Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 21

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 7. apríl 2006 21 Tá ið Sheanne kom á Fuglafjørð í gjár, vóru menn hjá JFK umborð á skipinum, men Bjarti Mohr, reiðari, sigur við Sosialin, at Sheanne er ikki seld, og í løtuni dugir hann ikki at siga, um talan verður um samstarv ella sølu Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Á heimasíðuni hjá Norðlýsingum vita tey at siga, at felagið, sum rekur Atlantic Navigator, hevur í hyggju at keypa nøkur av ídnaðarskipunum, eitt nú Sheanne, sum Sp/f hjá Bjarta Mohr eigur. Heimasíðan veit at siga, at orsøkin til, at felagið í Klaksvík hevur áhuga í hesum skipum, er, at ídnaðarskipini hava loyvi at fiska svartkjaft. Tá ið Sheanne kom á Fuglafjørð í gjár, vóru menn hjá JFK umborð á skipinum, og hetta hildu menn benda á, at okkurt er í umbúna. Ikki selt Bjarti Mohr, reiðari, sigur við Sosialin, at Sheanne er ikki seld, og í løtuni dugir hann ikki at siga, um talan verður um sølu. Hann leggur tó aftrat, at sjálvandi er alt til sølu, um prísurin er hin rætti. – Tað er rætt, at vit hava tosað við JFK-Trol í Klaksvík um møguligt samstarv. Enn kann eg tó einki ítøkiligt siga um, hvat kann spyrjast burtur úr hesum, tí hetta er so nýtt. Spurdur, hvat slag av samstarvi, talan kann gerast um millum feløgini, sigur Bjartur: – Vit hava tosað um ymiskar møguleikar, men enn eru vit ikki komnir fram til nakað endaligt. Spara olju Sum skilst, er tað serliga oljan, sum ger tað trupult at reka hesi skipini. – Tað er eingin loyna, at vit fáa ov lítið burtur úr sum er. Oljan er dýr, og tí ræður um at finna møguleikar, sum kunnu minka um hesar tyngjandi útreiðslur. Bjarti vísir á, at tað, sum teir eisini hava tosað saman við JFK um, er hvussu skipini kunnu spara sigling, og her hevur eitt nú verið hugsað um partrol, sum ikki er ókent í veiði eftir pelagiskum fiskasløgum. – Í fjør summar partrolaðu skip eftir sild norðanfyri, og Hallarklettur og Norðbúgvin hava eisini partrolað. So, hetta er ikki nakað, sum er óroynt, heldur ikki eftir pelagiskum fiski. Oljan dýr Bjarti Mohr vísir á, at tá ið oljan var bíligast, kostaði liturin 68 oyru; í dag liggur liturin um 3,25. – Soleiðis er oljan í dag einar 4,5 ferðir dýrari, enn tá ið hon var bíligast, men tá var hon kanska eisini óvanliga bílig, ásanar reiðarin. Hann sigur, at neyuðugt er at minka um útreiðslurnar, um lønandi rakstur skal fáast í hesa vinnu. – Sum er, hevur Sheanne ongan ”makkara”, men tað er ikki vist, at makkari ikki finst. Tað er eisini í hesum sambandi, at vit kanna møguleikarnar fyri samstarvi. Fiskar betri Bjarti Mohr vísir á, at við partroli kunnu skipini spara eini 40% av oljuútreiðslunum, samstundis sum partrol ”fangar” betri. – Tá ið skipini partrola, reka tey eisini fiskin betri inn í trolið, sigur reiðarin. Bjarti og Hanus tosa um samstarv – Tíverri skrædnaði seglið undir skjóting fyrsta tóvið, so røtt mynd ikki fekst av, hvussu tað royndist. Men at trolið gongur munandi hægri við seglinum, er eingin ivi um, siga tey á Fiski- rannsóknarstovuni Trolroynd Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Magnus Heinason hevur verið úti og roynt hugskotið við at hava segl á trolinum í staðin fyri kúlur. Endamálið er at fáa trolið at ”gapa” meira og sleppa undan flotkúlum. Tað er 87 ára gamli, Petur Højgaard í Saltangará, sum eigur hetta hugskotið. Eftir at Petur hevði verið umborð á Magnus Heinasyni og skipað fyri, hvussu seglið skuldi setast í trolið, fór skipið av Havnini 19. mars. Við á túrinum vóru Mourits M. Joensen og Kristian Zachariassen frá Fiskirannsóknarstovuni og Guðni Magnús Eiríkson frá lærda háskúlanum í Íslandi. Kristian Zachariassen hevði ábyrgdina av hesi royndini, sum vardi í tveir dagar. ”Gapaði” meira Mourits og Kristian hava skrivað eina stutta frágreiðing um royndina, har trolið bæði varð roynt við kúlum og segli. – Fyrsta dagin høvdu vit bara eitt tóg við kúlunum á trolinum. Hetta varð gjørt fyri at síggja, hvussu høgt trolið gekk uttan segl. Dagin eftir settu vit seglið á. Fyrst varð roynt við øllum kúlunum saman við seglinum. Síðan vórðu kúlurnar tiknar av so líðandi, til 25% av kúlunum vóru eftir. Mourits og Kristian siga, at trolið gapaði 4,3 metrar bert við kúlum. Við segli og kúlum gapaði trolið 7,3 metrar. – Tíverri skrædnaði seglið undir skjóting fyrsta tóvið, so røtt mynd ikki fekst av, hvussu tað royndist. Men at trolið gongur munandi hægri við seglinum, er eingin ivi um. Umborð á Magnusi Heinason royndu teir at bøta um seglið, men tað eydnaðist ikki. Áhugaverd roynd – Seglið vísti seg at rigga. Tað kundi verið áhugavert at arbeitt víðari við hesum, og møguliga kundi sniðið verið broytt eitt sindur. Mourits M. Joensen og Kristian Zachariassen vísa á, at fleiri undirsjóvarupptøkur vórðu gjørdar fyri at síggja, hvussu seglið riggaði. – Hesar upptøkur vísa, at seglið riggar, sum tað skal, siga teir báðir í frágreiðingini. Seglið hjá Peturi riggar sum tað skal Hugskotið at nýta segl í staðin fyri flotkúlur á trolinum, eigur 87 ára gamli, Petur Højgaard í Saltangará Mynd: Rigmor Dam Fakta um Sheanne Eigari: Sheanne Sp/f, 100 Tórsh. Útgerðarmaður: Bjarti Mohr Skipaslag: Trolari/ nótabátur Smíðiár: 1994 Tilfar: Stál Longd/ breidd: 53,17 m/ 12,00 m D‡pd: 8,20 m BT: 1479 Maskina: Caterpillar 3612/ 5519 hk Fyrrverandi nøvn: John Karen (Írland) Kelda: Skipalistin FAKTA Sp/f Sheanne í Havn og JFK í Klaksvík tosa um samstarv, men Bjarti Mohr, reiðari, sigur seg ikki endaliga vita at siga, hvat fer at spyrjast burtur úr Mynd: Skipalistin.