mánadagur 10. apríl 2006síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 • mánadagur • 10. apríl 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Stjørnan fer ikki
at leingja sáttmála
við venjaran Lazar
Kurdic, sum leiddi
kvinnuliðið til
føroyameitaraheitið
í ár. Stjørnan ætlar at
finna norðurlendskan
venjara ístaðin
Stjørnan
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Um vikuskiftið var avgerðin
tikin um, at venjarin hjá
besta kvinnuliðnum hjá
Stjørnuni ikki skal halda
fram í starvinum.
Serbiski Lazar Kurdic
kom til landið í fjør at venja
kvinnuliðið og ungdómslið
hjá Stjørnuni, og fyri smáum
tveimum vikum síðani leiddi
hann kvinnurnar til FM-
heitið. Stjørnan var eisini í
steypafinaluni, men mátti
har lúta fyri Neistanum.
– Vit hava viðgjørt støðuna
væl og virðiliga í felagnum,
og vit eru komin til ta niður
støðu, at vit leingja ikki
sáttmála við Lazar, sigur
Kristoffur Ragnarsson, for
maður í Stjørnuni.
– Vit eru væl nøgd við
arbeiðið hjá Lazar, men vit
ætla okkum at royna nakað
nýtt. Vit kundu hugsa okkum
at fingið ein venjara, sum
var nærri okkum í máli og
mentan, sigur hann.
Vilja hava norður
lending
Kristoffur Ragnarsson sigur,
at Stjørnan hevur ikki funnið
avloysaran hjá Lazar Kurdic
enn, men felagið fer nú at
leita miðvíst eftir einum
nýggjum venjara, og ætlanin
er, at tað skal ikki ganga ov
long tíð, áðrenn nýggi venj
arin er funnin.
– Vit kundu hugsa okkum
at fingið ein norðurlending
sum venjara, so at tað gjørd
ist lættari við tí málsliga,
og ein møguleiki er, at vit
seta ein føroyskan venjara,
sigur Kristoffur Ragnarsson,
sum tó ikki vil nevna ítøkilig
uppskot til starvið í Stjørn
uni.
– Tað skulu alla tíðina
verða framstig í Stjørnuni,
og tað er eisini galdandi fyri
spælarahópin og venjaran til
næstu kapping, sigur hann.
Tað hevur verið upp á tal,
at Stjørnan skal fara við í
europeiska kapping aftur,
men enn er avgerðin ikki
tikin um hetta.
– Vit droyma um europe
iskan hondbólt, men enn er
ov tíðliga at siga endaligt,
um vit fara við í Europa Cup
næsta vetur. Møguleikan er
til staðar, men vit mugu við
gera hetta nærri í felagnum,
áðrenn vit taka avgerðina,
sigur Kristoffur Ragnarsson.
– Vit hava eitt ættarliðsskifti
á veg í Stjørnuni, og tað er
umráðandi, at vit arbeiða
miðvíst við hesum spæl
arum. Teir skulu fáa hósk
andi avbjóðingar, og tað
hevði verið best, um vit
eisini kundu givið teimum
avbjóðingar í útlandinum á
hvørjum ári, sigur hann.
Claus
liðugur fyri
hetta kapp
ingarárið
Føroyski landsliðs
spælarin Claus Bech
Jørgensen hevur
fingið álvarsaman
lúskuskaða og spælir
ikki aftur í hesum
kappingarárinum.
Hann verður neyvan
tøkur til næsta lands
dystin hjá Føroyum
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Tað stendur einki til hjá
føroyska landsliðsspæl
aranum í enska felagnum
Coventry. Fyri nøkrum
vikum síðani fekk Claus
Bech Jørgensen ein skaða
í lúskuna, og hóast hann
royndi at treiskast ímóti
skaðanum í eina viku,
gekk tað ikki.
– Eg havi ikki vant sein
astu tríggjar vikurnar, og í
løtuni fái eg ikki runnið.
Eg rokni ikki við, at eg
spæli aftur í hesum kapp
ingarárinum, sigur Claus
Bech Jørgensen.
Enska kappingin endar
hálvan mai, og tí eru útlit
ini fyri meira spælitíð í
hesum kappingarárinum
døpur hjá føroyska lands
liðsspælaranum.
– Vit vita ikki heilt neyvt
enn, hvussu álvarsamur
skaðin er, men í løtuni fái
eg als ikki runnið, og tí er
ikki sannlíkt, at eg spæli
aftur næstu vikurnar, sig
ur hann.
– Eg havi fingið tvær
sproytur fyri skaðan,
men tær hava ikki hjálpt
nakað serligt. Eg skal
til viðgerðar hjá einum
serfrøðingi í slíkum skað
um seinni í hesi vikuni,
og vónandi fái eg meira
vita um útlitini hjá mær
tá.
Eitt ár afturat
í Coventry
Claus Bech Jørgensen hev
ur annars spælt rættiliga
fitt á liðnum hjá Coventry
í hesum kappingarárinum.
Coventry spælir í næst
bestu deildini í Onglandi,
og har hevur liðið hildið
til nøkunlunda miðskeiðis
á stigatalvuni alt árið.
– Tað gekk sera væl
eitt skifti, áðrenn eg varð
skaddur, men seinastu
dystirnar hava vit ikki
fingið tey úrslitini, sum
vit ætlaðu okkum, sigur
Claus Bech Jørgensen.
Hann hevur eitt ár eftir
av sáttmálanum við Cov
entry, og hann roknar ikki
við at spæla aftur fyri
felagið, fyrr enn kapping
in byrjar aftur í august
mánaði.
Stjørnan letur
FM-venjaran fara
– Vit eru væl nøgd við arbeiðið hjá Lazar, men vit ætla okkum at royna nakað nýtt. Vit kundu hugsa okkum at fingið ein venjara,
sum var nærri okkum í máli og mentan, sigur Kristoffur Ragnarsson, formaður í Stjørnuni