fríggjadagur 7. apríl 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 • fríggjadagur • 7. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
ÍF ætlar sær
meira
ÍF-B36
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Liðini, sum hittast til
dystin í Fløtugerði í Fugla
firði sunnudagin, eru í
ymiskum støðum. ÍF tapti
stórt í fyrsta dystinum í ár,
meðan B36 vann ein sera
góðan sigur á Skála.
ÍF spældi verjukent í
Havn, men teir kláraðu
ikki at halda tætt ímóti
unga HB-liðnum, sum
skoraði fimm ferðir. Nú
verður ÍF á heimavølli,
og tað er beinanvegin ein
onnur útgangsstøða. Teir
ætla sær at leggja meira
fyri, og teir hava altíð
ein álopsjokara í Bartali
Eliasen, sum spældi í verj
uni ímóti HB.
Allir teir somu spæl
ararnir, sum vóru við
ímóti HB, eru tøkir aftur
hesaferð.
B36 fekk eina flúgv
andi byrjan við einum
sigri ímóti Skála síðsta
vikuskiftið, og hóast B36
aftur hesaferð er á útivølli,
ætla teir at tvífalda sítt
stigatal.
Landsliðsspælarin
Bergur Midjord hevur
ikki verið við seinastu
vikurnar, tí hann breyt
fótin á venjingarlegu hjá
landsliðnum, og hann
verður heldur ikki við í
Fuglafirði.
B68 fær styrk
B68-GÍ
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
B68-venjarin Jóannes
Jakobsen hevur meira
fólk at taka av til dystin
ímóti GÍ sunnudagin,
enn hann hevði í fyrsta
umfari. B68 hevði tvey
leikbann í seinasta dysti,
men bæði Øssur Jacobsen
og Jóan Petur Poulsen
hava loyvi at spæla aftur
sunnudagin. Øssur er tó
ivasamur orsaka av einum
skaða.
Harafturat verður eisini
roknað við, at Magnus
Jakobsen og Kristian
Anton Andreasen, ið
hava verið skaddir, kunnu
spæla um vikuskiftið.
Bíðað verður framvegis
eftir loyvum til hollendska
spælaran Ralph van Doo
ren, men hetta loyvi nærk
ast í hvørjum.
GÍ stillaði úti við sterk
astu manning í dystinum
í fyrsta umfari, men bíðað
verður framvegis eftir
loyvunum hjá argentinska
spælaranum
Gunnar
Nielsen. Møguliga verð
ur Gunnar við um viku
skiftið. Pól Ennigarð lá
sjúkur seinasta vikuskift
ið, men hann er komin
fyri seg aftur og spælir
sunnudagin.
Leygardagin verður
næsti finaludysturin
í manshondbólti
millum Kyndil
og VÍF leiktur í
høllini á Hálsi. Bæði
liðini vænta ein
knallharðan dyst
FM-brak
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað er hósdagur, og tveir
dagar eru til stóra FM-
brakið í manshondbólti
í høllini á Hálsi í Havn
millum teir báðar risarnar í
føroyskum manshondbólti,
Kyndil og VÍF. Vit hava
sett teimum báðum sterku
strikuspælarunum
hjá
liðunum báðum, Janus
Einari Sørensen úr Kyndli
og Agnar Joensen úr VÍF,
stevnu í Miðlahúsinum at
tosa um dystin, og hvussu
teir vænta, at leikur fer.
Fáa neyvan líka
lætt spæl
Kyndlamaðurin Janus Einar
Sørensen er sannførdur um,
at dysturin leygardagin als
ikki fer at líkjast fyrstu final
uni, sum var leikt í Vestmanna
seinasta sunnudag, og sum
Kyndil vann greitt 28-23.
– Tá fingu vit rímuliga lætt
spæl, og eg eri sannførdur
um, at vit fáa ikki líka lætt
spæl leygardagin. Eg rokni
eisini við, at teir fara at
mansverja Høgna (Klein,
blðm.) frá fyrsta bríksli, tí
hann var ógvuliga avgerandi
sunnudagin, sigur Janus
Einar.
Strikuspælarin hjá Kyndli
sigur, at nú hava teir grønu
úr Havn sjálvir møguleikan
at avgera tað heila, meðan
vestmenningarnir hava rygg
in móti múrinum.
