mánadagur 10. apríl 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 10. apríl 2006
9
– Hetta evangeliið er
heldur ikki skrivað av
Judasi, sigur Jógvan
Zachariassen úr
samkomuni Lívdini í
Hoyvík
Judas
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Jógvan Zachariassen slær í
stuttari viðmerking fast, at
sum eitt søguligt handrit er
Judasar evangelium hóast alt
sera umráðandi.
– Tað kastar ljós á tann
gnostiska litteraturin, sum
var í ringrás í 2. øld eftir
Kristi føðing, sigur hann.
Hann vísir á, at tilsamans
eru 21 sokallað gnostisk
“evangelium” funnin.
– Felagsnevnarin er tann,
at tey øll stríða móti læruni
í teimum fýra evangeliunum
hjá Matteusi, Markusi,
Lukasi og Jóhannusi.
Judasar evangelium er ikki
eitt evangelium og er heldur
ikki skrivað av Judasi.
– Tað sigur okkum líka
lítið um sambandið millum
Jesus og Judas, sum ”Jesus
Christ
Superstar”
hjá
Andrew Lloyd Webber og
Tim Rice, gjørdi.
– Í Judasar evengeliunum
verður tann nógv hataði
Judas settur í eitt gott ljós.
Her verður svíkjarin gjørdur
til mannin, ið hjálpti sál
Jesusar at verða loysta úr
likamliga fangahúsi sínum,
sigur Jógvan Zachariassen
at enda.
Jógvan Zachariassen er
sannførdur um, at Judasar
evangeliið stríðir móti
Ikki er lætt at fáa
viðmerkingar til
nýggju tíðindini um
sonevnda Judas-
evangeliið. Fólk
ynskja at kenna
innihaldið fyrst.
Judas
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Vit hava verið í samband
við fleiri persónar, men
teir ynskja ikki at gera
viðmerkingar til málið, tí
innihaldið er teimum ikki
kunnugt.
Hinvegin tók Bergur D.
Joensen, prestur nakað av
hesum nýggja tilfarinum
fram í prædiku síni í gjár.
Hesa prædikuna hevði
alt Føroya fólk høvið at
hoyra, tí hon varð send
beinleiðis í útvarpinum.
Víst varð m.a. til eina
grein á heimasíðuni
hjá Føroysku Ísraels-
missiónini, har ein norskur
professari sigur sína
hugsan um hetta málið.
Henda greinin ber heitið
“Judas evangelium vikar
ikki kristnu trúnna”
Ein eind
Sjónvarpsrásin National
Geographic vísti annars í
gjárkvøldið eina sending,
har hesin nýggi fundurin
varð umrøddur.
Her varð m.a. víst á, at
í hesum skriftinum verður
víst á, at Jesus og Judas
gjørdu eina avtalu um
forløpið í viðurskiftunum
teirra millum.
Nevnt varð, at her var
helst talan um avtalað spæl
teirra millum.
Annars nýtti sendingin
nógva tíð at vísa fram,
hvussu ein reint tekniskt
hevði arbeitt við at seta
pettini í hesum gomlu
skjølunum saman.
Tey eru nú sett so
mikið saman sum til eina
eind, at nú ber til at fáa
ein samanhang í hetta
evangeliið.
Mugu kenna
innihaldið fyrst
Papyrus-handritið til Judas-evangeliið varð funnið í eini holu í
Egyptalandi
Papyrus-rullurnar avdúka eina nýggja síðu í
sambandinum millum Jesus og Judas
Í Judasevangeli’inum verður Judas Iskarjot roknaður sum ein
hetja, av tí at hann í mun til hinar lærusveinarnar hjá Jesusi, er
tann einasti, ið skilir boðskapin hjá Jesusi til fulnar.
Judas-evangeliið
er ikki eitt evangeliið