Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 7. apríl 2006 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Ovi Leo úr Vági andaðist á Suðuroyar Ellis- og Røktarheimi hósdagin 6. apríl, 87 ára gamal. Jarðarferðin verður lýst seinni. Kistan við Gerdu Dranga­ stein, Haldarsvík, fer úr Landssjúkra­hús­ kapellinum í kvøld klokkan 18. Jarðaferðin verður úr Haldarsvíkar kirkju leygardagin kl. 14. Tey, ið vilja minn­ ast Gerdu kunnu lata Haldarsvíkar kirkju eina peningagávu. Konta í Føroya Banka. Anna Maria Mikkelsen, vanliga nevnd Mia á støðini, Syrðugøta, fer til gravar úr Filadelfia leygardagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Miu, kunnu lata eina peningagávu til Filadelfia í Gøtu. Konta í Føroya Banka. Alice Hansen, Rituvík, andaðist í heiminum mikukvøldið 5. apríl, 70 ára gomul. Gerda Drangastein, Hald­arsvík, andaðist á Landssjúkrahúsinum mikudagin 5. apríl, 77 ára gomul. Farið verður úr Landssjúkra­ húskapellinum fríggja­ kvøldið kl. 18. Jarða­ ferðin verður úr Haldars­ víkar kirkju leygardagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Gerdu, kunnu lata Haldarsvíkar kirkju eina peningagávu. Konta í Føroya Banka. Bina Svartá, Saksun, andaðist á Lands­sjúkra­ húsinum mikudagin 5. apríl, 93 ára gomul. Andlát og jarðarferðir Tað kom mær dátt við at hoyra sagt. Osvald Hansen, meistari á SEV-verkinum ikki var millum okkum meira. Vit komu at kenn­ast á smiðjuni MEKA í Fugla­ firði, maskin­skúl­anum í Tórshavn, og A. P. Møller »Rosa Mærsk«. útisiglan. Osvald var maðurin sum var góður at spyrja til ráðs, svaraði spurningum skilliga, eg sigi fyri mín part skyld, Osvaldi fór eingin feil av í arbeiði. Tað er eingin ivi um, at Osvald hevði gjørt sína skyldu her á fold á ein og annan hátt. Vísti síni kynstir og dirvi í allar mátar. Eru dagarnir taldir – hvat so? Vónin er eftir, mótvind fær tú neyvan yvir lívsins hav. Góða heimreisu. Albert Osvald Hansen farin foldum frá Dagurin 8. apríl. Janus. Navnið er ókent í halgimannatali; sipar helst til ein Januaris í Suðuritaliu, sum varð tikin av døgum. Vens­ ceslaus Ulricus Hammersheimb doyði hendan dagin í 1909, og Kristian Osvald Viderø doyði hendan dagin í 1991. 9.apríl. Procopius. Talan er kanska um tann Prokorus, sum er nevndur í Ápostlasøguni 6,5. Segðist vera bróðursonur Stefans. 10. apríl. Ezekiel. Ein av teimum fýra stóru profetunum í Gamla testamenti. Navnið merkir Guð er sterkur. Tøkk Eina hjartans tøkk fyri sýnda samkensku, tá elskaði maður og pápi okkara Dánjal Petersen í Gerðinum Vestmanna doyði og varð jarðaður. Tøkk til tykkum á Hotel Tórshavn, B7 og Hæmatologisk ambl. fyri tykkara stóru umsorgan undir sjúkraleguni. Tøkk til Marjun Bæk fyri troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Til sangarar, berarar og urguleikarar, somuleiðis ein hjartans tøkk. Tøkk til tykkum sum sendu blómur, kransar og fjarrit. Eisini vilja vit veita eina hjartans tøkk til tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og sum stukku inn á gólvið. Somuleiðis ein hjartans tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu Dánjal til hansara seinasta hvíldarstað. Halbjørg og Súsanna Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu í stóru sorg okkara, tá høgt elskaði sonur okkara, beiggi, ommu- og abbasonur Ernst Wesenberg Sivertsen Hoyvík so tíðliga bleiv kallaður heim til Harran. Tøkk til Bergur D. Joensen prest, fyri troystarrík og góð orð í heiminum og kirkjuni. Tøkk til tykkum øll, sum bóðu fyri Ernst og okkum, tykkum sum vitjaðu okkum bæði á Ríkissjúkrahúsinum og heima, tykkum sum ringdu, skrivaðu og sendu heilsanir á ymiskan hátt. Tøkk til tykkum, sum gjørdu tað møguligt hjá okkum at verða heima við Ernst í millum viðgerðir og tað seinastu tíðina. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og vakran einstakan sang í kirkjuni. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur til Krabbameinsfelagið. Tøkk til tykkum øll, sum skipaðu fyri ervinum og hjálptu til við jarðarferðini, tykkum í Oasuni og ikki minst til Hoyvíkar Skúla. Hjartans tøkk øll somul. Tøkk til hvønn einstakan av tykkum í tí stóru mannfjøld , ið fylgdu Ernst á hansara seinastu ferð her á fold. Má Harrin signa tykkum øll. Familjunnar vegna Ann Mari, Hans Jákup, Rani, Andreas og Maria Tøkk Eg vil takka fyri sýnda samkenslu tá mín góði pápi og verfaðir, abbi og langabbi okkara Jakob Oluf Jakobsen vanliga nevndur Mester Fuglafjørður andaðist og varð jarðaður. Tøkk til tykkum, sum vóru í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til prest, kirkjutænarar, sangarar og øll tykkum, sum á annan hátt vóru um okkum, ein serlig tøkk til tín Anna. Vit takka fyri blómur, kransar og peningagávur til Parkinsonfelagið. Við ynski um einar gleðiligar páskir Birgit, Òla Chr., Súsanna, Njal, Poula, Bogi, Fríði og Jenny