mánadagur 10. apríl 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 10. apríl 2006
11
Havið altíð hildið okkara
fiskimálaráðharra verið ein
siðiligan og fyrikomandi
mann, sum altíð gevur eitt
greitt og rættvíst svar tá
hann verður spurdur, men
so var ikki tá hann svaraði
Kára P. Højgaard einum
fyrispurningi í Tinginum í
seinastu viku.
Spurningurin var hesin!
Hví bleiv fiskidagaskipanin
á Føroya Banka broytt í 2005
fyri snellubátar sum eru í
bólki 5? Soleiðis at skilja,
at nú er ein snelludagur
sum ein fiskidagur, men
árini 2003/2003/2004 taldu
2 snelludagar sum ein
fiskidagur. Svarið hjá Bjørn
Kalsø var hetta, at onki var
broytt í skipanini, og var ein
snelludagur=ein fiskidag,
soleiðis var tað og soleiðis
bleiv tað.
Havi liggjandi framman-
fyri mær Fiskiloyvið hjá
M/B Tvíburðum TN 440
undir 15 tons og í bólki 5.
Har stendur at 2 snelludagar
telja sum 1 fiskidagur á
Bankanum. Hetta stóð nokk
ikki bara í mínum loyvi, men
hjá hinum eisini, so her er
nakað alvorliga galið, sum
ikki hongur saman hjá
Bjørn Kalsø. Tí fari eg at
spyrja landsstýrismannin í
fiskimálum um, tá umrøddu
snellubátar undanfarin ár
hava fiskað á Bankanum 18-
25-28 – ella kanska heilar
30 dagar, og ikki átt meira
enn 15 dagar hava hesi so
ikki fiskað brand ólógliga,
og hevur Fiskiveiðieftirlitið
ikki snorksovið, tá allir
fiskidagar eru uppgivnir fyri
Fiskiveiðieftirlitinum og teir
onki hava sagt, men góðtikið
fiskaríið.
Tað má tykjast at vera
ússaligt, at bert ein maður
í Landsins hægsta tingi
ger vart við, at umrøddi
skipabólkur
yvir
eina
nátt verður skerdur 50% í
fiskidøgum.
Vónandi kemur hetta í
rættlag, áðrenn bankin opnar
2. mai.
Á triðja sinni verður
skipað fyri renning á
Flaggdegnum. Tað er
blóðgevarafelagið í
Suðuroy, sum hevur
verið fyriskipari hini
árini, men í ár kemur
nýggja ítróttarfelagið
Hvistan eisini
at standa fyri
tiltakinum.
Byrjað verður við skúlan í
Trongisvági kl. 15.oo, møtt
verður við útibarnagarðin.
Runnið verður inneftir
Hvalbiarvegnum,
runt
”Sterlling” og út eftir
Hvannavegi, og er tað
strekkið uml. 5 km.
Kappingin er fyri børn
og vaksin. Gjørt verður vart
við at øll - ung og eldri,
skjót og minni skjót - eru
vælkomin. Tú ert sjálvsagt
eisini vælkomin at ganga
allan teinin.
Tá komið er á mál, fáa
allir luttakararnir frukt, saft
og kaffi.
Heiðursmerkið verður
latið nr. 1,2 og 3 í hvørjum
aldurs-bólki, og teir eru:
Veteranar: 45 ár og eldri
Vaksin millum 15 og 44
ár
Børn millum 10 og 14 ár
Børn millum 6 og 9 ár
Luttøkugjaldið er 30 kr
fyri vaksin og 10 kr fyri
børn, og tú meldar til 15-30
min. áðrenn.
VIÐMERKINGAR
Fyrispurningur til Bjørn Kalsø, fiskimálaráðharra
Skipari
Mortan
johannesen
Bót til Bata skipar
fyri hugnaløtu
í Suðuroy fyri
kvinnum, sum eru
skurðviðgjørdar
fyri krabbamein í
brósti.
Avvarandi eru eisini
vælkomin.
Bót
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Bót til Bata skipar
fyri hugnaløtu í Suðuroy
fyri kvinnum, sum eru
skurðviðgjørdar
fyri
krabbamein í brósti.
Avvarandi eru eisini
vælkomin.
Bót til Bata er ein
sjálvhjálparbólkur undir
Føroya
Felag
móti
Krabbameini.
Tað er ein bólkur
við kvinnum, sum eru
skurðviðgjørdar í brósti.
Hesar
hava
fingið
upplæring í at veita
stuðul, vegleiðing og
ráð til aðrar kvinnur, ið
skulu skurðviðgerast ella
eru skurðviðgjørdar fyri
krabbamein í brósti.
