mánadagur 10. apríl 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
[ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ]
Todi fekk ikki hol á
Todi Jónsson var sendur á vøllin, tá ið tað restaðu 20 minuttir
av dystinum hjá Start ímóti Lyn í gjár. Hetta var fyrsti dyst
urin í norsku landskappingini í ár, og Start royndi at fáa
sigursmálið í dystinum. Men hóast vandamikli føroyski
álopsspælarin kom inn, eydnaðist tað ikki Start at skora, og
dysturin endaði 0-0. Sambært heimasíðuni hjá Start hevði
liði uppiborið at vinna dystin, tí Lyn hevði lítið at bjóða, og
Start var við yvirlutan alla tíðina.
Jón Rói
skoraði ímóti
Brøndby
Føroyski landsliðs
spælarin skoraði
eitt av málunum í
málríka dystinum
ímillum AaB og
Brøndby. Jón Rói og
Súni noyddust tó enn
einaferð av vøllinum
sum taparar
Superliga
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Jón Rói Jacobsen skoraði
annað vikuskiftið á rað,
og hesaferð var tað í
rætta málið. Seinasta
vikuskiftið var Jón Rói
so óheppin at gera sjálv
mál á heimavølli, men
leygardagin gjørdi hann
eitt av málunum hjá AaB
í dystinum ímóti Brønd
by.
Tað spældi tó einki ser
ligt av hjá AaB, tí Brøndby
vann dystin 4-3. AaB var
ongantíð veruliga í nánd
av at fáa nakað burtur
úr dystinum, tí Brøndby
hevði leiðsluna alla tíð
ina.
Fyrst kom Brøndby á
odda 2-0, áðrenn AaB
minkaði um munin. Síð
ani økti fyrrverandi AaB-
spælarin Martin Ericsson
upp í 3-1, áðrenn Jón
Rói sló til. Eitt fríspark
varð sent inn í Brøndby-
brotsteigin, og har stútaði
Jón Rói bóltin í málið hjá
fyrrverandi liðfeløgunum
hjá sær.
Brøndby svaraði aftur
og skoraði til 4-2, áðrenn
AaB eina seinastu ferð
minkaði um munin til
4-3.
Súni Olsen kom á vøll
in 10 minuttir eftir hálv
leikssteðgin, og hann
loysti Allan Olesen av
á vinstra bakki. Allan
Olesen spældi sín dyst
snummar 10, men var so
óheppin at gera sjálvmál
í júst hesum dysti.
AaB hevur framvegis
ikki vunnið ein dyst, síð
ani superligan byrjaði
aftur í síðsta mánaði.
Christan Holst
spældi eina løtu
Christian Holst Lamhauge
spældi ein hálvan tíma
av dystinum hjá Lyngby
ímóti Braband í donsku
1. deild sunnudagin. Dyst
urin endaði við javnleiki
1-1. Christian Holst Lam
hauge, sum hevur spælt
ein landsdyst fyri Føroyar,
hevur verið skaddur fleiri
vikur í ár, men nú er hann
við at koma fyri seg aft
ur. Hann hevur eitt ár
eftir av sáttmálanum við
Lyngby.
Símun málkongur í Keflavík
Símun Samuelsen ger av álvara um seg á liðnum hjá
íslendska felagnum Keflavík. Liðið hevur seinastu vikuna
verið á venjingarlegu í Spania, og har hava teir spælt tríggjar
venjingardystir. Fyrst spældi Keflavík ímóti spanska liðnum
Recreativo Huelva og vann 2-1. Annað málið gjørdi Símun
Samuelsen. Síðani spældi Keflavík javnleik 1-1 ímóti
Aymonte, og ta ferðina skoraði Símun ikki. Hinvegin var
hann tvær ferðir upp á spæl, tá ið Keflavík spældi triðja
venjingardystin, sum var ímóti Breiðabliki og vann 4-2.
Símun skoraði tvey av málunum hjá Keflavík.
Í Suðuroy tykist
standa so illa til í
fótbóltinum, sum
tað ikki hevur gjørt
øll tey árini, sum tað
neyvan nakrantíð
áður hevur gjørt
FORMULADEILDIN
2. UMFAR
Jóannes Hansen
Aftur hesa ferð eydnaðist
tað at spæla í øllum fimm
plássunum. Leygardagin og
fyrrapartin sunnudagin sá
annars einki út í fleiri støðum.
Í Fuglafirði høvdu teir avlýst,
men so komu kontraboð,
og í Klaksvík ruddaðu teir
vøllin við maskinum. At
vesturættin loysti høgættina
av hjálpti sjálvandi væl upp
á støðuna.
