Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 70 - 7. apríl 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Fyri tveimum vikum síðan vitjaðu borgarstjórar og kommunustjórar úr KSF á árliga formansfundinum hjá Kommunu­ samskipanini í Norra á formansfundi í Oslo Tíðindaskriv Á árliga formansfundinum hjá Kommunusamskipanini í Norra, KS, luttóku eis­ini borgarstjórar og komm­unu­ stjórar frá KSF úr Føroyum. Í alt 12 luttakarar úr Klaksvík, Runavík, Fuglafirði, Vági og Tórshavn. Fundurin var í Oslo, har umleið 400 fólk luttóku. Nógv aktuel mál vóru á skránni, har borgarstjórar úr øllum Norra høvdu møguleika at siga sína hjartans meining um nógv lands- og kommunumál. Millum annað vóru út­javning, kommunu­saman­ legging, eldraøki, barna­ ansing og umhvørvismál á skránni. Hesi mál góvu eina góða ábending um støðuna, sum er í Norra í dag, og hvat ætlanin er at fremja í komandi tíðum. Høvuðstalarin var sjálv­ ur statsministarin Jens Stoltenberg. Hann lov­aði meira pening til komm­un­ ur­nar, men setti eisini størri krøv. Stjórnin hevði lagt linj­unar, og skuldi hetta eydnast, mátti eitt størri samstarv verða millum stat og kommunu. Hetta tóku flestu borgar­ stjórar í Norra undir við og sóu fram til stóra menning á kommunala økinum. Undir fundinum nýtti Statsministarin Jens Stoltenberg høvi til at heilsa uppá sín partífelaga Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavn. Føroyingar vitjaðu á formansfundi í Oslo Statsministarin Jens Stoltenberg heilsar uppá Heðin Mortensen borgarstjóra Tað lotar úr Eysturskarði um garðarnar, Onghamar og Svarthamar. Tað skyggir í gluggakarmi og á rygggásum um tann víða fjørð nú Jenny drotning av Bakkanum er eitt ár eldri enn í fjør. Hetta er tín dagur - ein áttatifimm ára løta, sum livir við tína hjartalund í døgum, vikum .... vár-, summar-, heystar- og vetrarstund Hetta var tín lívssproti at vera ein fitt og vinarlig koll´fjarðar - bakkakona, á Ovara vegi - hvørjum gerandisdegi - so skemtingarsom og hugfarslig. Tøkk fyri Hjartaliga til lukku Frits Leygardagin 8. apríl verður Jenny Petersen áttati fimm ár TíÐindaskriv Leygardagin verdur veitslu­ hýrur í Miðlon. Tað eru 8 handlar sum í felag eru farnir undir at halda eina stóra felags brúðarveitslu á torginum. Hetta er eitt tiltak, sum handlarnir eru farnir undir fyri at vísa hvussu ein brúð­ ar­veitsla kann haldast á allar besta hátt. Luttakandi handlar eru: Brúðarlín við nýggjastu mod­ ellum av brúðarkjólum, Teir & Tara við øllum til brúð­ gómin og Fríðkan fer at seta brúðarhár allan dagin. Inspiratión luttekur við borð­ dekkan, gávuhugskotum og kunning um hvussu ein kann gera ein elektroniskan ynskilista. Orkis hevur borðprýði, brúðarbukettir og annað verður sýnt fram. Elding kemur við gávu­ hug­skotum og Cafe A við leskiligum køkum. Kl. 13 og 15 verður live­tónleikur við Gunnar Guttesen á klaver og Kristoffur Mørkøre á bass. Væntað verður at nógv fólk fara at leita sær í Miðlon hendan leygardagin 8. apríl fyri at uppliva romantisku atmosferðina eina løtu. Opið verður frá kl. 10 til 17. Romantikkur í Miðlon Í sambandi við at 25 ára gamli føroyingurin Jan Joen­sen tók við sum leiðari av ”Brugsen í Terslev” á Sælandi, nærhendis Vord­in­borg, var móttøka í handl­ inum fyri jól í fjør. Omman í Havn var inni á redaktiónini á Sosialinum við hesi heilsan frá sær og abbanum Jan er føddur í 1980 í Havn, er sonur Irenu og Arna Joen­ sen, sum í 1986 fluttu inn til Kaldbak til teirra nýggja heim, sum tá bleiv liðugt. Ta fyrstu tíðina, til húsið bleiv liðugt, búðu tey hjá ommum og abbum í Havn og á Hvítanesi. Jan og systkini vóru tey fyrstu børnini, sum fóru í nýggja vøggustovu/barna­garð í Hoyvík. Jan gekk í skúla í Kaldbak, fekk góð­an karakter og var ein evnaligur drongur. Sum so mong onnur flutti fam­ ilj­an av landinum, niður til Dan­­markar í 1993. Jan gekk so síni síðstu barnaár í skúla í Stege á Møn, síðan í hægri handilsskúla í Vordingborg, har hann so bleiv liðugur í 2002. Sítt fyrsta starv fekk hann í »Super Brugsen« í Stege. Seinni fekk hann starv sum leiðari fyri frugt/grønt í Vord­ ingborg, og síðan fór hann víðari til ”Brugsen í Fakse”. Men sum Jan sjálvur sigur í samrøðu eina lokala avís, er tað avbjóðingin, sum fekk hann at skifta starv á heysti 2005 til leiðara í ”Brugsen í Terslev”. Hetta er ein heilsan til tín góði Jan. Hjartaliga tillukku og góða eydnu í framtíðini. Jan Joensen leiðari av »Brugsen i Terslev« 10. februar fingu Joan Poulsen úr Vági og Rasmus Frølund úr Keypmannahavn á Herlev sjúkrahúsi ein son sum vigaði 3300 gr. og var 53 cm. langur. 24. mars fingu Tanja og Fríðin Ziskason, Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 4400 gr. 31. mars fingu Durita Hansen og Niels Nolsøe Andreasen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3460 gr. 3. apríl fingu Maria og Viggo Johannesen, Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4260 gr. 4. apríl fingu Eyðgerð og Jógvan Kruse, Hósvík, eina dóttur. Hon var 50 cm. long og vigaði 3300 gr. 5. apríl fingu Leika Samuelsen, Sørvágur og Páll Hansen, Miðvágur, ein son. Hann var 57 cm. langur og vigaði 4350 gr. Brúdleyp Leygardagin 8. apríl kl. 12.00 giftast í Vesturkirkjuni Siri Òsá og Dan Sjóstein. Døgurði verður fyri innbodnum á Hotel Hafnia kl. 14.00. Vælkomst verður á Teigi 5, Tórshavn, eftir kl. 18.00. Leygardagin 8. apríl giftast í Rødovre kirkju, Siri Hauritz úr Sumba og Tue Falkenstrøm úr Brønshøj. Brúdleypsadr.: Elektravej 7, 2610 Rødovre. 80 ár Leygardagin 8. apríl verður Margit F. Durhuus, 80 ár. Dagurin verður hildin hjá Jóni og Sveu leygardagin kl. 18.30.