Hugnaløtan verður
í
Stóra
pakkhús
í
Vági, leygardagin 22.
apríl frá kl. 14.00 til
umleið 16.00
Heidi Hvidbro fer
at greiða frá, hvussu
tað var at fáa staðfest
bróstkrabba
Og um arbeiðið í Bót
til Bata
Um tygum ynskja at
luttaka, vinarliga boða
frá luttøku í seinasta lagi
fríggjadagin
21.apríl
2006, hjá Føroya Felag
Móti
Krabbameini
telefon 317959/ 217959/
217957, ella tedupost
adressa krabbamein@
krabbamein.fo
Flaggdagsrenning 2006 í Trongisvági
Bót til Bata
Dansiskeið við Anitu
Tema fyri »Best
røkta bygd« í 2006
verður »Áir og
strandarlinja«, og
verða tær tríggjar
greinarnar í
kappingini sostatt:
»Best røkta bygd«,
»Best røkta á«
og »Best røkta
strandarlinja«
BEST RØKTA BYGD
Nú verður aftur skipað
fyri tiltakinum ”Best røkta
bygd”, verður boðað frá í
tíðindaskrivi.
Tiltakið hevur verði fýra
ferðir áður og tríggir ymiskir
vinnarar hava verið.
Skipað hevur verðir fyri
tiltakið annað hvørt ár, men
vegna serligar umstøður varð
ikki skipað fyri tiltakinum í
2005. Tískil eru trý ár síðan
seinast.
Nýggjur leistur
Í mun til undanfarin ár er
tiltakið í ár eitt sindur broytt,
tó við gamla leistinum sum
grundarsteini og við sama
endamáli:
“Endamálið við “Best
røkta bygd” er at vekja
áhuga
fyri
føroysku
náttúruni og umhvørvinum,
siði og mentan. Tiltakið
skal menna ein hugburð
við ansni fyri náttúru – og
mentunarvirðum. Hetta
merkir at at farið verður
væl um og at náttúran
verður vird sum hon er og
at umhvørvisviðurskiftið
eru í lagi. At fólkalívsminnir
verða vard og varðveitt, og
at byggivirksemi hóskar
væl inn í mentunararv og
náttúrugivnar fortreytir.”
Í 2005 varð mett at tíðin
var komin til at endurskoða
tiltakið og at ein nýggjur
leistur fyri tiltakið við fleiri
greinum og fleiri virðislønum
skuldi gerast. Vónin við tí
nýggja leistinum er at økja
um áhugan fyri tiltakinum
millum fólk og at økja um
talið av luttakarum.
Heitið “Best røkta bygd”
verður framhaldandi heitið
á tiltakinum. Tó verða,
umframt ”Best røkta bygd”,
tvær aðrar greinar sum
kappast skal í.
Hesar eru partur av
einum serligum tema fyri
kappingina, har serligur
dentur verður lagdur á
at vekta og lýsa serligar
partar av náttúruni og
umhvørvinum.
Tema fyri “Best røkta
bygd” í 2006 verður: “Áir
og strandarlinja” og verða
tær tríggjar greinarnar í
kappingini sostatt: “Best
røkta bygd”, “Best røkta á” og
“Best røkta strandarlinja”.
Tá luttakarnir melda seg
til tiltakið ”Best røkta bygd”
í 2006 melda teir seg til ein
pakka við trimum greinum,
sum kappast verður í.
Greinarnar
eru
sjálvstøðugar kappingar har
ein vinnari verður kosin til
hvørja.
Vinnarin
av
“Best
røktu bygd” verður, sum
undanfarin ár, kosin út
frá einari heildarmeting
av umhvørvisstøðuni í
bygdini.
Vinnarin av “Best røktu
á” verður kosin út frá einari
meting av heildarmeting
av ánni og umhvørvið við
ánna. Á sama hátt verður
vinnarin av “Best røktu
strandarlinju” kosin út frá
einari heildarmeting av
strandarlinjunum.
Kappingin um best røktu
bygdina verður broytt
Anita á Lofti fer nú aftur
undir at hava dansiskeið.
Áður hava skeiðini verið
væl umtókt. Anita hevur
drúgvar royndir innan
dans og hevur eisini
arbeiðsroyndir við nøkrum
av teimum stóru innan
undirhald
Anita á Lofti hevur
millum annað verið
koreografur og dansari hjá
FCK Cheerleaders. Hon
hevur dansað á konsertum
og mótasýningum og
hevur eisini dansað til
framførslur hjá Johnny
Deluxe, L.O.C og øðrum.
Dansiskeiðini við Anitu
verða Yviri við Strond,
har Yndi heldur til.
-do-