Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-07, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. apríl 2006síða 47

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 70 - 7. apríl 2006 47 Sudoku hevur veru­ liga tikið dik á seg her heima í Føroyum. Ein kann rætt og slætt siga, at hetta er vorðin ein sonn dilla. Fólk sita púra bergtikin av hesum spæli og royna at finna eina loysn uppá tey mongu tøl, ið skulu skrivast í rættan teig Sosialurin valdi at royna at seta eina Sudoku-kapping í bløðini í desember mánaða og hetta má sigast at hava eydnast sera væl. Sudoku- loysnir hava streymað inn í hópatali, tó hesaferð kann sigast at hava verið metstór undirtøka. Ongantíð, síðan Sosialurin byrjaði við hesi kapping, eru so nógvar Sudoku-loysnir sendar inn. Tað verður mett, at eini 5.000-6.000 loysnir komu inn. Eftir tógvi stríð og mangt huff og suff fingu starvs­ fólkini á Sosialinum samlað allar loysnirnar og Rúni Brim­vík frá Formula.fo dró vinnandi lepan úr stóra bunkanum. Hepni vinnarin gjørdis Durita K. Sørensen av Viðareiði og hon fær eina ný­tím­ans far­teldu, ið Formula.fo hevur latið. Formula.fo gevur eisini kom­­andi vinn­­ing­in, eina far­­teldu, í apríl mánaða og tann hepni vinnarin verður funn­in í mai. Vónandi verða eins nógvar loysnir sendar inn komandi mánaða. Sudoku Her síggja vit Rúna Brimvík trekkja vinnandi seðilin úr stóra bunkanum Durtita K. Sørensen av Viðareiði gjørdist hepni vinnarin av eini nútímans farteldu frá Formula