mánadagur 10. apríl 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 71 - 10. apríl 2006
Tað munnu vera
fá, sum hava havt
so ringt orð á sær
sum Judas Iskarjot.
Eftir 2000 ár sum
ímyndin av einum
svikara, verður tað
helst seinur dagur,
áðrenn vit fara at
seta Judas í samband
við annað enn svik.
Men spurningurin,
hví Judas sveik Jesus,
hevur í fleiri øldir
hugtikið, og ikki
minst í listini hava
fólk givið svikaranum
ans
Judas
Theodor E. D. Olsen
theodor@sosialurin.fo
Hóast fleiri guðfrøðingar,
listafólk og onnur ofta hava
spælt sær við tankanum
um, hví Judas mundi svíkja
Jesus, so er Judasevangeliið
tað fyrsta forna handritið,
sum vil vera við, at tað var
Jesus, sum bað Judas gera
tað. Flestu guðfrøðingar eru
nevniliga samdir um, at tað
neyvan er sannlíkt, at tað var
av peningaligum orsøkum,
at Judas læt seg freista av 30
silvurpengum at svíkja sín
leiðara. Tó stendur í Jóh. 12,
4, at Judas var óreiðiligur í
peningaviðurskiftum, ja,
har stendur beinleiðis, at
hann var tjóvur. Hann var
nevniliga kassameistari hjá
lærusveinunum.
Sambært Luk. 22, 3 og
Jóh. 13,2 og 27 er tað tó
Sátan, sum er farin í Judas,
áðrenn hann svíkir Jesus.
Jesus er bæði í Matt.,
Mark. og Luk. er rættiliga
hvassorðaður ímóti Judasi,
tá hann undir kvøldmáltíðini
skíriskvøld kunnger, at ein
av lærusveinum fer at svíkja
hann.
Sjálvt svikið fór sum
nevnt fram við einum
kossi. Samb. Luk. 22,48
spyr Jesus: “Judas, svíkur tú
menniskjusonin við einum
kossi”, meðan Matt. 26,50
endurgevur Jesus fyri at
siga við Judas “Vinur mín,
hví ert tú higar komin”.
Tann danska útgávan av
sama ørindi ljóðar “Min
ven, nu har du gjort dit”, og
svenskar og norskar útgávar
stuðla meira tí donsku,
men har er tann føroyska
umsetingin
hjá
Jákup
Dahl saman við enskum
og týskum umsetingum
helst nærri teimum griksku
handritunum.
Í Matt. 27 stendur, at Judas
iðraði seg, kastaði peningin
aftur inn í templið til og
fór burtur og hongdi seg.
Høvuðsprestarnir keyptu
síðani jørð fyri peningin.
Ápostlasøgan ber tó eitt
sindur í bøtuflaka fyri Judas
og ger hann til ein part í Guðs
frelsuætlan. Í kap. 1,16-19
stendur, at skriftarorðið
skuldi ganga út, og at hetta
var orsøkin til, at Judas sveik
Jesus. Hinvegin stendur í
Ápostlasøguni, at tað var
Judas sjálvur, sum keypti
jørðina fyri pengarnar,
og at hann seinni stoyttist
eftir høvdinum, og støkk
sundur um miðjuna, so allir
innvølirnir komu út.
Jesus skuldi sleppa
undan likaminum
Tær fyrstu øldirnar eftir
at Jesus hevði livað her
á foldum, gingu nógvar
søgur um hann og hansara
lív. Judasarevangeliið er
helst skrivað av sokallaðum
gnostikarum, sum m.a.
trúðu upp á, at øll hava ein
himmalskan neista í sær,
men at hann er fangaður í
kroppinum, sum er av tí ónda.
Rithøvundurin, sum hevur
skrivað Judasarevangeliið
hevur helst hildið, at Judas
vildi gera Jesusi eina tænastu
við at slatra, hvør hann var,
tí so slapp hesin neistin úr
kroppinum hjá Jesusi, tá
hann doyði.
Fleiri onnur handrit, sum
hildið verður at gnostikarar
hava skrivað, eru eisini
funnin seinastu árini, m.o.
evangeliini eftir Tummas,
Mariu Magdalenu og Filip.
Gnostikararnir vóru ofta
undir eftirliti av biskuppum
og fornkirkjuligum leiða-
rum, sum ákærdu teir fyri
ranglæru.
Hóast Judasarevangeliið
ikki varð lagt fram fyri
almenningin fyrr enn seinasta
hósdag, so hava vísindafólk
leingi vitað av hesum teksti,
hóast tey flestu munnu
hava hildið, at hann langt
síðani var farin fyri skeytið.
Kirkjufaðirin Ireneus, sum
doyði umleið ár 200, nevnir
Judasarevangeliið í einum av
sínum tekstum. Spurningurin
er tí, um talan kann vera
um sama tekst, av tí tað
júst almannakunngjørda
handritið, sum nevnt er frá
ár 220 og 340 eftir Kristus,
meðan hetta helst er frá 180,
um Ireneus skal hava vitað
av tí.
Judas elvt til stríð
So hóast Judas sum heild
hevur verið umrøddur sum
“the bad guy” tey seinastu
2000 árini, so tykist tað
nú, sum eygfaringin og
viðgerðin av honum er
vorðin eitt sindur margbroytt
og nuanserað.
Judas hevur sum nevnt
eisini verið ein áhugaverdur
persónur hjá listafólki
gjøgnum tíðirnar. Tað var
nevniliga ikki bert í teimum
fyrstu øldunum eftir Krist,
at Judas hugtók gnostikarar
og onnur. Sum dømi kunnu
vit nevna sangleikin hjá
“Jesus Christ Superstar”
hjá Andrew Lloyd Webber
og Tim Rice, har Judas hevur
ein av høvuðsleiklutunum,
og ikki minst filmin “The
Last Temptation of Christ”
hjá Martin Scorsese, ið
júst hevur sama point sum
Judasevangeiliið, nevniliga,
at kossurin í urtagarðinum í
Getsemane var avtalað spæl
millum Jesus og Judas. Tó
var her ikki talan um nakra
gnostiska grundgeving,
men at Judas var hetjan,
sum skuldi gera tað skitna
arbeiðið. Filmurin vakti
mikla øsing, tá hann kom
fram í 1988. Ikki bert
í Føroyum, men eisini
uttanlands, og í hvussu er
ein persónur misti lívið í
einum av samanbrestunum
uttan fyri biografar, ið vístu
filmin. Tíbetur vóru teir
føroysku samanbrestirnir
mest at síggja í lesarabrøvum
í bløðunum. Filmurin varð,
nevniliga sagdur at vera
gudsspottandi, hóast hann
hóast alt endaði við, at
Jesus, við sínum tveimum
náttúrum sum bæði Guð
og menniskja, fullførdi sítt
verk og heldur valdi at frelsa
mannaættina enn at stovna
familju og fáa sær konu og
børn. Í filminum yvirtalaði
Judas hann nevniliga til
at velja ta guddómmiligu
náttúruna fram um ta
menniskjasligu og harvið
bjarga mannaættini.
Nógvar myndir eru gjørdar av seinastu kvøldmáltíðini, har Jesus bað Judas gera tað sum hann skuldi gera
Judas nógv andlit