fríggjadagur 7. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 70 - 7. apríl 2006
Í hesum døgum vitjar
ein stór sendinevnd
av íslendingum
landið. Talan er um
eini 70 umboð fyri
íslendskt vinnulív, við
forsætisráðharranum,
Halldór Ásgrímsson
við fylgi, á odda
Vitjan úr íslandi
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Myndir: Jens Kristian Vang
Í gjár hósdagin, hevði
Jóannes Eidesgaard løg
maður, bjóðað Halldór
Ásgrímssyni og fylgið hans
ara norður til Klaksvíkar og
Fuglafjarðar at vitja virki og
kommunur.
Í Norðoyartunlinum
Fylgið, sum taldi eini 20
fólk, koyrdi ígjøgnum norð
oyartunnilin, sum letur upp
fyri almenninginum um
tríggjar vikur.
Steðgað varð við pumpu
støðina mitt í tunnlinum, og
bjóðaði Dávid Reinert Hansen,
stjóri í Norðoyartunnlinum,
forsætisráðharranum væl
komnum, og hann greiddi
síðani frá um verkætlanina.
Við pumpustøðina er ein
brunnur, sum er 67 metrar
langur og er hann á lægsta
staðnum í tunlinum. Í
neyðstøðu tekur hann alt
vatnið í tvey samdøgur.
Samlaði kostnaðurin fyri
norðoyartunnilin er 405
milliónir krónur, harav
løgtingið hevur játtað 235
milliónir, sum verða latnar
yvir 8 ár. Restin verður fíggjað
við lántøku, ið verður rindað
aftur eftir 15 árum.
Umleið 275.000 fólk og
125.000 bilar fara árliga
um Leirvíksfjørð. Roknað
verður við, at ferðslan økist,
tá ið undirsjóvartunnilin
verður tikin í nýtslu.
Føroya bjór
Næsti steðgur var hjá Føroya
Bjór í Klaksvík, har Einar
Waag var vertur. Hann vísti
fylginum runt á bryggjarínum
og rundsýningin endaði í
einum áhugaverdum høli,
har framsýning er við søgu
ligum lutum hjá Føroya
Bjór. Har var dekkað upp
við øllum sløgunum av
øli, og sluppu gestirnir at
smakka ymsu sløgini, har
serligur dentur varð lagdur
á nýggjastu ølina Rock All.
Forsætisráðharrin var væl
nøgdur við ølið, hóast tað
serliga var Páskabryggið,
sum hevur vunnið mangar
altjóða ølkappingar, sum
tóktist líka honum best.
Við meiri enn hundrað
árum á baki er Føroya Bjór
ein av teimum elstu fyri
tøkunum í Føroyum. Tá
Símun í Vági, sum hevði røtur
í íslandi, fór til Danmarkar í
1883 at læra til bakara, lærdi
hann samstundis at bryggja
øl. Fimm ár seinni var hann
aftur í Føroyum og byrjaði
sína egnu fyritøku. Eftir
at hava arbeitt sum bakari,
bryggjari, bóndi og reiðari í
næstan 50 ár doyði hann 72
ára gamal í 1935. Sonurin,
Einar Waag eldri, sum eitt
skifti var løgtingsmaður, tók
yvir og bygdi bryggjaríið út
fleiri ferðir, áðrenn hann
fyri skjótt 30 árum síðani lat
triðja ættarlið koma til.
Christianskirkjan
Næst á skránni var vitjan í
Christianskirkjuni, har ein
livandi Alex Sólstein tók
ímóti. Á flótandi nordiskum
greiddi hann frá um søguna
hjá Christianskirkjuni, um
útróðrarsiðir og altartalvuna,
áðrenn hann, sera rørandi,
framførdi vakra sálmin
”Nú leiti eg til tína náði”.
Stórsligna Christianskirkjan
er áhugaverd á nógvum økj
um, og hevur hon fleiri met.
Eitt teirra er, at dópifunturin
er tann elsti – 4000 ára gamal,
og Alex Sólstein greiddi frá
um áttamannafarið, ið er
einasti bátur í natúrligari
stødd, sum hongur inni í
eini kirkju.
Havsbrún
Seinastu steðgurin hjá
Íslendska forsætisráðharr
anum var á Havsbrún í
Fuglafirði, har Bergur
Poulsen, stjóri, tók ímóti.
Hann vísti ein part av ovurstóra
virkinum, og greiddi frá
um framleiðsluna, og var
tað týðuligt, at her høvdu
íslendski forsætisráðharrin
og løgmaður felags áhuga,
nú talan var um fiskivinnu.
Havsbrún framleiðir fiska
mjøl, fiskafóður og fiskaolju,
og verður meginparturin av
hesi framleiðslu vunnin úr
svartkjafti, sild og lodnu.
Havsbrún hevur bygt nógv
út seinastu árini, og gjørt
íløgur fyri eini 180 milliónir
til goymslur og kajøkið. Eitt
nú hevur virkið bygt nógvar
stórar siloir, umframt at
goymslur, sum hava eina
vídd uppá 12.260 fermetrar,
eru borðaðar inn í fjallið.
Bara lukturin á Havsbrún
avdúkaði, at her var tal
an um eitt fiskavirkið.
Framleiðsluhøllin var so
rein og fín sum var tað eina
operatiónsstovu vit vitjaðu.
Framleiðslan á Havsbrún
er ómetaliga tøkniliga fram
komin, so tann sum roknar
við at síggja slógv og sild í
longum banum, verður vón
brotin, tí ongastaðni í allari
framleiðslugongdini kemur
ráðvøran undan kavi. Við
ovurstórum pumpum verður
fiskurin sogin úr lastini á
skipunum, og sjálvvirkandi
verður hann fluttur runt í
skipanini, til oljan, mjølið
ella fóðurið verður flutt inn
í goymslurnar.
Frændavitjan
Løgmaður og Halldór Ásgrímsson granska faldara um Norðoyatunnilin, í miðjuni sæst Dávid
Reinert Hansen, stjóri í Norðoyatunlinum
Trygdin er sjálvsagt í hásæti, tá so fínir gestir vitja Norðoyartunnilin. Øll vórðu klødd í hjálm og
vest, hóast tunnilin nærum er liðugur