mánadagur 10. apríl 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
Sosialurin Nr. 71 - 10. apríl 2006
Óneyðugt kríggj
— Kríggið í Irak var eitt
mistak, og USA hevur tapt
bardagan ímóti yvirgangi,
skrivar fyrrverandi stjórin
í verjumálaráðnum Pen-
tagon, Greg Newbold, í
einari grein í tíðarritinum
Time Magazine.
Greg Newbold arbeiddi
í Pentagon, men fór úr
starvinum nakrar fáar
mánaðir undan álopinum
á Irak. Í greinini skrivar
hann, at hann var eisini
ímóti álopinum tá, tí eftir
hansara tykki var Irak als
ikki so vandamikið, sum
stjórnin segði. Tann storsti
vandin var harafturímóti
al-Qaeda, skrivar Greg
Newbold og leggur
uttanríkisráðharran,
Condoleezza Rice, og
verjumálaráðharran, Don-
ald Rumsfeld, undir at
hava ábyrgdina av einum
fullkomiliga miseydnaðum
trygdarpolitikki.
Donald Rumsfeld, eigur
at fara frá, skrivar Greg
Newbold.
— Okkum torvar nýggj
andlit og nýggj hugskot.
Tað merkir, at Rumsfeld og
onnur eiga at fara frá, tí tey
sýttu fyri at broyta hugsan,
skrivar fyrrverandi stjórin
í verjumálaráðnum.
Sambært Greg Newbold
hevur USA gjørt fleiri
mistok í Irak, síðani
kríggið endaði. Eitt nú
hevur tað tikið alt ov langa
tíð at skipa ein irakskan
her, og amerikanararnir
hava undirmett teir, sum
stríðast ímóti hersetingini,
skrivar hann.
Metstór vatnflóð
Týska áin Elben hevur
ongantíð vverið so stór
sum nú, og i landssynning
úr stórbýnum Hamburg
stendur tann gamli býurin
Hitzacker undir í vatni.
Stjórnin hevur sent 1600
hermenn at hjálpa teimum
lokalu bjargingarliðunum,
og myndugleikarnir hava
lovað at veita teimum
raktu endurgjald.
Sunnudagin var Angela
Merkel, kanslari, á flogi
uppi yvir Hitzacker saman
við forsætisráðharranum
í landspartinum Nieder-
sachsen, Christian Wulff.
Eftir at hava kannað
umstöðurnar rósti
kanslarin bjargingar-
liðunum, tí tey eru betur
fyrireikað hesaferð enn
undir vatnflóðini í 2002.
Elben er eisini farin
langt upp um áarbakkarnar
aðrastaðni. Í býnum
Lauenberg er vandi fyri,
at umleið 1.000 hús
kunnu rapa orsakað av
tí ggiliga trýstinum frá
vatninum, og í Prignitz
hava bjargingarliðini
arbeitt bæði dag og nátt
fyri at tálma vatnflóðini,
skrivar DPA.
Skuldi vitja Bush
Vaktarmenninir uttan
fyri Hvítu Húsini í
Washington noyddust at
taka skammbyrsurnar
fram í gjárkvoldið, tá ein
maður royndi at sleppa inn
í Hvítu Húsini.
Tað eydnaðistmanninum
at sleppa langt inn um ta
ytstu girðingina, sum er
rundan um Hvítu Húsini,
áðrenn teir vápnaðu vaktar-
menninir fingu fatur á
honum. Tað vísti seg, at
maðurin var óvápnaður, so
hann varð latin lögregluni
til avhoyringar.
Sambært Reuter segði
Ein fremmandur ætlaði
sær at vitja Bush í
gjárkvaldið
maðurin ikki, hví hann
ætlaði sær inn í Hvítu
Húsini, men hildið
verður, at hann ætlaði at
fáa orð á George W. Bush,
forseta. Sambært Reuter.
var forsetin við hús í
gjárkvoldið.
Vilja hava kunsttoð
Herfyri sendi Suðurkorea
grannalandinum Norður-
korea 150.000 tons av
kunsttødum, men nú
norðurkoreanska stjórnin
boðað frá, at torvur er á
300.000 tonsum afturat.
Ein talsmaður hjá
suðurkoreonsku stjórnini
segði í dag, at partarnir
umrgða fyrispurningin
í teirri serligu nevndini,
sum umsitur samstarvið
ímillum tey bæði londini.
