fríggjadagur 7. apríl 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 7. apríl 2006
23
UTTAN ÚR HEIMI
Við báti at ringja
Vatnflóð er nógvastaðni í Evropa, og nógvastaðni standa gøturnar undir í vatni. Tað kann krevja sítt av hugflognum. Hesin
maðurin í Beograd hevur flotað sær bátin at vita, um telefonin virkar.
Ov fáir læknar í heiminum
Persson krevur endurgjald
Royndu at smugla
Verða ikki rend út
Fyri einari viku
síðani ringdi ein
maður til forsætis-
ráðharraskrivstovuna
í Oslo og segði,
at hann ætlaði
sær at skjóta
Jens Stoltenberg,
foræstisráðharra.
OSLO
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nú
hevur
løgreglan
tikið mannin. Sambært
Aftenposten hevur hann
viðgingið, at tað var hann,
sum hótti við at skjóta
forsætisráðharran.
Um
orsøkin skal maðurin hava
sagt, at hann er misnøgdur við,
at forsætisráðharrin er ímóti
av lækka skrásetingargjaldið
á prutlum.
Sambært Aftenposten
eru fleiri norskir politikarar
hóttir við lívinum tey seinastu
árini. Fíggjarmálaráðharrin,
Kristin Halvorsen, og
forkvinnan í Framburðs-
flokkinum, Siv Jensen, hava
fingið serliga trygdarútgerð
frá
løgregluni
eftir
drápshóttanir. Fyrrverandi
forsætisráðharrin
Kjell
Magne Bondevik varð eisini
hóttur við lívinum, skrivar
blaðið.
Kann norðurírska
tingið ikki semjast
um at skipa eina
stjórn innan seks
mánaðir, missa
tinglimirnir lønina.
Norðurírland
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Stjórnirnar í London og
Dublin hava nú mist tolið við
norðurírum og hava givið
teimum knívin á barkan.
Semjast teir ikki um at skipa
stjórn innan 24. november,
verður alt tos um norðurírskt
sjálvsstýri lagt til viks.
Katolikkarnir og protes-
tantarnir í Norðurírlandi
samdust í 1998 um at velja
eitt sjálvsstýristing, men tann
skipanin helt bara til 2002.
Bretska stjórnin gjørdi tí av
at leggja landslutin undir
beinleiðis stýri úr London,
og soleiðis hevur tað verið
síðani.
Í gjár kunngjørdu teir báðir
forsætisráðharrarnir, Tony
Blair og Bertie Ahern, at
teir hava lagt eina ætlan um,
hvussu valdið av nýggjum
skal býtast ímillum teir báðar
bólkarnar í Norðurírlandi.
Sjálvsstýristingið,
sum
ongan fund hevur havt
seinastu trý árini, verður
kallað saman í næsta mánað,
og málið er, at ein nýggj
stjórn skal skipast innan
seks vikur. Tey flestu vænta
tó, tinglimirnir fáa brúk fyri
allari tíðarfreistini, sum er
tann 24. november.
Blair og Ahern hava
gjørt greitt, at norðurírar
fáa ikki fleiri møguleikar,
og tinglimirnir í Belfast
verða beinleiðis hóttir
við tiltøkum, kemur einki
burturúr. Kunnu tinglimirnir
ikki semjast um at skipa
eina felags stjórn innan 24.
november, fáa teir onga løn,
og so verður Norðurírland
stýrt úr London og Dublin.
Eygleiðarar siga seg tó
ivast í, at hetta fer at trýsta
teir báðar norðurírsku
partarnar til semju. Sinn
Fein vil hava eina stjórn, sum
skal virka fyri veruligum
norðurírskum sjálvsstýri.
Tí taka protestantarnir ikki
undir við, og teir vilja heldur
ikki í stjórn saman við Sinn
Fein.
