Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 70 - 7. apríl 2006 ] HB-EB/Streymur Páll Augustinussen ÍF-B36 Dagfinn Olsen KÍ-Skála Georg Rasmussen VB/Sumba-NSÍ Lassin Isaksen B68-GÍ Jens Petur Brattalíð B36-HB Bergleif Sólsker AB-NSÍ Vinjard Dam KÍ-GÍ ÍF EB/Streymur-SÍ Eugen Voda B71-TB Regin Egholm KÍ-SÍ Ransin Djurhuus Royn-FS Vágar 2004 Jens Petur Brattalíð VB/Sumba-AB Petur Reinert LÍF-HB Jóannes Mikkelsen Fylg gongdini í 1 deild á www.olivant.fo leygardagin Í einum glantrileiki í Sarajevo mátti neyðars albanska landsliðið leggja rygg til eitt tap, sum helst kann fara beina leið í metbókina. Tað vit vita um, er tað ikki komið fyri áður, at landsdystur í hondbólti er endaður við somikið stórum sigri Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Sarajevo: Danska útgávan av Guinnes metbókini inniheldur tíverri ikki so øgiliga nógv hagtøl innan altjóða hondbólt. Staðfest verður tó í bókini, at donsku jarnkvinnurnar í 1991 vunnu 51-8 á Estlandi, og at hetta er størsti danski sigurin í altjóða hondbóltsdysti. Talan hevur eisini verið um nakrar risa-sigrar í Europa-Cup kappingunum, men tað vit vita um, so hevur munurin ongan tíð verið so stórur, sum hann var tað hósdagin, tá føroyska kvinnulandsliðið spældi. Brølarin ikki endurtikin »Jeg har aldrig været så tom af ingenting før en kamp«. S o l e i ð i s by r j a ð i Flemming Raben sín part av upplegginum til dystin, tá føroyska liðið hevði taktikfund, og tað vóru sum so ógvuliga sigandi orð. Hondbólt var talan neyvan um teir 60 minuttirnar, sum dysturin vardi, men føroysku kvinnurnar gjørdu tó sítt arbeiði - og tað ruddiliga. Frá venjarunum vóru boðini fyrst og fremst, at spælararnir ikki máttu fella í grøvina at taka lætt upp á nakra uppgávu. Tí truplari og týðandi dystir enn hesin verða eisini í kappingini, og tí skal konsentratiónin alla tíðina haldast, vóru boðini. Og við Guinnes-biðlingini á máltalvuni ber væl eisini til at staðfesta, at boðini vórðu tikin í álvara. Men spurningurin er, hvussu stórur álvarin verður í kappingini, tá lond av hesum slagnum sleppa at spæla við. Tað tykist í øllum førum margháttligt, at lond sum Ísrael og Belgia - sum bæði vóru við fyri tveimum árum síðani - ikki sluppu upp í part hesaferð. Hetta tí politiska EHF-ynskið var, at at fleiri av veikaru hondbóltstjóðunum skuldu fáa møguleikan hesaferð. Men sum skilst, so er avgerð longu nú tikin um, at tann brølarin ikki verður endurtikin. Føroyar-Albania 81-1 (36-0): Føroyskt heimsmet í hondbóltsparodi Fríða Marjunardóttir og hinir spælararnir á føroyska liðnum gjørdu júst sum teimum lysti ímóti einum albanskum liði, sum hevur lítið at gera í einari altjóða hondbóltskapping. Mynd: Alexandar Djorovic Føroyar-Albania 81-1 (36-0) Føroyar: Ása á Neystabø 15, Anja Heinadóttir 11, Fríða Marjunardóttir 11, Anna Maria Samuelsen 11, Una Olsen 7 (1), Heidi Maria Akselsen 6, Annika Ljósstein Johansen 6 (1), Unn Kragesteen 5 (1), Annika Thomsen 5, Katrin á Neystabø 4. Albania: Arjola Kazazi 1. Brotskøst: Føroyar 3/3, Albania 0/0. Útvísingar: Føroyar 1, Albania 4. Reytt kort: Mirela Vorpsi, Albania. Dómarar úr Bosnia-Hersegovina. Mynd: Rógvi Annar av føroysku venjarunum, Svein Rógvi Nielsen, hevði tað heilt stóra smílið frammi. Úrslitið sigur tað mesta, sum sigast kann um dystin FAKTA EB/ Streymur manglar mál HB-EB/Streymur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Hóast EB/Streymur fyri nøkrum árum síðani etableraði seg sum eitt av betru liðunum í bestu føroysku fótbóltsdeildini, so hevur felagsliðið ongantíð skorað ímóti HB í landskappingardysti í Gundadali.  Dystirnir í Gundadali hava verið nakað heilt fyri seg. Seinastu árini hava vit havt kjansir at gera tr‡ ella f‡ra mál tíðliga í dystinum, men so er HB komið fyri seg, og vit hava tapt við fleiri málum, sigur Egil á Bø, verjuspælari hjá BE/Streymi.  Her hava vit nakað, sum vit kunnu broyta, og fyrr ella seinni fer tað at eydnast, sigur hann. EB/Streymur hevur einaferð skorað ímóti HB í Gundadali. Tað var í einum steypadysti, sum teir taptu 7-1. Ronnie Samuelsen hevur havt ein minni skaða í vikuni, men hann verður væntandi klárur sunnudagin. HB hevur alt sítt fólk klárt til næsta heimadystin í ár. Kári Nielsen var ikki við, tá ið HB vann ímóti ÍF, men hann er tøkur aftur, og venjarin fer uttan iva at finna pláss fyri honum á miðvøllinum, hóast HB spældi væl og vann stórt seinast. Formuladeildin, sunnudagin 9. apríl 1 deild kvinnur sunnudagin 9. apríl 1 deild menn leygardagin 8. apríl