– Tað er kanska ein fyri
munur hjá teimum, tí vit
hava alt at tapa. Eg rokni
eisini við, at teir fara at
koma sum lyn og torden frá
fyrstu løtu, sigur Janus Einar
Sørensen.
Ræður um at vilja
Strikuspælarin hjá vest
menningum, Agnar Joensen,
heldur, at tað er eingin ivi,
hvat fyrsta kravið hjá VÍF
er, um Kyndil ikki skal fara
avstað við gullinum leyg
ardagin.
– Hjá okkum ræður tað
fyrst og fremst um at hava
viljan at vinna, tí uttan hann
nyttar einki. Sunnudagin, tá
ið vit spældu í Vestmanna,
høvdu teir nógv meira
vilja enn vit, og tað gjørdi
munin. Um man ætlar sær
meistaraheitið, skal man
verða svangur, sigur Agnar
Joensen.
Bardagi og nógvar
útvísingar
Bæði Janus Einar og Agnar
vænta, at finaludysturin verð
ur hart leiktur, og tað verða
nógvar útvísingar.
– Tað stendur nógv upp á
spæl, og tað verður ivaleyst
spælt á markinum, halda teir
báðir.
Teir fegnast í hesum sam
bandi um, at tað er altjóða
føroyska
dómaraparið,
Andreas F. Hansen og Eyðun
Samuelsen, ið skulu leiða
dystin, tí teir plaga at hava
eina góða linju, har hart spæl
verður loyvt í ein ávísan
mun, meðan svínskt spæl
verður revsað hart.
Janus Einar Sørensen og
Agnar Joensen leggja tó
dent á, at sjálvt um talan
kann gerast um ein ógvuliga
harðan dyst úti á vøllinum,
so er alt hetta gloymt, tá ið
dysturin er lokin.
– Uttan fyri vøllin hava
vit tað øgiliga gott saman.
Spælararnir kennast væl,
og hóast talan er um tvey
lið, ið eru arvafíggindar,
so er samanhaldið sera gott
millum spælararnar á hesum
báðum liðum, siga Janus Ein
ar og Agnar.
Johnny verður ikki við
Í vikuni hava liðini bæði vant
fram móti finaludystinum,
men hvørki Janus Einar ella
Agnar vilja avdúka ov nógv
um, hvat teir hava vant.
- Vit hava vant ymiskt, men
tað er neyvan nakað ókent.
Tað skuldi eisini verið løgið,
um teir nú skulu komið við
onkrum kollveltandi, heldur
Janus Einar Sørensen.
Agnar Joensen roknar
heldur ikki við, at nakað
av liðunum fer at koma við
nøkrum heilt nýggjum, men
hann sigur tó, at hjá teimum
hevur stórur dentur verður
lagdur á verjuna.
– Hjá okkum er tað einki
sum eitur. Tað er verjan, ið
skal vinna dystin fyri okkum,
sigur Agnar.
Kyndil hevur alt fólkið
hjá sær tøkt, og í Vestmanna
eru næstan allir menn klárir.
Eldri bróður Agnar, Johnny,
var tó óheppið og meiðslaði
sær eitt liðband í fótinum
sunnudagin, og hann verður
tí ikki við. Eisini er ivi, um
ungi Regin Joensen verður
førur fyri at spæla, tí hann
hevur trupulleikar við knæ
num.
Tað verður ein harður dystur
Dyrgja eftir vertsskapi
Leygardagin fer Niels Peter Bech, HSF-umboð, á fund
við EHF. Ein av spurningunum, sum verður umrøddur
her, verður, hvørjar tjóðir eru millum kandidatarnar
at hýsa komandi Challenge-Trophy kappingini. Her
hevur HSF sýnt stóran áhuga at hýsa kappingini, sum tá
væntandi fer at telja 12 lið. Og hvussu møguleikarnir eru
fyri hesum, stendur helst nakað greiðari leygardagin.
Janus Einar Sørensen úr Kyndli v.m. og Agnar Joensen úr VÍF h.m. vænta, at FM-finalan millum Kyndil og VÍF á Hálsi
leygardagin verður ein harður dystur við nógvum útvísingum.
Mynd: Álvur Haraldsen