mánadagur 10. apríl 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 71 - 10. apríl 2006
Í summar fara 30
ungdómar úr Norra,
Íslandi, Grønlandi
og Føroyum at
búleikast í tríggjar
dagar á óbygdu
oynni, Lítlu Dímun.
Hvørki telefon, telda,
ur ella myndatól er
loyvt at hava við á
ferðina: – Vit fara
at rannsaka kvirru
og keðsemi á Lítlu
Dímun, sigur Áslakur
Nesá, samskipari á
tiltakinum.
Ungdómslega
Lív Højsted Horsdal
horsdal@sosialurin.fo
Tað
er
Meginfelag
Áhugaleikara Føroya, sum
í ár skipar fyri tiltakinum,
ið kallast »Kvirra oyggin«.
Tiltakið er ein skiftisætlan
millum føroyskar, norskar,
íslendskar og grønlendskar
ungdómar. Í 2002 var tiltakið
á norsku oynni Andøya,
á sumri 2004 á Heimaey
í Íslandi og í summar
bjóða føroyskir ungdómar
ungdómsbólkum til Føroya
at vitja Lítlu Dímun.
– Í tríggar dagar skulu
vit verða á oynni uttan
fartelefon, myndatól, teldu,
ur og sjónvarp. Á oynni
verða teir fimm sansirnir
– t.e. at síggja, hoyra,
kenna, lukta og smakka,
settir í hásæti. Vit fara at
rannsaka kvirru, einsemi og
isolatión á oynni. Á ferðini
fáa allir lutakararnir eina
dagbók og ein blýant hvør.
Og úrslitið av hesum fara
vit at leggja fram við eini
sermerktari og nýskapandi
sjónleikaframførslu í Gøtu,
tá vit koma aftur, sigur
Áslakur Nesá, samskipari.
Í alt fara um 30 ungdómar
at búleikast saman á oynni
– ellivu úr Íslandi, átta úr
Norra, seks úr Føroym og
trý úr Grønlandi.
– Ætlanin er, at ung, sum
hava áhuga fyri mentan –
eitt nú sjónleiki og tónleiki
– skulu sleppa við á ferðina.
Í ár verða tað seks ungdómar
úr Gøtu, ið fáa møguleikan
at sleppa við. Heimaey, har
tiltakið var fyri tveimum
árum síðani, og Gøta hava
verið vinabýir í nógv ár,
sigur Áslakur Nesá.
Endamálið við tiltakinum
er, at ungdómar, sum búgva í
smáum bygdum og oyggjum
skulu læra at geva náttúruni
gætur og at síggja tey virði,
umhvørvið gevur:
– Eitt nú kann ein
gamal, slitin skúrur gerast
einastandandi við ljósi og
tónleiki. Tað ræður um at
leggja slíkt til merkis og við
at vitja eina so lítla oyggj er
tað lættari at varnast. Allir
lutakararnir á tiltakinum
búgva í smáum bygdum og
tískil ikki á nøkrum stórbýar
kollektivi, sum vit eitt nú
síggja í sjónvarpsrøðini
‘Friends’. Júst henda munin
ætla vit at lýsa á tiltakinum,
sigur Áslakur.
Á Lítlu Dímun stíla
Katrine M. E. Strøm,
sjónleikari og rithøvundur,
og Olafur Gudmundsson,
sjónleikari, fyri rannsakanini
á oynni.
– Vit fara somuleiðis at
greiða frá søgu, siðum og
máli hjá teimum ymisku
londunum. Á tiltakinum
fara vit at royna at práta
norðurlendskt. Á henda hátt
síggja vit eitt nú, hvussu eins
vit veruliga eru, hóast vit
búgva í hvør sínum landi,
siga tey bæði.
Búgva heima
Ungdómarnir úr Norra,
Íslandi og Grønlandi fara
eisini at búgva heima hjá
føroysku ungdómunum:
– Soleiðis skilja tey betur
okkara mentan, mál og
siðir. Vit skiftast um at vera
vertur og gestur hjá hvørjum
øðrum. Vit hava verið í
Norra og Íslandi, og nú vitja
tey okkum í Føroyum.
Luttakararnir á tiltakinum
verða eggjaðir at spjaða
ringar í vatnið og deila
upplivingarnar við øðrum
ungum innanlands:
– Vit ynskja at skapa
vinabond millum londini
og áhuga og forvitni fyri
Føroyum í Norðurlondunum,
leggur Áslakur Nesá at enda
afturat.
Aftaná
teir
tríggjar
dagarnar á Lítlu Dímun
ber til at fylgja teimum 30
ungdómunum á heimasíðuni
www.silentisland.com.
30 ungdómar á Lítlu Dímun
Tey ungu, sum fara til Lítlu Dímun í summar, hava hvørki loyvi at hava telefon, teldu, ur ella myndatól við.
»Náttar-
kongarnir«
takkaðu
fyri seg
Um miðjan januar í
ár frættist, at »náttar-
kongarnir« Havgrímur
Johannensen og Petur
Olsen høvdu gjørt avtalu
um at selja samtakið
’Rex, Eclipse og Café
Natúr’. Leygarkvøldið
fór eigaraskiftið fram í
Rex. Borðreitt var við
føroyskum sushi og
hvítvíni, tá Havgrímur
Johannesen og Petur
Olsen søgdu farvæl og
takkaðu fyri seg sum
eigarar av meginpartinum
av náttarlívinum í Havn
seinastu árini. Samstundis
buðu teir báðir teimum
trimum ungu nýggju
eigarunum Poul Arna
Jacobsen, Hans Jørguni
Djurhuus og Eyðuni
Simonsen vælkomnum
inn í náttarlívið.
LH
n 10. juli: koma ungdómar frá Íslandi, Grønlandi og Norra til Føroya.
n 11. juli: fer ungdómsbólkurin til Suðuroyar.
n 12. juli: við tyrlu til Lítla Dímun.
n 12.-14. juli: rannsakar bólkurin kvirruna á Lítlu Dímun. Katrine M. E. Strøm og Olafur
Gudmundsson stíla fyri.
n 14. juli: fer ferðalagið aftur til Gøtu við tyrlu og bussi.
n 14.-17. juli: fyrireikar ungdómsbólkurin framførslu, myndafrásøgn og smíðar tónleik.
n 17. juli: er framførsla í Gøtu, eftirmeting av tiltakinum og skilnaðarveitsla.
n 18. juli: heimferð.
FAKTA