fríggjadagur 7. apríl 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Lýs teg sjálvan við trimum
orðum:
Arbeiðssom, jalig og eitt sindur
tvør
Hvat orð ella hvønn setning
nýtir tú oftast?
Fínasta slag!
Hvørjum hyggur tú at hjá
hinum kyninum?
Eg hyggi eftir heildini og
persónligheitini
Hvussu langa tíð nýtir tú at gera
teg kláran um morgunin?
Umeið ein hálvan tíma
Hvat stressar teg?
Tað, sum stressar meg ómetaliga
nógv fyri tíðina, er høgrarákið í
føroyskum politikki, og tað at ein
flokkur sum fólkaflokkurin fær
so lætt spæl. Hvar eru allar tær
røddirnar, sum vilja eitt annað
samfelag, enn tað, ið bara letur
tann ráða kaptalin stýra????
Hvat gleðir teg?
Eg eri næstan altíð glað, tí kann
eg illa seta orð á, hvat tað er sum
gleðir meg. Eg gleðist væl um lívið
og alt, ið tað inniber av undran,
kenslum, upplivingum, fólki osfr.
Nær feldi tú seinast eitt tár?
Tað gjørdi eg, tá eg fyri nøkrum
døgum síðani fyri aðruferð hugdi
at filminum hjá Clint Eastwood
Milliondollar-baby. Tann filmurin
nemur á ein heilt serliga hátt við
tað at vera menniskja og ávirkaði
meg rættuliga sterkt.
Nær smakkaði tú tær seinast á?
Fyri 14 døgum síðani tá eg var í
Kagganum við nøkrum vinkonum
og lurtaði eftir tónleiki.
Hvat var seinasta ynski,
sum tú fekst uppfylt?
Tað var, tá ein av mínum
næstringum fekk góðar og
virðiligar umstøður.
Hvar arbeiðir tú?
Eg arbeiði hálva tíð hjá
felagnum Javna og hálva tíð sum
samskipari av Asfalt. Deiliga
ymiskar uppgávur við ymiskum
avbjóðingum.
Hvørji ráð hevur tú til fólk,
sum ætla sær at starvast á
mentanarpalllinum?
Ja, hvat skal eg siga annað enn, at
hevur tú eitt brennandi ynski um at
skapa og fyriskipa tiltøk á føroyska
mentanarpallinum, so skalt tú bara
gera tað. Men tú skalt eisini gera
tær greitt, at tað er hart arbeiði
og at uppgávurnar fevna heilt frá
fíggjarstýring til at vaska gólv, so
ver fleksibul.
Hvat er besta uppfinningin
og hví?
Treo-brúsitablettir. Tær hava bjarga
mongum degi
Hvat hevur tú í lummunum
beint nú?
Fartelefon og fetteljara
Hvat er títt besta heimaráð?
Ver tann, tú ert, í øllum tí tú gert.
Einfalt, men ótrúliga umráðandi.
Hvør er stuttligast í Føroyum
og hví?
Tær stuttligastu í Føroyum eru
í míni verð systir mín Heidi og
vinkonan hjá henni Ann Britt, tá
tær eru í essinum. Tær hava ein
deiliga ráðan suðuroyar humor,
har tingini uttan stórvegis hóvasták
kunnu gerast rættuliga absurd og
hylandi stuttlig
Hvør er keðiligast í Føroyum
og hví?
Ongin er beinleiðis keðiligur, øll
eru bara ikki líka sprøklut.
Hvussu ofta speglar tú tær?
Tá eg komi framvið einum spegli
Hvussu ofta ert tú hjá frisør?
Eg eri hjá frisør umleið 6 hvørja
viku
Hvør er tín stuttligasta uppliving
innan arbeiðið við at fyrireika
tónleikatiltøk?
Tað hava verið nógvar stuttligar og
absurdar hendingar í fyrireikingini
av G! Festivalinum. Serliga
tímarnar beint áðrenn festivalurin
byrjar hava verið ómenniskjansliga
kaotiskir og tá henda nógv løgin
ting. Men tað mest løgna, serstaka
og allarhelst eisini nakað av
stuttligasta eg havi upplivað er
indarin Murari sum var á G! 2003.
Hansara verumáti og ikki minst
framførsla við guddommuligum
dansi, gjørdu hann til ein
rættuligan kult-figur millum
fyrireikarnar. Tey sum upplivdu
hann á G! 2003, skilja uttan iva hví
hann fekk hesa serstøðu.
Annlis Bjarkhamar, 32 ár,
dagligur leiðari hjá
Javna og samskipari
av Asfalt
»Treo-brústablettir eru besta uppfinnin«
Nr. 60 - 24. mars 2006
31