mánadagur 10. apríl 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 71 - 10. apríl 2006
Hin versta ræðumyndin hjá USA og Bretlandi
í Miðeystri er eitt borgarakríggj í Irak. Tá
lopið varð á Irak fyri trimum árum síðan, varð
hildið, at alt fólkið í Irak sameint fór at fagna
hersetingarvaldinum. Tað ráddi bert um at fella
Saddamstýrið, so fór alt at laga seg av sær sjálv
um. Men soleiðis kom tað ikki at ganga. Irak er
ein statur víst so, men har eru stórir bólkar og
stór spjaðing, ið sjálvsagt elvir til maktstríð, so
skjótt ein einaræðisharri sum Saddam Hussein
er burtur. Tað er henda myndin, sum USA og
Bretland ikki dugdu at síggja, tá lopið varð á í
óðum verkum fyri trimum árum síðani.
Í Irak eru tríggir stórir meginsamfelagsbólkar,
sum í øldir hava staðið hvør móti øðrum. Hesir
valdsbólkar eru kurdar, sunni muslimar og shia
muslimar. Herumframt eru aðrir smærri men
týðandi samfelagsbólkar t.d. tey kristnu. Ymsar
kolveltingar- og byltingarstjórnir hava eftir annan
heimsbardaga lagt nógva orku í at beina burtur
mótsetningarnar millum hesar bólkar eitt nú við
at skipa politiskar flokkar. Í ártíggjur var Baath
flokkurin hjá Saddam Hussein tann formliga ráð
andi politiski flokkurin. Roynt varð at sameina
allar samfelagsbólkar í henda eindarflokk, men
til fánýtis. Ein meginorsøkin var, at Saddam var
ráður einaræðisharri og sunni muslimur. Hann
forfylgdi kurdum og shia muslimum og gjørdist
tí hataður av hesum bólkum.
Tað undrar nógv fólk fyri vestan, at irakiska
fólkið ikki kann semjast, nú USA og Bretland
hevur fríað hetta fólk fyri einaræðisharran.
Hetta er torført at skilja, um ein hugsar sum
ein vestulendskur demokratur. Sær ein hinvegin
støðuna við eygunum hjá fólki og politikkarum
í Miðeystri, er tað ikki so torført at skilja. Sam
gongan, sum leyp á Irak, hevði bert ein plan A
– hon hevði ongan plan B. USA, Bretland og hini
sameindu høvdu onga greiða hóming av, hvussu
politiska tómrúmið eftir Saddam skuldi fyllast.
Amerikanska stjórnin hugsaði sær ein leist
sum tann japanska eftir annan heimsbardaga.
Tað gekk ikki m.a. tí, at gjógvin millum kurdar,
sunni- og shiamuslimar er ov stór. Nú hevur
innanríksiráðharrin í Bagdad so formliga boðað
frá, at borgarkríggj er í Irak – ræðumyndin er
vorðin veruleiki. Henda støðan kann enda við,
at fundamentalistiskir shia muslimar taka ræðið
í Irak. Úrslitið verður, at vit fáa eitt Iran afturat
í Miðeystri. Hendir hetta, má ein spyrja, hvat
ið var vunnið við álopinum á Irak fyri trimum
árum síðani.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Ræðumynd veruleiki
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Politikarar kunnu ikki
loyva sær at billa fólki
inn, at upphæddin, sum
fer niður í landskassan,
onga ávirkan hevur á,
hvussu nógv kann tak
ast úr kassanum aftur,
skrivar Helgi Abra
hamsen
So upplivdu vit tað aftur!
Løgtingið viðgjørdi týsdagin
eitt uppskot um barnafrádrátt
til einsamallar uppihaldarar,
og tá viðgerðin hevði vart
eina løtu, var orðaskiftið
bent inn á spurningin um,
hvat landskassin hevur ráð
til, sum støðan er.
Og so hendi tað aftur...
Ein av tinglimum Tjóð
veldisfloksins fór upp á røð
arapallin við eini av sínum
afturvendandi søgum um, at
tá ríkisstuðulin var uppá tað
hægsta, vóru umstøðurnar
hjá tí veikasta bólkinum í
samfelagnum ringast.
