fríggjadagur 7. apríl 2006síða 28
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
28
EGNARIN
Frits Johannesen
Fyri stuttum hevði Sjónvarpið
sending frá Klaksvík um støðuna,
nú tunnulin millum Leirvík og
Klaksvík letur upp. Eg sat og
hugdi at hesi køldu sending sum
kulsandi stari á telefontráði. Hvat
var meiningin við hesi sending?
Tú sást forrætningsmann standa í
durinum og hyggja við langtandi
eygum eftir kundunum. Tú sást
víðar kavafløtur fara um skíggjan,
sum um hetta var í Sebir. Tá ið
sendingin var liðug, sat eg eftir
á tráðnum og krepti beinið upp
undir meg: Kalt er í Klaksvík, og
tað verður kaldari, tá ið tunnilin
letur upp, tí tá verður so nógvur
gjóstur.
Egnarin, hjá Archibald Black
stendur so fattur á bryggjuni í
mótljósi og hevur borið mangt og
mikið á sínum herum. Listamenn
um tann víða heim, hava mangan
málað lutir og fólk í mótljósi.
Heðin Kambsdal, listamaður úr
Fuglafirði er meistari á hesum
øki. Mótljósið spælir sær dagliga
millum firðir og sund, serliga
har fjøllini eru høg. Hetta hevur
Heðin fest á løriftið, eins og
skaparin sjálvur ger tað, hóast
flestu myndir hansara eru úr
Fuglafirði, kundi hetta eisini
verið í Klaksvík. Hesar myndir
eru stak fjálgar.
Kalt? Nei, nei, nei, nei, nei!
Mótljósið er fjálgt. Hóast tú
kanska ikki altíð sær skapið, sum
tað eigur at vera, so er skugga
myndin livandi. Glámlýsið er
eitt slag av mótljósi, har alt deytt
verður livandi, og tey livandi
verða lívligari. Soleiðis er tað
eisini í Klaksvík. Klaksvíkin
hevur altíð verið ein livandi
staður við fjøllbroytnum
mentanarlívi. Hetta ber hin
tigandi egnarin boð um. Stinnur
og sterkur í mótljósi. Kring
hann er øll Klaksvíkin. Hann
er eitt endurskin av tí, ið havið
gevur, sum allir føroyingar
eru tengdir at. Úr hansara
hondum kemur lívið. Hann
er neistin, íbirtarin, hin fjálgi
boðberin, sum stendur stillur og
stinnur á bryggjuni í mótljósi
og sigur frá einum dyggum
skaldakendum drátti, sum er á
hesum staði. Klaksvíkin er rík.
Kór, Studiu Pegasus, Klaksvíkar
hornorkestur, listafólk, Leika
lund, Norðoyar dansifelag, Sjón
leikarafelagið, KÌ, Stjørnan,
flogbóltur, Norðoya Sparikassi,
Alex Sólstein, Jógvan við
Keldu, Dávur Winther, Steitór
Rasmussen, Kular røtur, Frændur,
popporkestur, skiparar, Kósin,
línubátar, trolarar, útróðrarmenn,
langfaratrolarar....... og ein
egnari í mótljósi.
Tá ið tunnilin letur upp
verður fjálgari í Klaksvík, og
klaksvíkingar fara at menna seg
uppaftur meir. Eg fari at heita
á alt Føroya fólk um at fara
til Klaksvíkar, tá ið tunnilin
letur upp, at hyggja at tí fjálga
egnarinum hjá Archibald.
Hetta er eitt frábera gott, fjálgt
listaverk. Øll Klaksvíkin er í
hesari standmynd, sum verd er at
skoða.... og hetta er ikki í Sebir!
Ein egnari
í mótljósi
Eg fari at heita á alt Føroya fólk um at fara til
Klaksvíkar, tá ið tunnilin letur upp, at hyggja at
tí fjálga egnarinum hjá Archibald. Hetta er eitt
frábera gott, fjálgt listaverk. Øll Klaksvíkin er í
hesari standmynd, sum verd er at skoða, hugleiðir
Frits Johannesen
Egnarin hjá Archibald í Klaksvík