Fáa vit eina heims-
umfatandi umfarssótt,
fara heilsuverkini at fáa
stórar trupulleikar, tí tað
eru alt ov fá starvsfólk
til at taka sær av teimum
sjúku. Í veruleikanum
er longu trot á læknum,
sjúkrasystrum og øðrum
heilsustarvsfólki,
og
tað ger millum annað,
at altjóða samfelagið er
ikki ført fyri at steðga
lívshættisligum sjúkum so
sum eyðkvæmi, sigur ST.
– Fólkatalið í heimi-
num veksur, men tey,
sum
arbeiða
innan
heilsuverkið, fækka í
tali og serliga í teimum
økjunum, har tørvurin á
teimum er serliga stórur,
sigur aðalskrivarin í WHO,
Lee Jong-work, og leggur
afturat, at sum er er tørvur
á meiri enn fýra milliónum
heilsustarvsfólkum kring
heimin.
Tørvurin er serliga
stórur har suðuri og har
eysturi í Asia og í teimum
afrikonsku londunum
sunnan fyri Sadara.
Júst har er vandin fyri
umfarssjúkum størstur,
og kemur ein tílík sjúka
har, fer tað at leggja
heilsuverkini í teimum
einstøku
londunum
fullkomiliga lamin, sigur
Lee Jong-Work við AP.
Í teirri seinastu árs-
frágreiðingini
hjá
WHO stendur eisini,
at
nógvastaðni
eru
heilsuverkini so illa
mannað, at tey megna ikki
tær uppgávur, sum ein
brádlig náttúruvanlukka
hevur við sær.
Svenski forsætisráðharrin,
Gøran Persson, hevur
nú stevnt flogfelagnum
Ryanair,
tí
felagið
brúkti eina mynd av
honum og fyrrverandi
uttanríkisráðharranum
Lailu Freiwald í einari
blaðlýsing.
Flogfelagið hevði ikki
spurt tey bæði um loyvi at
brúka myndina, og herfyri
sendi forsætisráðharrin
Ryanair eina rokning, men
felagið sýtti fyri at gjalda.
Nú hava hann og Laila
Freiwald stevnt felagnum
eftir 75.000 svenskum
krónum í endurgjaldi
í part, tí tey kenna seg
misbrúkt.
Lennart Kanter, sum
er sakførari hjá Persson
og Freiwald, sigur við
Aftonbladet, at tað er
eingin ivi um, at Ryanair
hevur brotið svensku
lógina um myndanýtslu
og sølu.
Gøran Persson krevur
endurgjald.
Tollvaldið í Russlandi vil
vera við, at nøkur starvsfólk
á norsku umboðsstovuni
í
Murmansk
hava
roynt at smugla nakrar
virðismiklar málningar
úr Russlandi til Noregs,
skrivar Dagsavisen.
Russisk lóg sigur, at
tað er ikki loyvt at fara av
landinum við listarverkum
uttan at siga tollvaldinum
frá, men tað gjørdu
starvsfólkini á norsku
umboðsstovuni ikki, tá tey
ætlaðu sær um markið við
15 málningum. Norðmenn
umbera seg við, at tað er eit
savn í Tromsø, sum eigur
málningarnar, og at savnið
skuldi hava teir aftur, eftir
at teir hava verið á einari
framsýning í Murmansk.
Men russar halda fast
um, at málningarnir skulu
tollavgreiðast fyrst, og teir
hava tí lagt hald á teir. Tað
er ikki greitt enn, hvørja
revsing starvsfólkini á
umboðsstovuni kunnu
fáa.
Í
USA
eru
repub-
likanararnir og demo-
kratarnir komnir ásamt
um eina lógarbroyting,
sum fer at hava við sær,
at teir nógvu ólógligu
innflytararnir í USA
sleppa at verða verandi
í landinum.
Amerikonsku mynd-
ugleikarnir meta, at
umleið 12 milliónir fólk
eru komin ólógliga inn
í landið, og at tað tí er
ein vónleys uppgáva at
finna tey og at reka tey
av landinum. Tí hava teir
báðir politisku flokkarnir
tingast um at broyta
verandi lóg.
Norðurírar fingið síðstu freist
Ætlaði at skjóta Stoltenberg