fríggjadagur 7. apríl 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 70 - 7. apríl 2006
Tórshavnar kommuna
Broytingar í almennu byggisamtyktini
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21.mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður
við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 30. mars 2006 samtykti broytingar í
byggisamtyktini fyri Nólsoy.
Ætlaða broytingin er, at A-sethúsaøkið verður víðkað eystur ímóti Eggjagerði og norðureftir
ímóti Norðuri í Bø. Eitt nýtt I-tjaldingar-/ferðavinnuøki verður lagt út eysturi á Eggjagerði, og
E-alment frítíðarøki verður víðkað fram við eggini eystur á Nøvuna.
Broytingin umfatar ein part av matr. nr. 103, 16, 3a, 91a, 56b, 4a, 14, 50c, 13, 41 og 29a,
Nólsoy.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum frá 10. apríl til og
við 8. mai 2006, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00.
Og hongur í svørtutalvu í Nólsoy sama tíðarskeið.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða send Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta
lagi 10. juli 2006.
Kunngerð
Tórshavnar kommuna
Broytingar í almennu byggisamtyktini
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir verður
við hesum gjørt kunnugt, at Tórshavnar býráð á fundi 30. mars 2006 samtykti broytingar í
Almennu byggisamtyktini fyri Tórshavnar kommunu.
Ætlaða broytingin er, at D2-ítróttarøkið við fótbóltsvøllin á Argjum verður víðkað vestureftir
við uml. 12.000 m².
Broytingin umfatar ein part av matr. nr. 4a á Argjum.
Tilfar, sum lýsir ætlaðu broytingina, liggur frammi í Snarskivuni á Vaglinum frá 10. apríl til og
við 8. mai 2006, frá mánadegi til fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00, hósdag tó til kl. 18.00.
Møgulig mótmæli ella broytingaruppskot verða send Tórshavnar kommunu skrivliga í seinasta
lagi 10. juli 2006.
Kunngerð
Aðalfundur
Maskinmeistarafelagið hevur ársaðalfund
leygardagin 8. apríl kl. 14.00
á Grønlandsvegi 56.
Skrá sambært lógini.
Nevndin
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo