mánadagur 10. apríl 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 10. apríl 2006
Í seinastu viku
varð eitt elligamalt
handrit av einum
sokallaðum Judas-
evangelium lagt fram
í New York. Sambært
handritinum var
tað Jesus, sum bað
Judas svíkja seg, so
hann kundi takast av
døgum
Granskarar meta,
at av tí at handritið
er frá umleið ár 300,
er tað nógv yngri enn
evangeliini í Nýggja
Testamenti og tí ikki
eins álítandi
Hinvegin kann tað
vera ein góð kelda til
at vísa, hvussu fólk
hava uppfatað Jesus
tær fyrstu øldirnar
eftir, at hann varð
krossfestur
Judas
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Áhugin fyri átrúnaði er
stórur í hesum døgum. Fyri
ikki so langari tíð síðani varð
ein søga um ein danskan
prest, ið hevði orðað seg so
knortlut, at hann varð sagdur
ikki at trúgva upp á Gud,
ársins tíðindi í Danmark.
Her hjá okkum varð ein
heil sjónvarpssending við
Mentanartíðindum sett av til
kristindóm og list seinasta
fríggjakvøld, og mest selda
bók í heiminum í løtuni er
“Da Vinci-gátan” hjá Dan
Brown, sum vil vera við, at
Jesus og Maria Magdalena
vóru meira enn bara góð
vinfólk.
Tí var tað kanska ikki
so merkiligt, at eitt gamalt
handrit, sum varð avdúkað
hósdagin í Washington
D.C., hevur fingið alla
heimspressuna at standa
á øðrum endanum, nú
páskirnar stunda til. Eitt nú
hava bløð sum Berlingske
Tidende og Politiken givið
hesum handrit pláss bæði á
forsíðuni og í oddagreinini.
Lá í bankaboks
í nógv ár
Talan
er
um
eitt
gamalt
leðurinnbundið
papyrushandrit – eitt sokallað
codex – sum er skrivað á
koptiskum máli umleið
ár 300. Handritið telur 26
síður, og verður hildið at
vera skrivað av eftir einum
grikskum upprunahandriti
av Judas-evangeliinum, sum
granskarar meta varð skrivað
eina øld frammanundan. Í
næstan 1700 ár lá tað krógvað
í eini egyptiskari oyðimørk,
av tí at fornkirkjan metti, at
talan var um ranglæru.
Handritið er tað sokallaða
Judasevangeliið, har Judas
Iskarjot verður roknaður
sum ein hetja, av tí at hann í
mun til hinar lærusveinarnar
hjá Jesusi, er tann einasti, ið
skilir boðskapin hjá Jesusi
til fulnar. Judas velur at
vísa myndugleikunum, hvør
Jesus er, eftir boðum frá
Jesusi sjálvum, so hann kann
takast. Judas er greiður um,
hvat hann ger, tí sambært
Judasarevangeliinum skal
Jesus hava sagt við hann, at
hann skal verða bannaður,
men at hann hinvegin eisini
skal sleppa í himmalin, har
hansara stjørna skal skína
bjartari enn allar aðrar.
Handritið varð annars
funnið í 1970’unum nærindis
El Minya í Egyptalandi,
men hvarv síðani inn í ein
stongdan heim, har bert
antikvitetshandlar høvdu
atgongd til tað. Í 16 ár lá
handritið í eini bankaboks
í Hicksville í New York
og molnaði sundur, til ein
antikvitetssølumaður úr
Zürich, Frieda Nussberger-
Tchachos, keypti tað. Tað
eydnaðist tó honum ikki at
selja handritið víðari, og tí
gjørdi hann av í februar 2001
at geva tað til Maecenas
Foundation for Ancient Art
í Basel í Sveis, har starvsfólk
síðani kundu umvæla og
umseta handritið. Síðani
er handritið uppkallað eftir
hesum sølumanninum og
hevur fingið heitið Codex
Tchacos. Ætlanin er, at
Judasevangeliið aftur skal
til Egyptalands, har tað skal
liggja á tí koptiska savninum
í Kairo.
Fleri bíbliugranskarar
halda, at tað sum er komið
fram í hesum nýfunna
handriti, gevur okkum eina
mynd av, hvussu fólk í
fornkirkjuni hugsaðu.
Broytir ikki
kristnu læruna
Tað er tó eingin grund til at
halda, at heimssøgan verður
umskrivað av hesi orsøk.
Mogens Müller, professari
í Nýggja Testamenti á
Universitetinum í Keyp-
mannahavn, sigur við
Kristeligt Dagblad, at
handritið fer ikki at fáa
kristindómin
at
ridla,
og hóast talan er um eitt
evangelium, fer tað sambært
sambært honum ongantíð at
fáa innivist í Bíbliuni.
– Tað hevur helst einki
søguligt virði sum kelda til
okkara fatan av viðurskifitni
millum Jesus og Judas, av tí
at tað er skrivað millum ár
220 og 340 eftir Kristus. At
kalla tað eitt evangelium er
eisini eitt misvísandi heiti.
Evangeliini vórðu skrivað
millum ár 70 og 120 og
eru frásagnir um alt lívið
hjá Jesusi. Hetta handritið
mugu vit meira rokna sum
nakað, ið kann bólkast sum
eitt slag av skaldsøgu, men
tað kann geva okkum eina
mynd av, hvat fólk tíðliga
í kristnu kirkjuni hava
hugsað um viðurskiftini
millum Jesus og Judas,
sigur Mogens Müller. Hann
samanber hetta handritið
við onnur bíbilfornfrøðilig
handrit, sum vórðu funnin í
Nag Hammadi í Egyptalandi
í 1950’unum, har tey m.a.
funnu Tummas-evangelið,
sum í dag verður roknað
sum ein partur av teimum
apokrýfu skriftunum.
Við í hesum grevstri ella
fornfrøðiliga leitiarbeiði,
var Søren Giversen, doktari
í guðfrøði, sum sambært
Kristeligt Dagblad longu
hevur gjørt av at fara undir
at umseta Judasevangeliið
til danskt, hóast hann ikki
hevur sæð tekstin enn.
Umsetingin verður givin út
á Poul Kristensens Forlag.
Sum nevnt varð handritið
lagt fram hósdagin, og var
tað National Geographic
Society, sum skipaði fyri
hesum tiltakinum, ið varð víst
beinleiðis á internetinum.
Terry Garcia, varaforseti
í National Geographic
Society sigur við The New
York Times, at hetta er tað
týdningarmiklasti, forni
ikki-bíbilski teksturin, sum
er funnin tey seinastu 60
árini.
Var Judas ein judas?
“Jesus er bæði í Matt., Mark. og Luk. rættiliga hvassorðaður ímóti Judasi, tá hann undir kvøldmáltíðini skíriskvøld kunnger, at ein av lærusveinum fer
at svíkja hann”