kenslu. Hetta verður gjørt
við eitt nú einføldum,
statiskum rørslum. Sum
eina roynd at arbeiða við
gomlum filmsformatum
verður eisini tikið upp við
Super8 filmsmyndatóli,
siga tær báðar.
Upptøkuroyndin verður
hildin í fimleikarhøllini
í Sankta Frans Skúla,
mánadagin klokkan 14
og fram til klokkan 17.
Genturnar skulu møta
uttan make-up. Nærri
fæst at vita hjá Marionnu
Mørkøre á tlf. 508246.
- horsdal
Upptøkuroynd til
foto-filmsverkætlan
Í døgunum 26-28. juni
verður ein spennandi
ungdómstúrur
umborð á Norrönu.
Í hesum døgum
leggur Elin Hentze
í Stórustovu,
samskipari, saman
við Smyril Line
seinastu hond á
alskyns tiltøk, ið
verða á skránni á
ungdómstúrinum.
Ungdómstúrur
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Hetta er triðju ferð Smyril
Line skipar fyri slíkum
ungdómstúri. Í fjør var
túrurin í skúlatíð, men í ár er
hann á skránni júst tá skúlin
er liðugur:
– Á henda hátt kunnu øll
fara róliga avstað, tí tá eru
próvtøkurnar lidnar, skúlin
liðugur og summarfrítíðin
byrjað. Tað er vert at
hátíðarhalda, sigur Elin
Hentze í Stórustovu.
Elin váttar somuleiðis,
at fyrireikingarnar ganga
sera væl, men at enn eru øll
tiltøkini ikki kunngjørd:
– Vit hava longu avdúkað
nøkur tiltøk, men í næstum
fara vit at avdúka enn fleiri
spennandi tiltøk, sigur Elin
og leggur afturat, at umborð
á hesum ungdómstúrinum
nýtist ongum at keða seg:
– Tað verða tiltøk á skránni
allan túrin. Um dagin fara eitt
nú bólkar og einstaklingar
at spæla í uttandurabarrini
–
Skybarrini,
Saranja
Hammer fer at undirvísa í
‘kickboksing’ og aerobic á
dekkinum, og í Skybarrini
fer hon at undirvísa í
salsa. Eisini verða tvær
hárfríðkanarkvinnur við
umborð, ið eitt nú fara
at sveisa hár í alskyns
litum uppí. Og til teirra,
ið ynskja at taka sær av
løttum um dagin, verður ein
vakurleikafrøðingur, sum
fer at gera andlitsviðgerðir
og at leggja make-up. Um
kvøldið frá klokkan 21 og
út á morgunin verður eitt
rimmar gildi við eitt nú
Showmonnum, DJ Tummix,
Skunk og øðrum.
16 ára aldursmark
Á ungdómstúrinum er 16
ára aldursmark, og øll ung
undir 18 ár skulu hava váttan
frá foreldrum/verja fyri at
kunnu luttaka á túrinum:
– Vit leggja stróran dent á
at skipa túrin 100% áðrenn
vit fara avstað - eitt nú
koma nóg mikið av vaktum
og starvsfólkum við, leggur
Elin at enda afturat.
Í løtuni ber til at bíleggja
sær ein ferðaseðil til
ungdómstúrin fyri bert
370 krónur. Prísurin er
galdandi fyri eitt ferðafólk í
couchettu, men eftir 15. mai
kostar ferðaseðilin meira.
Siglandi festivalur
Elin Hentze í Stórustovu
Ungmannafelagið
Súlan í Mykinesi
hevur bert 43 limir.
Men hetta forðar
teimum ikki í at
leggja ætlanir fyri
framtíðina.
Felagið ætlar
nevniliga at seta
gomlu dansistovuna
í bygdini í
upprunaligan stand.
– Vit ynskja at virka
fyri samanhaldi
í bygdini, sigur
formaðurin, Katrina
Johannesen.
Felagsarbeiði
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Mykines: Hesar ætlanir
vórðu lagdar fram fyri
aðalfundin í felagnum
týsdagin í hesi vikuni.
Umframt val av nevnd,
so varð eisini tosað um
ta gomlu dansistovuna í
bygdini, sum man treingja
til eina kæra hond.
Aðalfundurin samtykti tí
eisini, at henda dansistovan,
sum felagið eigur, skal setast
í upprunaligan stand.
– Vit fara nú at endurreisa
hana, soleiðis at hon aftur
kann gerast eitt aktiv í
bygdini.
– Harvið kann hon
eisini gerast ein partur av
mentanarlívinum í Mykinesi,
sigur forkvinnan í Súluni,
Katrina Johannesen.
Í felagnum eru 43 limir.
Felagið hevur ikki verið so
virkið í longri tíð, men nú
er kortini nógv sum bendir
á, at okkurt fer at henda í
felagnum í framtíðini.
Felagið hevur søkt Sørvágs
kommunu um stuðul til
hetta. Málið var fyri á
seinasta fundi, men eingin
støða varð tikin til hesa
umsóknina, tí fíggjarnevndin
hjá Sørvágs kommunu mælti
til at beina málið aftur í
trivnaðarnevndina.
Byrja á einum staði
At felagið ikki hevur verið
so virkið tey seinnu árini er
ikki uttan orsøk: Fólkatalið í
bygdini er minkað nógv og tí
eru fá fólk eftir í oynni.
Á útoyggjum er virksemið
ofta sera lítið, og smittar
hetta so aftur av uppá
felagsvirksemið á staðnum.
– Við at seta dansistovuna
í stand kann felag okkara
hava eitt høvi at gerast virkið
aftur.
– Og nú er so ætlanin at vit
byrja við dansistovuni, sigur
Katrina Johannesen.
Hon vissar tó um, at
felagið hevur aðrar ætlanir
enn bert hetta. Umhugsað
verður at skipa fyri ymiskum
tiltøkum og at luttaka í
virksemi saman við hinum
útoyggjunum.
Styrkja samanhaldið
Ungmannafelagið Súlan
varð stovnað í 1945, og er
endamálið at varðveita og
lívga um føroyskar siðir og
minni.
Endamálið er eisini at
arbeiða fyri upplýsing og
framburði, at skapa meiri
samanhald og samvirkan
millum
ungdómin
í
bygdini.
Hinvegin
so
miðar
arbeiðið somuleiðis ímóti at
geva limunum høvið at seta
fram hugsan sína í talu og
skriving, so teir mentanarliga
gerast meiri búnir.
Ein slík orðing er ikki
øðrvísi enn hjá øðrum
slíkum ungmannafeløgum,
sum vórðu stovnað í 1890-
árunum. Men í Mykinesi
gekst ikki eftir ætlan.
Sum fráleið sovnaði
felagið, men ikki heilt: Í
1990 tóku ungfólk í bygdini
stig til at fáa felagið virkið
aftur.
Endamálið var at fáa lív
aftur í frítíðarvirksemið í
bygdini og at savna pening
at endurreisa dansistovuna.
Í dag eigur felagið 30.000
kr. á bók.
– Vit vóna, at felagið kann
virka fyri at samanhaldið
millum bygdarfólkið og tey
sum vitja í bygdini verður
styrkt.
– Okkara ynski er eisini
at samstarva við onnur
ungmannafeløg - og
sjálvandi at vit fáa fíggjarliga
undirtøku til ætlanina við
dansistovuni, sigur Katrina
Johannesen.
Mykinesfólk hava ikki mist vónina um framtíðina hjá bygdini.
Ætlanin er nú at savna fólkið til mentanarligt arbeiði og at
endurreisa dansistovuna