Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 18

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 [ Nr. 70 - 7. apríl 2006 ] Fyrstur uppi og sein­ astur í song. Soleiðis er gerandisdagurin hjá Eiriki Magnussen, sum er liðleiðari hjá føroyska kvinnu­ landsliðnum í Bosnia. Hansara leiklutur er kanska ikki tann mest sjónligi, tá dystirnir eru á skránni. Helst skal einki síggjast til hansara, uttan tá spælarar skulu hava vatn, tape ella hvat tað nú skuldi verið, sum tørvur er á Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sarajevo: – Tú skalt kanska vera eitt sindur svakur í hond­ bólti, um tú skalt tíma hetta, sigur Eirikur sjálvur. Í heimliga hond­bólts­um­ hvørvinum hevur hann í vet­ ur verið fastur fúsur á beink­ inum hjá kvinnuliðnum hjá Neistanum. Hartil er hann partur av venjarateam’inum hjá gentum 16, eins og hann eitt skifti sat í nevndini í elsta hondbóltsfelagnum í land­inum. – Tá kappingin koyrir, er tað bara mikukvøld, at einki fast stendur á skránni. Men tá er jú eisini talan um dyst nakrar ferðir, so fríløturnar eru ikki nógvar. Var tað ikki fyri konuna, sum er akkurát líka íðin í hondbóltinum, so bar hetta als ikki til. – Men samstundis, so er hetta ótrúliga stuttligt. Gent­ urnar eru virkeliga herligar at hava við at gera, so í nógvar mátar fellur uppgávan sera lætt, heldur hann. Rólig byrjan Uttan fyri vøllin er liðleið­ arin kanska heldur ikki so sjónligur. Men sum tað ofta verður tikið til, so ræð­ur um at arbeiða heldur enn at tosa, og tað tykist í øll­um førum vera ein ævigt gald­ andi sannleiki hjá einum lið­leiðara. Hósdagin tóku vit leiðina saman við Eiriki frá morgni til myrkurs, og tað stóð skjótt greitt, at nógv verður fingið frá hondini ígjøgnum ein slíkan dag. Alt eftir, nær morgun­venj­ ing­arnar standa á skránni, hevur útpurringin ver­ið millum 6.45 og 7.30. Hes­in dag­urin var tó av teim­um laga­ligu í so máta, og klokk­ an 7.20 kom lið­­leið­­ar­­in úr kam­­ari sín­um at vekja spæl­ ararnar, Róliga varð gingið runt til ymsu kømuriuni hjá før­oysku spælarunum á Sunce-hotellinum. Sum ein av veteranunum innan før­oyska bakarayrkið hevur Eirikur sjálvur ikki teir stóru trupulleikarnar av at vera fyrsti maður uppi. Og í øllum førum er røddin meira vakin, enn hon tykist vera hjá fleiri av spælarunum, sum knarra eitt hálvgum rustað »góðan morgun« aftur móti durapikkinum. Bananir og rosinur Saman við spælarunum verð­­ur morgunmaturin fing­ in frá hondini, men so skal ganga hampuliga skjótt at fáa ymiska til­hoyrið til venj­ ingina klárt. Sjálv klæðini hava spæl­ararnir fingið kvøldið fyri, men til venjing hoyrir jú eisini ymiskt annað. Ikki minst týdningarmikla vatn­ið, har eitt karton av hálv­liturs­fløsk­um verður drags­að saman við bóltum, lækna­tasku og øðrum. Hóast tað eru venjararnir báðir, sum standa fyri sjálvari venjingini, so er hetta heldur ikki tann heilt stóra fríløtan. Saman við Niels Peteri Bech, nevndarlimi í HSF, verð­ur farið í ein handil – her eitur ein slíkur hypermarket – nær­hendis venjingarhøllini at keypa fruktir. Bananir, appelsinir og rosinur. Alt, sum hevur skal, ið kann etast, er bannað, ljóðaðu boðini frá fysioterapeutinum, sum eisini virkar sum eitt slag av kostráðgeva á ferðini. Klárt til dystin Fyrraparturin tykist sum heild vera strævnasti parturin av degnum. Tá bussurin er komin aftur, verður farið undir at hagreiða klæðini, sum vórðu vaskað kvøldið fyri. Hvørt plagg hevur sítt fasta stað í ymsu taskunum, og skal ber til at finna ymsu lutirnar aftur, er umráðandi, at skil er í. Eitt lítið