Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 60 - 24. mars 2006 36 Myndir Ásmundur er eiðismaður, fødd­ ur í 1931. Hann byrjaði í 50- unum at fotografera, og hetta vant uppá seg, til foto bleiv hansara yrkisvegur. Hann gav út postkort við myndum av føroysku náttúruni, og síðani gav hann eisini út myndabøkurnar ”Føroyar í myndum” við teksti hjá Hans Thomsen. Harumframt fotograferaði hann í samband við øll møgulig høvi, brúdleyp, skipsdópar, almennar vitjanir osfr. Hansara myndir hava verið at sæð í nógvum tíðarritum og bløðum. Ásmundur tók myndir til bókina ”Blandt frender på Færøyene”, eins og hann tók myndirnar til bókina ”Føroysk list”, sum Emil Thomsen gav út við teksti hjá Williami Heinesen. Hann og Eyvindur Mohr lever­ aðu myndir til tey fyrstu før­ oysku frímerkini. Ásmundur var sjálvlærdur fotografur. Hann hevur eitt serligt myndaeyga og ein serligan áhuga fyri føroysku náttúruni, og hann ferðaðist nógv kring oyggjarnar við sínum Hasselblad myndatóli. Umframt føroyamyndirnar, sum eru kendar frá vøkrum postkortum og myndabókum, hevur Ásmundur Poulsen gjørt fleiri áhugaverdar portrett­myndir. Myndir hjá Ásmundi Poulsen Í sambandi við at Ásmundur Poulsen fotografur í Havn fylti 75 ár 22. februar 2006, sýna vit her nakrar av hansara áhugaverdu gomlu myndum Ásmundur Poulsen, fotografur, við einum Ford Prefect frá 40-unum Esther, kona Ásmund Dóttirin við kettu