mánadagur 10. apríl 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 10. apríl 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Brynhild Solveig Han
sen, fødd Jacobsen,
ættað av Slættanesi,
búsitandi í Sørvági,
andaðist á Landssjúkra
húsinum 8. apríl, 84
ára gomul. Kistan fer
úr kapellinum á Lands
sjúkrahúsinum týsdagin
kl. 16.00. Jarðarferðin
verður
úr
Sørvágs
kirkju mikudagin kl.
14.00. Sungið verður úr
sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Brynhild kunnu lata
Sørvágs kirkju eina
gávu. Konta í peninga
stovunum.
Linhild Johannesen,
fødd Lydersen, ættað
úr Skálavík, búsitandi
á Glyvrum andaðist á
Landssjúkrahúsinum
hósdagin 6. apríl, 46
ára gomul. Jarðarferðin
verður týsdagin 11.
apríl klokkan 14 úr
Glyvra kirkju.
Tey, sum vilja minnast
Linhild kunnu lata eina
gávu til Missións- og
Ungomshúsið á Glyvr
um, konta í Føroya
Banka.
Lussi Wolfsen, fødd
Justinussen, ættað úr
Tórshavn, búsitandi í
Svøríki fer til gravar úr
Ivetofta Kyrka, Brom
hósdagin
13.
apríl
klokkan 10:30.
Andlát og jarðarferðir
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum
at kæra kona, mamma, vermamma, dóttur
og systir okkara
Linhild Johannessen
fødd Lydersen,
ættað úr Skálavík, búsitandi á Glyvrum
andaðist á Landssjúkrahúsinum hósdagin 6. apríl,
46 ára gomul.
Jarðarferðin verður úr Glyvra kirkju týsdagin kl. 14.00.
Familjunnar vegna
Heri, Louis, Siri og Janna
Tey, ið vilja minnast Linhild, kunnu lata eina gávu til Missións-
og Ungdómshúsið á Glyvrum. Konto í Føroya Banka..
19
konfirmantar
blivu
fermdir í Havnar kirkju tann
22. apríl 1900, 9 gentur og
10 dreingir.
Hendan
myndin
er
merkiligt
nokk
bara
av gentunum. Teir 19
konfirmantarnir ið blivu
fermdir um árið 1900 vóru:
Emmy Bang, Anna Sofie
Charlotte
Marie
Dam,
Lise Margrethe Danielsen,
Marin
Egholm,
Maren
Louise Dorothea Mohr,
Christine Marie Poulsen og
Maren Cathrine Vilhelmsen
(allar úr Havn), síðani eru
tað Christine Frederikke
Danielsen
(Koltur)
og
Mortine Mortensen (elev i
Thorshavns realskole).
Dreingirnir vóru: Joen
Dam, Johan Erik Hansen,
Peter
Alberg
Isaksen,
Jens Jensen, Ove Lützen,
Johannes Sofus Olsen, Poul
Andreas Johannes Marius
Poulsen, Nikkels Theodor
Frederik Vilhelmsen (allir úr
Havn) og Johan Mads Berg
Niclassen (Velbastað).
Vit kenna bert tað einu
gentuna, tað er gentan nr
1 f.v. fremst, hon er Anna
Sofie
Charlotte
Marie
Dam,
giftust
Anthony
Nielsen, fyrsta barberinum
í landinum. Nógv kend
nøvn eru á yvirlitinum, so
um onkur eigur mynd av
dreingjunum, ella mynd har
dreingirnir og genturnar eru
saman, frætta vit vónandi.
Hettar
eru
teir
fyrstu
konfirmantarnir í Havn í
20’undu øld, tí er umráðandi
at lesararnir hyggja eyka
væl eftir myndini, so vit
fáa øll nøvnini uppá pláss.
Her kann eg leggja afturat,
at vegna sótt varð ongin
konfirmatión um heysti í
1900.
Fyri at fáa nøvnini uppá
pláss, vóna vit at tit kenna
mammuna ella ommuna
á myndini. Vinarliga ring
til Birgar tlf. 314647 ella
214647.
Dagurin 10. apríl – Ezekiel
Ein av teimum fýra stóru profetunum í Gamla
Testamenti.
Navnið merkir Gud er sterkur.
Í dag, mánadagin 10. apríl, verður
Maria Jacobina Müller í Havn 80 ár.
Mia hevur alla sína tíð búð í Havnini.
Foreldrini hjá Miu vóru Christina
fødd Jacobsen og ættað av Oyri suðuri
í Vági, og Jóhan Hansen ella Hanneba í
Funningsstovu, sum hann varð nevndur.
Tey búðu í Tvørgøtu, og Mia vaks
sostatt upp í Rabarbukvarterinum, sum
tað plagar at verða tikið til. Christina
og Hanneba fingu tríggjar døtrar og
ein son, Lisa, Mia, Elinborg og Poul.
Elinborg búsettist í Keypmannahavn,
og hini í Havnini. Poul doyði nøkur
ár herfyri.
Mia tænti í Gongini hjá Ebbu
Müller, sum var einkja eftir H. C.
Müller, ið var juristur, reiðari og
DFDS umboðsmaður. Hann doyði av
sponsku sjúku longu í 1925, og Ebba
helt fram við virkseminum. Eitt nú var
hon formaður í reiðarafelagnum. Ebba
og H. C. Müller fingu tveir synir. Eiden
og Ebbe, sum var ungur, tá ið hann
doyði.
Mia og Eiden funnu saman, og tey
giftust í Keypmannahavn í 1947. Eiden
lærdi til journalist, og hann var í praktikk
á Politiken í danska høvuðsstaðnum, tá
ið tey bæði giftust. Tá ið tey komu aftur
til Føroya, búsettust tey úti á Landa
vegnum í nýbygdum húsum hinumegin
Rættará.
Luturin hjá Miu hevur verið tann
sami, sum hann var hjá so mongum
øðrum føroyskum húsmøðrum. Hon
helt hús og hjúklaði um mann og synir.
Heimið hjá Miu og Eiden var miðdepul
á so mangan hátt. Har var ongantíð
gjørdur munur á høgum ella lágum.
Har var altíð vitt til veggja og høgt
til loftið. Ikki minst hjá dreingjunum
og teirra vinfólkum. Har savnaðust
børnini við Landavegin, og har komu
vinfólkini hjá dreingjunum, tá ið teir
vóru vornir unglingar.
At so nógv fólk savnaðist har var
ikki minst Miu og hennara góða, tolna
og sosiala lyndi fyri at takka. Hon
hevur altíð verið fyrikomandi og blíð,
og øll kendu seg væl inni hjá henni.
Tíðindi og journalistikkur hava altíð
átt stórt pláss í familjuni. Tað kravdi
nógv tol og áhuga at hava journalist
í húsinum, sum altíð var »på farten«.
Mia hevur eisini sjálv fylgt væl við
í tí, sum fór fram rundan um fyrst
mannin og seinni eisini sonin, eitt
nú hesi seinastu mongu árini á stóru
altjóða sjónvarpsrásunum og tískil
verið góður stuðul hjá journalistunum
í familjuni.
Eiden doyði í 1988, men Mia býr
framvegis í húsunum við Landa
vegin.
Mia og Eiden fingu tríggjar synir.
Frank (1948), Jan (1951) og Michael
(1954). Mia hevur 8 ommubørn og 2
langommubørn.
Føðingardagurin verður hildin
saman við familjuni, á Norðasta
Horni.
Maria Müller 80 ár
Fyrsti konfirmantarnir í 20’indu øld:
Lesið
-tað loysir seg