fríggjadagur 7. apríl 2006síða 27
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 70 - 7. apríl 2006
27
Samrøða
Heini í Skorini
heini_skorini@yahoo.com
– Um eg skal vera heilt erligur,
dámdi mær lítið at fara til
Pakistan og Saudi-Arabia.
35 ára gamli journalisturin og
rithøvundurin Martin Krasnik
festir sær í eina sigarett á
óruddiligu skrivstovuni hjá sær
í hølunum hjá Weekendavísini
í Pilestræde í miðbýnum í
Keypmannahavn. Fyri einum
lítlum ári síðani kom hann aftur
frá persónligari rannsóknarferð
gjøgnum London, Iran, Libanon,
Pakistan og Saudi-Arabia, har
hann frá mei mánaði í 2004 til
august í 2005 vitjaði og hevði
samrøður við muslimskar
andaligar og politiskar leiðarar
við einum endamáli: betri at
skilja politisku útgávuna av
islam, sum nú hevur fingið heitið
“islamisma”.
Í dag arbeiðir Martin Krasnik
sum korrespondentur fyri
Weekendavísina, men vit kenna
hann best sum reyðhærda
sjónvarpsvertin við kontanta
stílinum í tíðindasendingini
Deadline á Danmarks Radio, har
hann arbeiddi frá 2002 til 2004.
Fimm vitjanir
Úrslitið av ferðini gjøgnum
arabiska heimin var bókin “De
retfærdige. En islamisk stafet”,
sum hevur verið millum mest
seldu bøkur í Danmark um
ársskiftið, samstundis sum
hann eisini lat úr hondum
dokumentarsendingina “På Guds
parti”, sum hevur verið víst
á DR2. Men hví valdi Martin
Krasnik at fara undir eina so
stóra og umfatandi verkætlan?
– Kjakið um relatiónirnar
millum muslimska heimin og
vesturheimin høvdu mín stóra
áhuga og vóru sera dominerandi
gjøgnum øll nítiárini, og eftir 11.
september í 2001 kulmineraði alt,
tá sjálvmorðsbumbumenn flugu
inn í World Trade Center. Men eg
hevði eina kenslu av, at alt kjakið
bygdi á óklárar hugmyndir og
diffusar fyristillingar. Eg vildi
vita meiri og valdi tí sjálvur at
fara avstað og nýta tíð saman
við framstandandi islamistum,
greiðir Martin Krasnik frá.
Tað gjørdist tilsamans til
fimm vitjanir hjá Krasnik. Hann
vitjaði ein universitetsprofessara
í Teheran í Iran. Ein talsmann
hjá størsta politiska flokkinum í
Miðeystri, Hizbollah í Libanon.
Ein fjølmiðlaráðgeva hjá størsta
andstøðuflokkinum í Pakistan.
Ein hægstarættardómara og
serfrøðing í sharia-lóggávuni
í Saudi-Arabia. Og til seinast
redaktørin á tíðarritinum hjá
muslimska felagsskapinum Hizb
ut-Tahrir í London.
– Eg vildi gera eina roynd at
skapa ein veruligan dialog. Eina
veruliga samtalu millum ein
sekulariseraðan demokrat og ein
religiøsan islamist. Eg vildi læra
hesar persónar at kenna. Eg vildi
nýta tíð saman við teimum, sigur
Martin Krasnik.
Daman óttaðist
Mong ráddu honum frá at fara
til so vandamikil øki, ikki minst
tí Martin Krasnik sjálvur er av
jødiskum uppruna. Søgurnar
um vesturlendskar journalistar,
sum verða tiknir og burturførdir
av víðgongdum muslimum,
eru fleiri, ikki minst eftir at
kendi amerikanski og jødiski
journalisturin Daniel Pearl
varð tikin og hálshøgdur í
Pakistan fyri opnum skíggja.
Sjónvarpsmyndirnar fóru sum
ein skelkur um allan heim
og eru í dag vorðnar ímynd
av vandamiklu tilveruni
hjá vesturlendskum korre
spondentum í arabiska heiminum.
– Daman hjá mær var mest
bangin og royndi, hvat hon kundi
at tosa meg frá mínum ætlanum,
og mamma græt, tá eg segði
henni, at eg fór til Pakistan. Men
tað er eftir øllum at døma hetta
famøsa journalistiska instinktið,
sum noyðir ein at fara. Men nú
skulu vit ikki yvirdríva. Fleiri
túsund vesturlendskir journalistar
arbeiða í regiónini og merkja ikki
til nakran vanda, sigur Martin
Krasnik.
Hann greiðir frá, at tey, hann
vitjaði, tóku sær væl av honum
og vóru gestablíð hampafólk.
Men hann viðgongur tó, at
honum ikki dámdi at fara til
Pakistan og Saudi-Arabia. Minni
um Daniel Pearl lá onkunstaðni í
tilvitskuni og lúrdi.
– Eg royndi, hvat eg kundi, at
fjala mín jødiska samleika, júst
tí eg ikki vildi, at endaleysa
stríðið millum jødar og arabarar
skuldi koma at dominera okkara
samrøður. Men teir kendu mín
uppruna og løgdu mær eina
við at ansa mær, endar Martin
Krasnik.
Islamisma undir sjóneykuni
Hóast mamman græt,
og daman gjørdi alt fyri
at fáa hann at broyta
ætlan, fór 35 ára gamli
danski journalisturin
Martin Krasnik á sumri
í 2004 til arabiska
heimin at hitta og hava
samrøður við politiskar
og andaligar leiðarar
í fimm londum. – Eg
vildi gera eina roynd
at skapa ein veruligan
dialog millum ein
sekulariseraðan
demokrat og religiøsar
islamistar, sigur
Martin Krasnik, sum
mánadagin kl. 19
hevur fyrilestur í
Miðlahúsinum
Journalisturin Martin Krasnik
hevur fyrilestur í Miðlahúsinum
mánakvøldið 10. apríl kl. 19 um
sína ferð gjøgnum arabiska
heimin, sínar hugsanir um islam
sum politiska hugsjón og ikki
minst um viðurskiftini millum
vesturheimin og muslimska
heimin. Eftir tiltakið verður høvi
at seta spurningar og at kjakast.
FAKTA
– Kjakið um relatiónirnar millum muslimska heimin og vesturheimin bygdi á óklárar hugmyndir og diffusar fyristillingar. Eg vildi vita meiri og valdi tí
sjálvur at fara avstað og nýta tíð saman við framstandandi islamistum, sigur Martin Krasnik, sum mánakvøldið kl. 19 hevur fyrilestur í Miðlahúsinum