Boðskapurin var ikki til
at misskilja. Tinglimurin
vildi hava fólk at trúgva,
at vit hava betri ráð til væl
ferðartænastur nú, enn vit
høvdu áðrenn blokkstuðulin
minkaði. Ella sagt við øðrum
orðum: Blokkstuðulin tryggj
ar onga vælferð í Føroyum.
Tvey avgerandi
viðurskifti
Tað sum hesin tinglimurin
segði, kann í besta føri kallast
villleiðing. Tað eru nevniliga
tvey grundleggjandi viður
skifti sum eru avgerandi
fyri, hvussu høgar ella lágar
pensjónir og aðrar almennar
veitingar kunnu vera. Fyri
tað fyrsta er hetta ein spurn
ingur um raðfestingar.
(Hvussu velja politikarar
at býta almennu pengarnar
út, sum teir eru settir at
umsita)? Og fyri tað næsta,
er tað eisini ein spurningur
um, hvussu nógvar pengar
teir hava at býta.
Tað at nógvir pengar eru
í kassanum er í sær sjálvum
ikki nøkur trygd fyri, at øll
fáa nóg mikið. Men harvið
er ikki sagt, at tað kann vera
líkamikið um kassin er fullur
ella tómur.
Skeivar raðfestingar
At raðfestingarnar mangan
kundu verið øðrvísi enn tær
hava verið, kunnu øll vera
samd um. Men eg skilji
ikki, at fullveldislandsstýrið
kundi fáa seg til, við fríðum
vilja, at biðja um at fáa eina
minni upphædd at býta, fyri
síðani at billa fólki inn, at
hetta kom onga ávirkan at
fáa á, hvussu nógv bleiv í
part. Nei tvørturímóti siga
tey nú, at niðurskurðurin er
beinleiðis orsøkin til, at fólk
fáa meira frá tí almenna, enn
tey annars høvdu fingið.
“Hygg bara eftir 80-unum,
verður sagt sum ræðudømi
um, hvussu galið tað kann
ganga, tá nógvir pengar eru í
samfelagnum. Og so gloyma
tey at siga, at trupulleikin í
80-unum var ikki, at inn
tøkurnar vóru ov høgar, men
heldur at raðfestingarnar á
útreiðslusíðuni vóru skeiv
ar.
Sera einfalt
At rokna við pengum er
ikki so innviklað sum
summi royna at gera tað til.
Leggur tú eina krónu í ein
pengakassa, og tvær krónur
í ein annan pengakassa, so
kanst tú taka eina krónu úr
kassanum, sum tú legði eina
krónu í, og tvær krónur úr
hinum kassanum. Talið av
krónum, sum tú kanst taka úr
kassanum er altíð avmarkað
til upphæddina, sum tú fyrst
legði niður í kassan.
Tingfólk Tjóðveldisflok
sins kunnu ikki loyva sær
at billa fólki inn, at talið
av krónum, sum fer niður í
landskassan, onga ávirkan
hevur á, hvussu nógv vit
kunnu taka úr kassanum
aftur.
Tað sum kemur úr kassanum, má fyrst í kassan
Helgi
Abrahamsena
Takk fyri bræv títt í Dimma
lætting í gjár viðvíkjandi
lítla Petur.
Sum flestu munnu vita, hava
vit frá byrjanini av, tá hetta
ólukkuliga málið byrjaði,
víst tí stóran ans. Vit hava
eftir førimuni roynt at virka
við til eina góða loysn fyri
fyrst av øllum Petur, men
eisini hansara nærmastu.
Mong eru tey brøv, vit
hava skrivað, hava lutikið
í mongum fundum og orða
skiftum, og nógvir eru teir
fyrispurningar, vit hava
sett fram á Løgtingi- bæði
munnligir og áfráboðaðir.
Tað er rætt, sum tygun
nevna í brævinum, at vit lov
aðu tygun, og tí fylgibólki,
ið virkar fyri Petur, at seta
fram skrivligan fyrispurning
um málið. Hetta tilboð okk
ara stendur óbroytt við, tí vit
meta framvegis, at nógvir
spurningar eru, ið krevja svar.
Men sum tygun vita, bíða vit
enn eftir tilfari, sum okkum
varð lovað í sambandi við
ger av fyrispurninginum.
Vinarligast
v. Miðflokkin
Bill Justinussen
Jenis av Rana
Góða Gunnvør!