mánadagur 10. apríl 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
[ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ]
Lítil spælitíð til klaksvíkingar
Fýra spælarar, sum fyri tað mesta hava spælt í KÍ, eru partar av
besta hópinum í Fuglafirði. Men teir áttu ikki so ógvuliga stóran
lut í stríðnum móti meistarunum úr B36.
Karstin Joensen vardi ÍF málið alla tíðina. Arnhold Joensen varð
skiftur inn, tá ið tað restaðu tjúgu minuttir, og tá ið tað restaðu
trettan minuttir, varð Julian Samuelsen settur á vøllin. Tórur Lervig
kom ikki á vøllin.
Hugburðurin
batnaður
Høgni Zachariassen, ÍF
liðformaðurin, ásannar, at
tað kennist lítið hugaligt
einki stig hava fingið eftir
tvey umfør:
– Vit hava spælt móti
HB og B36, og næstu
ferð er EB/Streymur á
skránni. Tað eru harðar
treytir. Vit eru ikki nøgdir
við einki stig at hava
fingið. Tað positiva hesa
ferð var, at hugburðurin
var væl betri, enn hann
var móti HB. Munurin
var ikki so stórur, men
B36arnir vóru tolnir, og
teir hava kvalitetirnar at
bíða eftir tí, sum teir vóru
komnir eftir, staðfestir ÍF
liðformaðurin.
Málið
órógvaði
eitt sindur
B36 málverjin helt, at tað
órógvaði eitt sindur, at ÍF
fekk fyrsta málið:
– Ætlanin hjá okkum
var at seta alt upp á pláss
sum skjótast. Sum heild
gekk tað væl. Vit vóru
ikki skelkaðir, men tað
kendist, at ÍF fekk fyrsta
málið. Umframt skotið
hjá Atla Petersen høvdu
teir eina roynd móti mál
inum. Eg var mest sum
arbeiðsleysur, og í 2.
hálvleiki var ongantíð ivi
um, at vit fóru at vinna,
heldur Jákup Mikkelsen.
Tit løgdu ikki so nógv
fyri í álopspartinum í 2.
hálvleiki?
– Um vit ikki gjørdu tað,
so var tað ikki tilvitað. Vit
høvdu ongar ætlanir um,
og tað var ikki neyðugt
hjá okkum, at leggja okk
um aftur á vøllin, sigur
Jákup Mikkelsen, sum
roknaði við, at ÍF fór at
flyta Bartal Eliasen longri
aftur á vøllin, tá ið teir
vóru komnir á odda.
Burðurin tykist
vera tungur hjá
fuglfirðingum, sum
aftur hesa ferð høvdu
meiri enn ilt við at
fóta sær
ÍF-B36
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað gongur stútt sama
vegin. Hjá B36 er kósin
móti toppinum, og hjá
ÍF er tað móti botninum.
Eftir stórtapið í Gundadali
móti HB, áttu fuglfirðingar
heimavøll. Aftur hesa ferð
stóðu teir yvirav havnarfelag.
B36 var annað vikuskifti á
rað í Eysturoy, og aftur hesa
ferð fóru teir til hús við
fullari úrtøku.
Leiktíðin er tvær ferðir
trý korter. Hóast ÍF fyrstu
løtuna megnaði at halda
tørn og tóktist spæla upp
við meistararnar, so kendist
tað vera spurningur um tíð,
áðrenn B36, sum støðugt
legði stóran dent á verju
partin, fór til verka fram eftir
vøllinum.
At ÍF hevði flutt Bartal
Eliasen úr miðverjuni og
fram í álopið bar eitt sindur
av órógv við sær í B36
verjuna, og tað var eingin
ivi um, at ÍF hevði størri
tyngd í fremstu røð, enn teir
høvdu næstsíðsta sunnudag,
tá ið HB í Gundadali var á
skránni.
ÍF fekk mál, tá ið 1. hálv
leikur var gott og væl hálv
runnin. Eftir ÍF skjótálop og
innlegg úr høgru frá Bartali
Eliasen var B36 verjan ikki
heilt sannførandi, og tá ið
Atli Petersen brádliga stóð
leysur, var hann kaldur
og sendi framvið Jákupi
Mikkelsen, sum annarsi ikki
hevði so nógv at takast við.
Undan steðginum javnaði
B36. Málskjútti var Fróði
Benjaminsen, sum eftir
tvey tey fyrstu umførini
hevur víst, at hann er aftur í
málsókna leiklutinum, sum
hann so ofta áður hevur víst,
men sum ikki var serliga
eyðsýndur í fjør, tá ið B36
vann FM.
Mikkjal
Thomassen
sendi fríspark úr høgru
og til handara stólpan,
har landsliðsmaðurin var
púra leysur, tá ið hann við
høvdinum sendi umvegis
graslíkið og í málið.
Eftir steðgin var tað eyð
sýnt, at B36 hevur størri
breidd og tyngd enn ÍF.
Fuglfirðingarnir vístu vilja
at vera tættari og stinnari í
nærdystunum, men teir hava
ikki somu manningarligu
fyritreytir, sum B36 hevur
tað. Hjá meistarunum ber
til at skifta fólk, uttan at tað
órógvar nakað sum helst.
Tað ber ikki til hjá fugl
firðingum.
Meistararnir
fingu
týdningarmikla 2-1 málið, tá
ið seinna umfarið var tíggju
minuttir gamalt. Málskjútti
var gamli kenningurin í
Fuglafirði, Sylla. ÍF mál
verjin var á veg út eftir
bóltinum, sum B36 hevði
lagt innfyri úr vinstru, men
Sylla var fyrri á og stýrdi
við høvdinum bóltin í tóma
málið.
So bant B36 um. Teir
høvdu fingið tað, sum teir
vóru komnir til Fuglafirðar
eftir. Tað ráddi fyrst og
fremst um, at ÍF ikki skuldi
fáa mál, og tað eydnaðist væl
hjá B36 at binda fyri. Um
sigurin skuldi gerast størri
enn eitt mál, so fór talan at
verða um eykavinning. Hann
fingu teir í árstalsfelagnum,
tá ið tað restaði eitt korter.
Hanus Thorleifsson skor
aði fyri fyrstu ferð í lands
kappingini, síðani hann fór
úr Skála blusuni og í B36
troyggjuna, tá ið hann av
brotsteigarmarkinum sendi
móti málinum. ÍF málverjin
varð snýttur, tí bólturin tók
í ein á vegnum.
Heimskendur málmaður vitjar í Havn
Í døgunum 12. og 13. mai skipar Fótbólts
sambandið fyri málmansvenjaraskeiði, har
hollendski málmansvenjarin Frans Hoek
verður skeiðleiðari. Hann er víðagitin
málmansvenjari og hevur verið venjari
hjá bæði Ajax Amsterdam, FC Barcelona
og hollendska a-landsliðnum. Síðani
1995 hevur hann starvast fyri UEFA og
FIFA, og í næstum skal hann til Onglands
at undirvísa Premier League-feløgum í
málmansvenjing. Skeiðið er serliga
ætlað venjarunum í Formuladeildini
og 1. deild umframt vejarahópinum og
instruktørunum hjá FSF. Harafturat verða
eisini málmansvenjarar hjá feløgunum
eisini við.
ÍF-B36 1-3 (1-1)
B36 aftur fulla last á langfaraveiðu
B36
ÍF
Obi og teir í B36 vunnu aftur á útivølli og hava fingið fulla úrtøku burtur úr fyrstu umførunum
Mynd: Álvur Haraldsen