Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-10, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 [ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ] Seinni finaludysturin í manshondbólti millum Kyndil og VÍF gjørdist ongantíð tann “gysarin”, sum fleiri høvdu væntað. Kyndil var snøgt sagt bæði ein og tveir klassar betri enn VÍF, og tí struku teir avstað við føroya­ meist­ara­heitinum 2006 FM-finala Terji Nielsen Terji@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen Tað var spenningur í luftini í høllini á Hálsi leygardagin, tá ið teir báðir risarnir í føroyskum manshondbólti, Kyndil og VÍF, brustu saman í seinna finaludystinum um FM-heitið. Kyndil hevði vunn­ið fyrstu finaluna í Vest­ manna, og tí var greitt, at VÍF skuldi vinna í Havn, um teir ætlaðu sær at endurvinna meistaraheitið. Høgni gekk á odda Í upptaktini til dystin her í blaðnum fríggjadagin segði Agnar Joensen hjá VÌF, at tað ráddi um hjá vest­ menningum frá byrjan at steðga spælskiparanum hjá Kyndli, Høgna Klein, um tað skuldi eydnast teimum at basa havnarliðnum. Men so var ikki, tí Høgni legði bragdliga fyri, og hann skeyt trý av teimum fyrstu fýra málunum, ið Kyndil fekk. Harumframt var hann maðurin aftan fyri flestu fríspælingarnar til Janus Einar Sørensen á strikuni, og hesar fríspælingar førdu í allarflestu førum til antin mál ella brotsskast, tí verjan hjá VÍF fekk ongantíð í dyst­ inum fatur á Janus Einari. Venjarin hjá VÍF, Dia Midjord, hevði til seinnu finaluna valt at byrja við Áka Olsen í álopinum, meðan hin Áki, Áki Gaardbo Olsen, var við í verjuni. Hetta var kanska partvís skila­gott, tí Áki G. er ein framúr góður verjuspælari, men hann er eisini ein góður álopsspælari, og tað var eitt sindur undrunarvert, at hann at kalla ikki var við í álopspartinum hjá VÍF fyri steðgin. Tað at Áki Olsen var so nógv við í álopsspælinum hjá vestmenningum hevði eis­ ini við sær, at Sámal Joensen var fluttur yvir á høgra bakk, og tá er Sámal ikki eins vandamikil, sum hann er á vinstra bakki. Hetta var kanska ein av orsøkunum til, at álopsspælið hjá vest­ menningum ikki koyrdi nak­að serligt, og teir gulu noyddust at brúka nógvar kreftir fyri at bróta ígjøgnum sterku verjuna hjá Kyndli. Fleiri streingir at spæla uppá Í hinum endanum av vøllinum gekk tað munandi lættari hjá Kyndil at sleppa framvið verjuni hjá mótstøðuliðnum. Teir grønu brúktu nógv minni kreftir fyri at fáa bóltin í netið, og tað var trupult hjá vestmenningum at steðga kyndilsmonnum, tí havnarmenninir høvdu so nógvar ymiskar streingir at spæla uppá. Kyndil skoraði snøgt sagt frá øllum plássum, og álopsspælið hjá havnarliðnum var nógv meiri flótandi, enn tað var hjá gestunum úr VÍF. Av somu orsøk fekk Kyndil eisini eitt hol niður til gestirnar upp á eini fýra mál, men móti endanum av fyrra hálvleiki mentu gestirnir úr VÍF seg, og teir tóku seg inn aftur á Kyndil. Tá ið so Marius Joensen hjá Kyndli í seinasta minuttinum av fyrra hálvleiki við støðuna 14-12 til Kyndil fekk reyða kortið fyri at skumpa Inga Olsen í ryggin, tá ið hesin var blivin leysur, sá tað bráddliga eitt sindur bjartari út hjá gestunum. Eitt greitt reytt kort til Marius, og brotskast til VÍF, sum Agnar Joensen setti í netið til 14- 13. Fá sekund vóru eftir av fyrra hálvleiki, og Kyndil skundaði sær oman í hin endan, og har eydnaðist tað Róki Akralíð við einum góðum hoppskoti at langa bóltin í kassan til 15-13, sum eisini var hálvleiksstøðan. Men tvey mál á muni er einki at snakka um í hond­ bólti, og tá ið Kyndil hevði mist sín ivaleyst besta verju­ spælara í Mariusi, mettu nógv, at nú høvdu vest­ menningar ein gyltan møgu­ leika at taka Kyndil aftur. Kollektivur niðurtúrur Um teir mongu áskoðararnir úr Vestmanna høvdu væntað, at VÍF fór at venda gongdini eftir steðgin, fóru teir so dyggiliga skeivir. Hóast Kyndil var í undirtali fyrstu løtuna av seinna hálvleiki, vóru tað teir, sum vunnu hesa løtu, og teir grønu fingu eina flúgvandi byrjan upp á tann síðsta hálva tíman. Jota, sum var komin í málið hjá vestmenningum at standa, fekk ikki fatur á nøkrum, men tað fingu hinir báðir málverjarnir hjá VÍF heldur ikki. Kyndil-VÍF 36-22(15-13) Kyndil eyðmýkti VÍF