mánadagur 10. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 10. apríl 2006
5
Hósdagin 6. apríl
2006 hevði P/F Post-
verk Føroya aðalfund.
Hetta er fyrsti aðal-
fundur eftir, at felagið
varð stovnað í desem-
ber 2004
POSTVERK
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosiaurin.fo
P/F Postverk Føroya yvir-
tók virksemið hjá Postverki
Føroya 16. desember 2005
við virkna frá ársbyrjan
2005.
Á aðalfundinum var so-
statt fyrsti ársroknskapurin
hjá felagnum lagdur fram,
verður gjørt greitt í tíðinda-
skrivi.
Úrslitið áðrenn avskriv-
ingar var 12,1 mió. kr. Eftir
avskrivingar uppá góðar
3,5 mió. kr. var talan um
eitt úrslit uppá góðar 8,5
mió. kr. Tá fíggjarpostar og
óvanligar útreiðslur eru
tiknar við, var úrslitið áðr-
enn skatt góðar 5,2 mió. kr.
Eftir skatt er talan um eitt
ársúrslit uppá góðar 4,2
mió. kr.
Samlaðu
inntøkurnar
vóru áleið á sama støði sum
í 2004.
Inntøkurnar av brøvum,
pakkum og filateli vóru
nakað hægri, meðan mun-
andi minking var í inntøku-
num av bløðum og pening-
asendingum.
Ein
ávís
minking hevur eisini verið í
inntøkunum av adressu-
leysum sendingum.
Postverkið vinnur sær á-
leið 90 % av inntøkunum á
økjum, har skyldistænasta
er áløgd felagnum.
Leiðslan metir, at úrslitið
fyri 2006 verður á nakað
sama støði sum í 2005.
Á
aðalfundinum
var
nevndin afturvald. Tey, ið
manna nevndina eru: Jan
Danielsen,
formaður,
Brynhild
Setberg
næstformaður
og
Ben
Arabo. Nevndarlimir valdir
av
starvsfólkunum
eru
Áslak Tausen og Korinta
Jarnfoss, ið komu í nevnd-
ina eftir aðalfundin.
Postverk Føroya hevði
góðar 4,2 mió kr í avlopi
Kendir teknarar úr
Danmark, Íslandi,
Noregi, Álandi og
Føroyum fara frá 22.
apríl at geva innlit í ta
speirekandi og skemt-
iligu listagreinina,
sum seinastu tíðina
hevur elvt til altjóða
kjak. Hetta verður í
Havn, har framsýning
letur upp leygardgain
22. apríl
TEKNARAR
Norðurlendski Mentanar-
grunnurin stuðlar fram-
sýningini við 100 000
krónum.
Sjeyti ára føðingardagur-
in hjá kenda føroyska
skemtiteknaranum,
Óla
Petersen, verður hildin við
eini sermerktari framsýn-
ing í Norðurlandahúsinum í
Havn.
Umframt at heiðra føð-
ingardagsbarnið er enda-
málið at vísa, at blað- og
keiputekningin er týdning-
armikil liður í tí samfelags-
kjaki, sum er ein fortreyt
fyri demokratinum. Um-
ráðandi er eisini at seta fok-
us á blað- og skemtitekn-
ingina sum listagrein.
Vikuna undan framsýn-
ingini verða workshops í
gamla, vakra handilshúsi-
num hjá Ryberg, har luttak-
andi teknarar fara at gera
aktuellar myndir frá al-
menna lívinum í Føroyum.
Hesar verða eisini at síggja
á framsýningini.
Norðurlendsku luttakar-
arnir eru Jørn Villumsen,
Claus
Seidel,
Annette
Carlsen, Roald Als og Bob
Katzenelson úr Danmark,
Finn Graff úr Noregi, Sig-
mund Jóhannsson (Siggi)
úr Íslandi, Jan Nordlund úr
Álandi og sjálvandi Óli Pet-
ersen sjálvur. Umstríddar
blaðtekningar verða sýndar
fram, og kjakast verður um
tær, í Miðlahúsinum í hesi
workshop-viku.
Norðurlendskar keiputekningar
á framsýning i Havn
Sjeytiára føðingardagurin hjá keiputeknaranum á Sosialinum,
Óla P verður hildin við eini serstakari framsýning í
Norðurlandahúsinum
Sandoyar Kunning-
arstova og Sand-
oyar Sýslu Ferðalag
skipaðu fríggja-
dagin 7/4 fyri mót-
tøku í hølunum,
sum Kunningar-
stovan húsast í.
Hetta tí at nýggjur
leiðari er settur í
starv í Kunningar-
stovuni, sum um-
boðar alla sýsluna,
Sandoy, Skúvoy og
St.Dímun
KUNNIGARSTOVA
dagfinn@sosialurin.fo
Kunningarstovan hevur
verið stongd vetrarhálv-
una, og tí er tað bara gott
at hon nú umsíðir er latin
uppaftur. Nýggi leiðarin
eitur Anja Sandoy, sum
býr á Sandi, verður boð-
að frá í tíðindaskrivi.
Sandoyar Sýslu Ferða-
lag og Kunningarstovan
skipa m.a. fyri reglulig-
um gongutúrum fyri
limir felagsins. Hvønn
mikudag kl. 20.00 verð-
ur gingið regluligar túrar
ymsa staðni í oynni,
hetta eru meir at rokna
sum
motiónstúrar:
»Gakk fyri at halda teg í
gongd«. Fysti túrurin var
gingin seinasta týskvøld,
hetta tí guðstænasta er
mikudag í føstu, og fólk
vóru væl møtt upp til
túrin.
23/4 skipar felagið og
Kunningarstovan
fyri
gongutúrinum:
"Av
Sondum inn í Dal" og er
hetta ein túrur sum er
vælegnaður
til
børn
eisini.
Gingið verður eftir
vegnum Traðarmegin, í-
meðan Jóannes Jóhann-
essen, bóndi, greiðir frá
um gamlar gøtur og ann-
að áhugavert. Eftir túrin
hava tey luttakandi møg-
uleika at fara í Texas at
fáa sær ein góðan bita at
eta.
Næsti túrur verður
gingin í Skálavík Kristi-
himmalferðardag.
Tá
verður Bjarni Dalsgaard,
Bjarni á Mølini, ferða-
leiðari. Gingið verður av
Skálhøvda undir Heiða-
fjalli oman til Skála-
víkar. Eftir henda túrin
verður
borðeitt
við
drekkamuði og pannu-
køkum niðri á Keldu.
Aðrir túrar sum felagið
fer at skipa fyri í summar
verða m.a. túrar til
Stóra Dímun og til
Skúvoy.
Kunningarstovan hev-
ur leingi arbeitt við at fáa
heimasíðuna hjá felag-
num
at
koyra,
www.visitsandoy.fo Har
liggur nógv tilfar um
túrar,
húsaútleigan,
bygdirnar í oynni og
annað forvitnisligt tilfar.
Heimasíðan er nógv
vitjað av fremmanda-
fólki, sum ætla sær at
leggja leiðini til sýsluna.
Eisini liggur ein tíðinda-
tænasta inni á heima-
síðuni
við
teimum
nýggjastu
tíðindunum
innan ferðavinnu og ann-
að viðkomandi.
Sandoyar Sýslu Ferðalag og
Kunningarstovan:
Eru aftur virkin
Kunningarstovan á Sandi er nú aftur virkin
Samlaðu inntøkurnar hjá Postverki Føroya í fjør vóru á leið á sama støði sum í 2004