Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 33

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Ritstjórn: Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo 33 Guðrið Helmsdal á týskum Hon boðaði frá nøkr­ um heilt nýggjum í føroyskari yrking, tá hon fyrstu ferð gjørdi vart við seg fyri meir enn 40 árum síðani. Nú gevur Guðrið Helmsdal aftur ljóð frá sær – hesu­ ferð eisini í týskari um­seting Nýggj týðing Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Tað kom ikki sørt óvart á Guðrið Helmsdal, tá týski útgevarin Paul Albert Kleinert vendi sær til hana, og bað um loyvi at geva eitt úrval av hennara yrkingum út á týskum. – Eg skilti ongantíð heilt, hvað­an hesin nýggi áhugin fyri mínum yrkingum stavaði. Men hetta er avgjørt stuttligt og áhuga­ vert, sigur Guðrið, sum hevur givið yrkingasavninum heitið Stjørnuakrar ella Sternen­felder á týskum. Nýggja savnið kemur út um miðjan mei mánað. Tvímálsligt savn Stjørnuakrar-Sternenfelder er eitt tvímálsligt savn við 18 yrk­ ingum, har teksturin bæði er á føroyskum og í týskari týðing. Yrkingarnar eru úr søvnunum Lýtt Lot (1963) og Morgun í mars (1971) umframt nakrar, ið áður bert hava verið á prenti í bløðum og tíðarritum. Tað er Guðrið sjálv, sum hevur valt yrk­ingarnar, meðan Anette L. M. Nielsen hevur týtt. Anette er týsk, men hevur búð í Føroyum í meir enn 20 ár, og Guðrið dylur ikki yvir, at hon kennir seg sera hepna at tað var júst Anette, sum fekk uppgávuna at týða yrkingarnar. – Anette hevur tikið ‘tað før­ oyska’ til sín á ein hátt, so hon lætt fær ímynda sær huglagið í yrk­ingunum, sum ofta taka støð­ ið náttúruni, veðurlagnum og ár­stíðunum. Hartil er hon sera musi­kalsk og fangar tí sera væl rútm­una í tekstinum, sigur Guðrið. Framvegis nýskapandi Tað var umvegis týska/føroyska felagið Tjaldur, Anette fekk fyrispurningin um at týða nakrar yrkingar eftir Guðrið Helmsdal til nýggja savnið. Sjálv hevur Anette altíð verið hugtikin av yrkingunum hjá Guðrið og helt tí uppgávuna ljóða ógvuliga spennandi. Og hon skilur væl, hví júst yrkingarnar hjá Guðrið hava vakt serligan áhuga. – Tað er nakað lætt og fínligt yvir yrkingunum hjá Guðrið – ein máti at mana fram hugløg, sum eg ikki havi sæð hjá øðrum føroyskum yrkjarum. Eisini hevur hon eini serlig evni at seta gerandisfyribrigdi inn í ein óvæntaðan samanhang á ein hátt, so tú mest sum sært tey fyri fyrstu ferð, sigur Anette. Hon ásannar, at tað ikki altíð hevur verið so lætt at raka júst tað rætta huglagsberandi orðið á týskum, og at hon hevur arbeitt nógv við at endurskapa litríka málið og serligu rútmuna í yrkingunum. Yrkingasøvnini Lýtt Lot og Morgun í mars góvu í 1974 Guðrið Helmsdal virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bók­ mentir. Í grundgevingini varð millum annað sagt, at við hes­um søvnunum hevur yrkjarin “reiði­ liga brotið slóð fyri kvinnu­ligum skaldskapi, og at hon hevur ført okkum ein nýggjan strong inn í føroyskan skaldskap.”. Men hóast meir enn 40 ár eru liðin, síðani Guðrið Helmsdal gjørdi vart við seg sum ein av fyrstu veruliga modernaðu føroysku yrkjararnum, heldur Anette tað nýskapandi framvegis vera eitt eyðkenni við yrkingunum. – Tað eru meir enn 30 ár mill­ um tað elstu og tað nýggjastu yrkingina í savninum, og tað er týðiligt, at ein broyting fer fram. Her er tað serliga áhugavert at fylgja menniningini hjá yrkjaranum, har hon støðugt endurnýggjar seg sjálva, sigur Anette. Eisini at fáa í Føroyum Stjørnuakrar – Sternenfelder verð­­ur givin út í Berlin, men verð­­ur eisini at fáa til keyps í Før­ oy­um. Anette hevur fyrr gjørt týð­ ingar, ið eisini hava verið seld­­ar í Før­oy­um, og veit hon av roynd­um, at slíkar útgávur eru ser­liga væl um­tóktar mill­um ferða­­fólk. Men eisini fyri føroy­ingar er hetta eitt áhuga­vert savn, heldur hon, mill­ um ann­að tí Lýtt lot langt síð­ani er út­seld frá for­­lag­­num, og tí fleiri av hinum yrk­ing­unum ikki hava verið útgivnar fyrr. Hóast tey bæði einastu søvnini, Guðrið Helmsdal gav út, vórðu virðislønt, hevði hon ikki sjálv tær stóru ambitiónirnar við síni yrking. – Tíðirnar vóru øðrvísi tá, og eg sá tað nokk ongantíð av álvara sum ein møguleika at gerast høvundur burturav. Kanska tað hevði verið øðrvísi í dag, grunar Guðrið, sum er spent at síggja, um yrkingarnar framvegis kunnu vekja áhuga. Sjálv ímyndar hon sær, at tað kundi verið áhugavert at brúkt savnið sum frálærutilfar í týskum á skúlum. Í sambandi við útgávuna fer Guðrið til Berlin og Leipzig, har hon skal lesa yrkingarnar upp á føroyskum, meðan ein týskur upplesari lesur týðingarnar. Tað er týska forlagið Projekte- Verlag, sum gevur Stjørnuakrar – Sternenfelder út. Til ein gamlan skyldmann Uttan fyri tína hurð glógvar ein stjørnulind hesa lýggju sirmvátu heystnátt. Síggi fyri mær ein farra av ævinleikabrosi í tínum smíli. “Juni er sóljumánaðin, sóljurnar tær hava so stutta tíð,”segði tú ein junidag. Men himmalsins stjørnuakrar aftan fyri hellurnar í tínum túni manst tú døkk kvøld hava borið við tær inn í dreymin. (Bragi, 30.09.89) An einen alten Verwandten Draussen vor deiner Tür funkelt ein Sternenmeer in dieser nieselregnerischen, warmen Herbstnacht. Sehe vor mir in deinem Lächeln ein Stück heilige Ewigkeit. “Juni der Monat der Sumpfdotterblume nur kurze Zeit ist ihnen gegönnt,” sagtest du einmal im Juni. Die himmlischen Sternenfelder hinter den Klippen in deinem Hof, hast du wohl an dunklen Abenden in deine Träume miteinbezogen. Úr savninum Stjørnuakrar - Sternenfelder – Guðrið Helmsdal, høgrumegin, kennir seg sera hepna at tað varð Anette Nielsen, sum fekk uppgávuna at týða yrkingarnar til nýggja savnið Mynd: Jens Kristian Vang