Fótbóltsdygdirnar eru sjálv
andi ikki komnar í hæddina
so tíðliga á árinum. Málini
verða søgd at vera krúnan
á fótbóltsundirhaldinum,
og um tey verða nýtt sum
mátisnórur, so var 2. umfar
í bestu deildini áhugavert. 22
mál vórðu skorað ella 4,4 í
miðal í hvørjari uppgerðini.
Tað er rættuliga høgt miðal
tal.
Fótbóltshugurin hevur
nógvu tey seinastu árini
verið framúr í Sundalagnum,
og nú er hýrurin á EB/
Streyma viðhaldsfólkunum
so góður sum ongantíð
áður. Tað er sagt á hesum
síðum, og tað kann gott
endurtakast. EB/Streymur
hevur spælaragrundarlag til
at vera við í stríðnum um
heiðursmerkini og meist
araskapin. Spurningurin
er, um teir fara at hava
marginalirnar við sær í tøttu
uppgerðunum, og tá ið tað
fer at ráða um skaðar og
leikbann.
Undanfarnu árini hava
teir ikki havt hepnið á
sínari síðu, tá ið teir hava
spælt móti sigursvanda HB
í Gundadali. Sunnudagin
gjørdu teir í EB/Streymi
enda á keðiligu hagtølunum,
sum søgdu, at teir ikki
høvdu skorað mál og harvið
sjálvandi ikki vunnið móti
HB í Gundadali. EB/Streyma
liðið og viðhaldsfólkini eru
í støtinum! Bara teirra lið
og meistararnir í B36 hava
fulla úrtøku. Longu nú
eru fleiri farin at tosa um
toppuppgerðirnar millum
B36 og EB/Streym. Tað er
sjálvandi møguleiki fyri,
at stigatalvan fer at síggja
øðrvísi út 7. mai, tá ið B36
fer at fáa vitjan av EB/
Streymi, men talan verður
undir øllum umstøðum
um rættuliga áhugaverda
uppgerð, tá ið EB/Streymur
aftur skal í Gundadal, har
teir sunnudagin staðfestu
fyri sær sjálvum, at tað ber
til hjá teimum at vinna.
NSÍ vísti sítt format, tá
ið teir rystu skelkin av sær,
sum tað mundi vera, tá ið
VB/Sumba á Vágs eiði
legði seg á odda og fekk
brotsspark. Og hitt felagið í
Runavíkar kommunu, Skála,
vísti í Klaksvík, at tað eisini
skal roknast við teimum í
ár. GÍ hevur ofta staðið seg
væl á Svangaskarði. Aftur
hesa ferð fingu teir stig.
Javnleikur á útivølli er at
liva við hjá GÍ, meðan tað
eigur at kennast tungt hjá
B68, sum næstu vikuna
skal spæla móti NSÍ (ú) og
Skála (h).
Fuglfirðingar hava havt
tað tungt í fyrstu umfør
unum. Skráin er einki
vinarlig móti ÍF. Í fyrstu
umførunum hava teir spælt
móti havnarfeløgunum, og
Skírisdag skulu teir norður á
Mølina. Tað er troystarleyst
einki stig at hava fingið.
Fuglfirðingar halda tó, at
hugburðurin var væl betri
hesa ferð, enn hann var í
Gundadali. Eftir vitjanina á
Eiði verða fleiri avbjóðingar
á skránni, sum fara at vísa,
hvør dugur er í ÍF. Tá skulu
teir spæla móti KÍ (h), GÍ
(ú) og ikki minst móti VB/
Sumba á heimavølli.
Onga staðni eigur fót
bóltslagið at vera verri
enn í Suðuroy. Har hevur
gongdin verið syndarlig.
Í bestu deildini hevur VB/
Sumba einki stig fingið og
málmunin 2-8. Í næstbestu
deildini eru VB/Sumba, TB
og Royn millum fýra tey
aftastu. Samlaða úrtøkan
er 0 stig við málmuninum
1-24! Støðan er sjálvandi
eisini avleiðing av veika
fólkagrundarlagnum. Á
aðalfundinum leygarkvøldið
var álvarin viðgjørdur í
Hvalba, har teir hava mist
heilt nógv fólk. At teir gjørdu
av at fara at tosa við hini
feløgini í oynni um at leggja
saman er væl skiljandi.
Skírisdag verður spælt
soleiðis í FORMULA
DEILDINI: EB/Streymur-
ÍF, GÍ-HB, NSÍ-B68, Skála-
VB/Sumba og B36-KÍ. 2.
páskadag sær skráin í 4.
umfari soleiðis út: HB-NSÍ,
ÍF-KÍ, EB/Streymur-GÍ, VB/
Sumba-B36 og B68-Skála,
Teir í Sundalagnum eru í støtinum