fríggjadagur 7. apríl 2006síða 32
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
Nr. 70 - 7. apríl 2006
Sosialráðgevi til Suðuroyar deild
Vit sóknast eftir fólki við sosial-
ráðgevaraútbúgving. Tað er ein
fyrimunur, um tú hevur royndir
innan almenna fyrisiting, góðan
telduførleika á brúkarastøði,
kunnleika til skrásetingararbeiði
og góðan førleika í føroyskum.
Lønar- og setanarviðurskifti
Starvið verður sett og lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið
og Starvsmannafelagið í lønarbólki
6. Starvsøkið er Suðuroyar deild,
og fevnir annars um øll øki hjá
Almannastovuni.
Okkara ynski er, at tú ert virkin
og nýhugsandi, hevur góð sam-
starvsevni, og arbeiðir sjálvstøðugt
við at loysa uppgávunar í samsvari
við endamálið hjá stovninum og
teir málsetningar stovnurin hevur.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um
ráðgeving og vegleiðing av
borgarum um rættindi og skyldur
í sambandi við almannaspurn-
ingar, íverksetan av fyriskipanum,
gerð av tilráðingum í sambandi
við umsóknir um fyritíðar-
pensjónir og annað.
Nærri upplýsingar um
starvið fáast við at venda
sær til John Mortensen,
deildarleiðara, tel. 353560.
Umsóknarfreist
Skrivlig umsókn skal verða
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 22. apríl 2006.
Send umsóknina til
Almannastovuna,
Smyrilsvegur 20,
Postboks 3096,
110 Tórshavn.
Á Økisdeildini í Suðuroy starvast 4 fólk.
Tú verður partur av einum stovni, sum
alla tíðina má tillaga seg broytingarnar í
samfelagnum og taka við avbjóðing-
unum, sum liggja í tíðini og í framtíðini.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Á deildini hjá Almannastovuni á Tvøroyri er eitt fulltíðarstarv sum
sosialráðgevi leyst at søkja.
ENDURLÝSING:
almannastovan@almannastovan.fo
www.almannastovan.fo