avbrot er, tá taktikk-fundurin stendur á skránni. Her er uppgávan avmarkað til at syrgja fyri transportablu taktikk-talv­ uni, men so skjótt fundurin er av, skulu dystarklæðini gerast klár. Hosur, shorts, troyggja, sveittiband og fast vatndunkurin verða løgd klár til hvønn spælara, og tá døgurðin er farin niður­um, koma hesar inn á kamar 109 eftir klæðunum. Alt tykist hava gingið væl higartil, og spakuliga kann liðleiðarin nú taka sær meira av løttum. Til sjálvan dystin eru uppgávurnar rætti­liga avmarkaðar. Størsti trupul­ leikin er kanska at halda seg í frið inni í tekniska økinum, men júst hesa ferð er tað tó ikki tann stóri trupulleikin. Ikki ein gongd einsamalla albanska málið kundi fáa sinnini í kók, tó at risa-møguleikin til næsta málið fekk venjararnar nak­ að uppfrá. Tað vóru tó aðrar orsøkir til, tí hetta mundi sett eina innanhýsis vedd­ ingaravtalu hjá venjarunum í vanda. Ruddar av Afturkomin á hotellið eru tó aftur boð eftir Eiriki. Ein stór venjingartaska verður sett á gongina uttan fyri kamarið, og so koma spælararnir úr ymsu kømurunum við sveitt­vátu klæðunum, sum nú skulu vaskast. Nakað sum spælararnir eisini gera sær dælt av, nú Eirikur í eini kátari løtu hevur givið lyfti um, at í dag kunnu eis­ ini onnur pløgg enn bara dystarklæðini sleppa við í stóra pottin.Eitt lyfti, sum tó eisini gevur at bíta, tá taskan verður latin móttøkuni á hotell­inum. Vektin er nevn­liga av slíkum slag, at Eirikur her verður noyddur at hjálpa til, tá taskan skal berast í vaskirúmið. Og so er bara at bíða. Nátturðin og nakað av práti kann fáast frá hondini, með­ an maskinan tyggir seg ígjøg­num velduga bunkan av klæðum. Nakað av tíð verður nýtt at leggja dagin í morgin til rættis, og ikki fyrr enn klokkan 23 eru boð­ini, at klæðini kunnu heint­ast. Enn er alt ikki turt, men tað, sum er klárt, verður lagt saman alt fyri eitt. Restin av arbeiðinum má bíða til fríggjadagin, tá enn ein strævin dagur á landsliðsferðini stendur fyri framman. Nú ræður fyrst og fremst um at fáa ein blund, so bakarin eisini er væl fyri, tá sólin aftur rísur. Arbeiðið, sum eingin skal síggja Ása dagsins spælari Sum toppskjútti í dystinum hósdagin, var Ása á Neystabø náttúrligt ein av uppløgdu kandidatunum, tá miðlarnir hós­kvøldið skuldu gera av, hvør av spælarunum hevði uppiborið dagsins útgávu av Adidas-taskuni. Vigingin endaði eisini við, at Ása fekk heiðurin, sum hesa ferð varð latin av útsenda blaðmanninum hjá Dimmalætting. Javnt í A-bólkinum Talan er um harða innanhýsis kapping í bólki A, har Føroyar tó ikki eru partur av dystinum. Hóskvøldið endaði dysturin millum Cypros og Estland við 24-24 javnleiki, og tað merkir, at tað helst verður málmunurin, sum ger av, hvør teirra skal fylgja Bosnia í hálvfinaluna. Bosniska liðið tykist vera avgjørdi favoritturin í kappingini, og roknað verður við, at tað verður føroyska liðið, sum fer at vinna seg fram til finaludystin móti teimum. Landsliðsvenjarin: Eirikur er til UG – Tann týdningarmesta uppgávan hjá liðleið­ar­anum er, at alt kring liðið fungerar. At bæði spælarar og venjarar hava alt tað, sum teim­um tørvar. Vit skulu bara hugsa um okkara arbeiði, meðan alt hitt skal vera undir kon­ troll. Og hvussu er Eirikur í so máta? – Hann er dugnaligur. Hann tekur sær av øllum tí, sum hann skal gera. Og at hann samstundis gongur høgt upp í hond­bóltin og er ein »her­lig fætter«, ger hann bara enn betri í leik­lut­in­um, staðfestir altso Flemm­ing Raben. -mørk Anja og Anna Maria eru komnar á kamarið eftir klæðum, sum Eirikur Magnussen hevur gjørt til reiðar