fríggjadagur 7. apríl 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
29
Ferðing
Inna Tørnroos
inna@sosialurin.fo
Ferðin til Golden Sands í
Bulgaria er stóra málið hjá 10.
flokki í Sørvágs skúla. Tey hava
latið millum 50 og 100 krónur
hvønn mánað, síðan tey vóru
10 ár, og síðani desember í
fjør hava tey havt tiltøk fyri at
savna pening til ferðina. Tey
hava skipað fyri marknaðardegi,
stuðulsrenning, selt lutaseðlar, og
nú stendur kondibingo og dansur
á skránni.
Stuðulsrenningin gekk fyri seg
upp á tann mátan, at tey fingu
fólk at gjalda nøkur oyru fyri
hvønn metur, tey runnu – tað vil
siga runnu tey langt, fingu tey
nógvar pengar, og runnu tey stutt
var minni av pengum. Ein hálvan
tíma kundu tey renna. Tann, ið
savnaði mest pening saman upp
á hetta, var Sheila Lið, sum rann
4,5 kilometrar og fekk 4.738
krónur.
200.000 krónur skulu tey savna
saman fyri at gjalda ferðina fyri
22 næmingar, tveir lærarar og eitt
foreldur, ið skulu við á ferðina.
Higartil hava tey 150.000
Restina av peninginum ætla tey
at savna saman við teimum 5000
lutaseðlunum, tey skulu selja,
kondibingo beint aftan á páskir
og stóra dansinum í Sørvágs Bio
við Sjómonnum 13 mai.
Lummapengar verða tey noydd
at orðna sjálvi.
Alt goldið
Orsøkin til at tey valdu Bulgaria,
var at ongin av teimum hevði
verið har fyrr, og so er tað eitt
spennandi og nýtt ferðamál.
Tey fara til eitt sokallað »All-
inclusive« hotel, har alt longu
er goldið, tá tey koma. Allar
máltíðir, drykkir og ítriv eru
íroknað prísin.
Kravið hjá teimum, tá tey
avgjørdu ferðamál var, at tað
skuldi verða nógv sól og heitt, og
at ein svimjihylur skuldi verða
tøkur.
Tey verða eina viku í
Bulgaria og gista tvær nætur
í Keypmannahavn ‒ eina á
vegnum til Bulgaria og eina á
vegnum heimaftur.
Tá tey koma heim eru bara
munligu royndirnar eftir
hjá teimum, og síðani fara
tey hvør í sína ætt. Onkur
ætlar sær á student, onkur vil
arbeiða og onnur velja SIT og
Handilsskúlan.
Á veg til Bulgaria
‒ Um 51 dagar fer 10. flokkur til Bulgaria.
Tað stendur við stórum bókstavum inni í flokshølinum hjá tígginda
flokki í Sørvági.
Tey hava savnað pening til ferðina, síðani tey gingu í fjórða flokki, og
skótt gerst dreymurin verðuleiki
10 flokkur í Sørvági gleður seg óført at fara til Bulgaria.
»Tað skal verða sól og heitt og ein svimjihylur«