mánadagur 10. apríl 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 10. apríl 2006
15
Hóast ídnaðarskipið,
Sheanne hjá Bjarta
Mohr, reiðara, nú
liggur í Klaksvík, ber
ikki til at fáa endaliga
greiði á, hvat verður
av skipinum
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í løtuni er ikki lætt at fáa
greiði á, hvussu verður við
ídnaðarskipinum, Sheanne,
sum Bjarti Mohr eigur.
Tá ið skipið kom á
Fuglafjørð í farnu viku, vóru
menn hjá JFK í Klaksvík
umborð, og tosað varð
um, at skipið helst endar í
Klaksvík.
Møguligt samstarv
Bjarti Mohr segði í samrøðu
við Sosialin fríggjadagin,
at hann og JFK tosaðu um
samstarv.
– Men enn er ov tíðliga
at siga, hvat fer at spyrjast
burtur úr hesum.
Hann segði, at øktu
oljuútreiðslurnar gera, at
neyðugt er at spara sigling
og olju. Tí verða ymiskir
møguleikar kannaðir, eitt nú
møguleikarnir við partroli,
sum ikki er ókent eftir
pelagiskum fiski.
Eisini aðrir møguleikar
um samstarv verða kannaðir,
segði Bjarti Mohr, sum legði
aftrat, at skipið er ikki selt til
Klaksvíkar.
Selt ella ikki. Tað vita vit
ikki, men í morgun liggur
Sheanne so í Klaksvík – við
Kósavirkinum, sum JFK
eigur, í baksýni.
Einki endaligt
Hóast umhugsaða samstarvið
er komið so langt, at skipið
nú liggur í Klaksvík, ber
framvegis ikki til at fáa
greiði á, hvat er í umbúna
hjá Bjarta og JFK.
Á
heimasíðuni
hjá
Norðlýsinum herfyri stóð at
lesa, at felagið hjá Atlantic
Navigator roynir at keypa
skipini, Sheanne, Bettinu og
June D, tí skipini hava loyvi
at veiða svartkjaft.
Í greinini verður víst á, at
tað er Atlantic Navigator,
sum vil hava rúmari ræsur.
Hanus Hansen, stjóri í
JFK-Troli, vísir á, at Sheanne
nú liggur í Klaksvík, men
enn er einki endaligt, og tí
kann hann ikki siga, hvat
verður av teimum ætlanum,
sum felagið arbeiðir við.
Í løtuni ynskir hann heldur
ikki at siga ítøkiliga, hvørjar
ætlanir, talan er um.
– Vit eru nýliga farnir at
tosa um tað, sum er í umbúna,
men fyrr enn endaligar
avgerðir eru tiknar, tori eg
ikki at siga meira um hetta,
sigur Hanus Hansen.
Ymiskir møguleikar
Bjarti Mohr, reiðari, segði
við Sosialin fríggjadagin, at
hann tá ikki dugdi at siga,
um talan verður um sølu –
ella annað samstarv millum
feløgini.
– Vit hava tosað um
ymiskar møguleikar, men
eru ikki komnir fram til
nakað endaligt, segði hann.
Tá ið teir, sum standa
málinum nærmast, Bjarti
Mohr og Hanus Hansen,
ikki vilja siga meira,
stendur spurningurin í
løtuni opin, hvat verður av
Sheanne – og hinum báðum
ídnaðarskipunum, Bettinu
og June D.
Ídnaðarskipið, Sheanne hjá Bjarta Mohr, liggur nú í Klaksvík. Hvørki eigarin ella møguligi keyparin vilja siga nakað ítøkiligt, fyrr
enn endalig avgerð er tikin
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sheanne hjá Bjarta liggur nú í Klaksvík
Tað hevur gingið
væl hjá Atlantic
Navigator, síðan
skipið kom til landið
og fór royndartúrin
um hálvan desember
í fjør.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir fyrstu mánaðirnir av
árinum er vertíð, og sigast
má, at Atlantic Navigator
hevur fingið væl burtur úr
hesi tíðini.
Eftir lutfalsliga stuttar
túrar, er skipið komið aftur
til lands við fullari last.
Tað hevur gingið væl at
fiska, og tað hevur gingið
væl at framleiða.
Í
síðstu
viku
var skipið soleiðis aftur í
Ánunum við fullari last,
1750 tonsum tilsamans.
Sløk 1300 tons var surimi
og restin mjøl.
Skipið legði veiðina upp
og fór beint avstað aftur.
Skipari á seinasta túri var
Lion Petersen, og hann er
aftur skipari hendan túrin,
sum júst er byrjaður.
Hin skiparin, Brandur
Nólsoy, hevur frí.
Vøkstur í Evropu
Hanus Hansen, reiðari, letur
væl at gongdini hjá Atlantic
Navigator higartil.
– Jú, vit kunnu ikki annað
enn vera nøgdir. Skipið ger
lutfalsliga stuttar túrar og
kemur heimaftur fult undir
lúkurnar.
Hann sigur, at marknaðurin
fyri surimi er rímiliga góður
í løtuni.
– Seinastu 12 mánaðirnar
eru
prísirnir
gingnir
spakuliga uppeftir. Hetta er
ein bati í mun til seinastu
tvey árini annars.
Reiðarin vísir á, at umleið
helmingurin av surimi-
marknaðinum er í Japan og
hin helmingurin í Evropu.
– Japanski marknaðurin
veksur ikki í løtuni, men tað
ger tann evropeiski í staðin.
Tað er serliga í Fraklandi og
Spaniu, at tey keypa surimi,
sum er virkað úr svartkjafti.
Men vit hava eisini onnur
keyparalond í Evropu, eitt
nú baltisku londini, sigur
Hanus Hansen.
Veksandi marknaður fyri surimi í Evropu
– Japanski marknaðurin veksur ikki í løtuni, men tað ger tann evropeiski í staðin, sigur Hanus
Hansen, reiðari
Mynd: Vilmund Jacobsen
Línuskipið,
Klakkur, er á veg
niður til Skotlands
at selja. Teir fara
antin til Scrabster
ella Aberdeen við
veiðini.
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hendan
túrin
hava
teir roynt á Munka-
grunninum, og sum skilst,
hevur fiski-skapurin verið
hampiliga góður.
Klakkur hevur ligið
millum
10.000
og
12.000 pund á setuna,
og tað er rímiliga góður
fiskiskapur.
Ein stórur partur av
veiðini er hýsa, og nú útlit
eru fyri hampiliga góðum
hýsuprísi í Skotlandi,
gjørdu teir av at fara
niður við lastini. Hildið
verður, at Klakkur hevði
eini 100.000 pund inni,
tá ið teir stevnu niður á
skotska marknaðin.
Klakkur
niður
at selja