Valstríðið ímillum Silvio Berlusconi og Romano Prodi hevur verið sera hart og hvassorðað.
Í kvold fæst at vita,
um italiumenn vilja
hava Silvio Berlusconi
ella Romano Prodi til
á tjóðartingsvalinum, sum
endar seinnapartin, so
stendur stríðið í síðsta enda
ímillum tveir menn. Teir
fyrrverandi formaður í ES-
neyvndini.
44 milliónir fólk í Italia
hava atkvaðurætt á valinum
onga framtíð í italskum
politikki.
Sum so ofta fyrr kann
veðrið ávirka valúrslitið. Í
forsætisráðharra kunnu velja ímillum tann 69 hesaferð umframt tríggjar gjár var av fagrasta veðri
' ára gamla rikmannin Silvio milliónir italiumenn, någvastadni i Italia, og
i Berlusconi, sum hevur verið sum búgva uttanlands. valkon siga, at tað kemur
VAL I ITALIA forsætisrådharri seinastu Meiningakanningar undan vinstravonginum hjá Prodi
Árni Joensen fýra árini, og tann 66 ára valinum vístu, attað verður til góðar. Um tað er so, fáa
fartekstæmail dk gamla búskaparprofessaran serajavnt ímillum partarnar, vit at síggja í kvöld.
Romano Prodi, sum vann á
Berlusconi í 1996, men sum
kanska er betur kendur sum
og politiskir eygleiðarar í
Rom eru á einum máli um,
at tann, sum tapir, hevur
Hóast teir italsku veljararnir
hava eitt ørgrynni av
valevnum at velja ímillum
Vesturheimurin avbyrgir
Hamas og Palestina
Vesturheimurin
vil einki hava við
palestinsku Hamas-
stjórnina at gera, og
kassin hjá sjálvsstýris-
myndugleikunum er
umhugsar danska stjórnin at
gera tað sama.
— Tann fíggjarliga stødan
er sera trupul, og tað ber ikki
til at siga, nær fólk fáa løn,
sigur palestinski fíggjar-
málaráðharrin, Omar Abdel-
og teir sáttmálar, sum
PLO hevur gjort vegna
palestinska fólkið, og har-
afturat skal Hamas frásiga
sær oll rættindi til at brúka
harðskap.
Men tað eru íkki oll
palestinsku myndugleik-
arnar, men i gjár segði
Ehud Olmert, forsætisráð-
harri, at ísraelska stjórnin
fer at gera sítt til at forða
fyri, at palestinar fáa eina
arbeiðsfora Hamas-stjórn.
tómur. Razeq, við blaðið Al-Ayyam. i Miðeystri, sum eru so Enn er einki, sum bendir
Sum fíggjarmálaráðharri fegin um kravboðini úr á, at Hamas ætlar at sleppa
MIÐEYSTUR hevur hann umleið 140.000 Vesturheiminum. Í Egypta- sínari gomlu grundhugsjón
Árni Joensen fólk á lgnarlistanum, og landi og Jordan stúra um at strika Ísrael av
fartekstæmail dk eygleiðarar bera ótta fyri, myndugleikarnir fyri, at heimskortinum, men Ismail
at fáa tey íkki løn, dettur
palestinska samfelagið
sundur innaneftir.
Við at steðga stuðulinum
hevur Vesturheimurin
givið Hamas-stjórnini
knívin á barkan. Boðini
eru greið: Hamas skal
viðurkenna ísraelska ríkið
vesturlendska avbyrgingin
fer at knýta Hamas tættari
londum sum Saudiarabia og
serstakliga Iran, sum eru til
reiðar at veita palestinum
fíggjarliga hjálp.
Ísrael hevur ikki lagt
seg út í ósemjuna ímillum
Vesturheimin og teir
Haniyah, forsætisráðharri,
hevur sagt seg vera tilreiðar at
lata sínar ráðharrar samskifta
við ísraelskar ráðharrar um
felags spurningar, skrivar
Reuter.
Í síðstu viku boðaðu ES,
USA og Kanada frá, at
tey hovdu steðgað ollum
fíggjarligum stuðúli til
teir palestinsku sjálvs-
stýrismyndugleikarnar. Í
gjár komu somu boð úr
Oslo, og sambært Politiken
Illur???
Sig tína meining í Sosialinum