Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 71 - 10. apríl 2006 Nú fáa íslendingar høvið at uppliva, at føroyskur tónleikur er annað enn Georg, James, Eivør, Týr og 200, tá seks føroyskir bólkar fara á pall í best umtókta spælistaðnum í Reykjavík ÙTFLUTNINGUR Orð/mynd: Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Leygarkvøldið 22. april skipa Menningarstovan, TUTL og Norðurlandahús- ið fyri fyri stórari konsert við 6 føroyskum bólkum einum íslendskum bólki í vælumtókta konsert- og dansistaðnum NASA í mið- býnum í Reykjavík. Fjórða AME tiltakið Tiltakið verður nevnt "AME-Reykjavík" og hev- ur tilendamáls at skapa á- hugað fyri føroyskum tón- leiki í Íslandi. Hetta er fjórða AME tiltakið, ið Norðurlandahúsið skipar fyri, tvey hava verið í VEGA í Keypmannahavn í 2004 og 2005, meðan Nor- ðurlandahúsið í Føroyum var karmur um tiltakið í apríl í fjør. Aftur hesaferð er Altantic Airways við sum stuðul á tiltakinum. Nakað av tí besta Luttakandi bólkarnir á AME Reykjavík eru nakað av tí besta, ið føroyski tón- leikaheimurin hevur at bjóða innan rokk og popp. Høgni Lisberg, Lena, Deja Vu, Makrel, Marius og Gestir . Harumframt luttek- ur íslendski bólkurin Dikta Frá Ssa Ssa Sa Sa til Musclemanblað Føroyskur tónleikur hevur vunnið alsamt størri lurtar- askara í Íslandi seinnu ár- ini, har nýggjari bólkar sum Týr, 200 og serliga Eivør hava fingið nógvar áhoyrar í bróðurtjóðini í vestri. Bæði Týr og Eivør hava selt nógvar fløgur og havt ovastu rók á íslendsku hittlistunum, meðan 200 og teirra Musclemanblað mundu koppað Iceland Air- waves festivalin í fjør. Men søguliga hevur tón- listarliga tilknýtið altíð ver- ið stórt millum tjóðirnar. Nevnast kunnu James Ol- sen og risa stjørnan í 80’u- num George eystan Á, ið næstan kundi ganga á vatn- inum í Íslandi, ið øllum førum á Vatnajøklinum. Áhugaverdur marknaður Fyri føroyskari tónleikabólkar er íslendski marknaðurin sera áhugaverdur, tí hóast hann ikki er stórur, so kann hetta lætt tví- ella trý falda søluna av eini føroyskari útgávu. Hetta merkir í veruleikanum munin á undirskotið og yvirskotið av eini fløguútgávu. Í Íslandi hava miðlarnir víst AME Reykjavík stóran ans. Bæði Ríkisútvarpið, tonlist.is, visitreykjavik.is og aðrir miðlar hava skrivað um tiltakið á sínum heimasíðum, og sjónvarp og útvarp fyrireika innsløg frá innrásini. Størri útboð av føroyskum tónleiki Atgongumerkini kosta 1500 íslendskar krónur og kunnu keypast í Skifuni á www.midi.is Dyrnar lata upp klokkan 20.30 og konsertin byrjar klokkan 21.00. Í sambandi við konsertina er útboðið av føroyskum tónleiki í Skifuni munandi størri í apríl. AME Reykjavík: Føroyskur tónleikur ger innrás Mynd: Marius vann GBOB og vann nógvu hjørtu í London finaluni, nú fer bólkurin til Íslands at vinna hjørtu Høgni Lisberg hev- ur úr at gera um mánaðarskiftið mai/juni. Hann lut- tekur á tveimum festivalum, eini stórari danskari út- varpskonsert og einum norður- lendskum tónleika verkstaði, alt innan fyri seks dagar Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Asfalt kunngjørdi her- fyri, at Høgni Lisberg verður millum nøvnini á stóra tiltakinum í Tórs- gøtu fyrsta vikuskiftið í juni, nú almannakunn- gerð Spot Festivalurin í Århus eisini, at Høgni luttekur har. Høgni fer á tann sokallaða singer/- songwriter pallin á Spot Festivalinum. Hetta er júst sami pallur, sum Teitur framførdi á, tá hann fekk fyrstu sam- bondini, ið seinni gjørd- ust til ein altjóða útgávu- sáttmála. Spot festivalurin er í døgunum 1. til 3 juni og asfalt er 2. og 3, so her er talan um tvær konsertir á tveimum festivalum í tveimum ymiskum lond- um innan fyri í mesta lagi 3 dagar. Men hetta verður bert endin á eini sera hendingaríkari viku fyri Høgna Lisberg. Tónleikaverkstaður Í døgunum undan Spot festivalin luttekur Høgni Lisberg í einum norður- lendskum singer/song- writer verkstaðið, saman við 11 ørðum norður- lendskum listafólkum innan hesa tónleika- grein. Tað er Christian Ulf-Hansen, umboðs- maður hjá Teitur, ið verður verkstaðsleiðari. Hann heldur somuleiðis fyrilestrar um tónleika ídnaðin. Verkstaðurin verður á Vestbirk Høj- skole beint við Århus, í døgunum 29. mai til 1. juni. 31. mai spæla tey 12 listafólkini eina kon- sert, ið Danmarks Radio væntandi fer at senda. Somuleiðis er ætlanin, at eitt sjónvarpslið skal vera við teimum hesar dagarnar, og gera eina dokumentarsending um sangskriving. Higartil eru fýra danir: Lars Skjærbæk, Nicolai Funch, Pernille Gunvad og Rene Schmidt, tveir norðmenn: Johanne Ballovare og Magnus Eliassen, ein grønlend- ari: Simon Lynge og før- oyski Høgni Lisberg vát- taði á tónleikaverk- staðnum. Ein roynd at skapa sambond Tað er Roar Amundsen, ið hevur tikið stig til henda tónleikaverkstað í samstarvi við Dansk Rock Samråd. Enda- málið er lutvíst at skapa sambond millum lista- fólk innan hesa tónleika- grein úr ymisku norður- lendsku londunum, geva teimum íblástur, og brynja ungu listafólkini til eitt lív sum yrkislista- fólk. Men tónleikaverk- staðurin kann væntandi eisini kunna vanliga fólkið um hesa tónleika- grein. Høgni Lisberg umboðar Føroyar á norðulendskum tónleikaverkstaði (mynd: Símun Jóannesarson) Høgni hevur nógv jørn í eldinum