fríggjadagur 7. apríl 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 70 - 7. apríl 2006
Stuðlar
til Suðuroyar Barnaverndartænastu
Suðuroyar barnaverndartænasta søkir eftir 2
(serkønum) stuðlum til børn við serligum tørvi.
Talan er um 2 børn á 7 og 8 ár, ið tørva hjálp í tí
dagliga. Málið við stuðlunum er at stuðla børnun-
um við serligum atliti til ta sosiala menningina.
Stuðulin skal ansa, stuðla og menna børnini m.a.
heima hjá familjuni, í samband við íttrót og annað
ítrív. Stuðlarir arbeiða tætt við familjurnar og
arbeiðið fer í nøkrum førum fram í heimunum
hjá familjunum. Evni at tillaga seg, hava tol, og at
samstarva eru tí av alstórum týdningi.
Umráðandi er at børnini fáa ein skipaðan ger-
andisdag við tryggum kørmum og fremjandi til-
boðum og avbjóðingum.
Ynskiligt er at tey ið sett verða hava hóskandi
fakliga útbúgving og royndir innan mennandi
arbeiði við børnum. T.d. námsfrøðingum, lærari,
ergoterapeutur ellar líknandi, men fólk við øðrum
viðkomandi útbúgving ellar royndum er vælkomin
eisini at søkja.
Arbeiðið verður skipað í samráð við Suðuroyar
Barnaverndartænastu við møguleika fyri regluligari
ráð- og vegleiðing.
Talan er um 2 størv á 15-20 timar um vikuna.
Lønar og setanarviðurskifti eru sambært galdandi
reglum.
Umsóknir mugu vera okkum í hendi í seinasta lagi
mánadagin tann 24/4-06, og skulu stílast til:
Suðuroyar Barnaverndartænasta
Tvøroyrar Kommuna
Postboks 80 · FO- 800 Tvøroyri
Att.: Susanne Madsen
Nærri upplýsingar um størvini fáast á tlf. 371085
hjá Susanne Madsen ellar Mary Midjord allar
gerandisdagar kl. 10.00 – 16.00.