mánadagur 10. apríl 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
[ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ]
Kyndil fekk fýra tey fyrstu
málini eftir steðgin, og harvið
gjørdist munurin heili seks
mál. VÍF royndi at koma
aftur í aftur, men veruleikin
er tann, at fyrsta korterið
av seinna hálvleiki var ein
stórur kollektivur niðurtúrur
hjá vestmenningum. Kyndil
vann nevnliga hesa løtu
ikki minni enn 11-2, so
tá ið seinni hálvleikur var
hálvrunnin, høvdu vertirnar
eina leiðslu, sum var heili
11 mál.
Tað tóktist sum um, at
líka mikið hvat kyndilsmenn
royndu seg við, so eydnaðist
tað, meðan tað gekk av
skriðuni hjá VÍF bæði í álopi
og verju.
Eitt sindur undrunarvert
var tað eisini hesa løtuna, at
bonkurin hjá VÍF ikki royndi
at broyta meira upp á liðið hjá
sær. Tað blivið haldið fast um
somu leikarar í alt ov drúgva
tíð, og tá ið útskiftingar
endiliga blivu framdar, var
tað nógv ov seint, tí tá var
dysturin avgjørdur, og allir
vestmenningarnir
vóru
falnir í fátt, og talan var um
ein kollektivan niðurtúrin
hjá verjandi meistarunum.
Uppiborið
meistaraheitið
At tað fullkomiliga skrambl
aði saman hjá VÍF var óvænt
að, men leygardagin var so
ongin ivi um, hvat var betra
liðið. Kyndil var í serflokki,
og spælið hjá teimum gekk
upp í eina hægri eind. Tað
sást eisini týðuligani frá
fyrsta bríksli, at havnarliðið
var nógv grammari enn gest
irnir, og spæligleðin lýsti
úr hvørjum einasta leikara
hjá teimum grønu. Vest
menningar hinvegin tóktust
ikki veruliga trúgva uppá, at
tað fór at bera til hjá teimum
at vinna dystin, og tú sást
ongantíð sama stríðsvilja á
VÍF-liðnum, sum tú sást hjá
Kyndli.
At Kyndil leygardagin fór
avstað við meistaraheitinum,
er eisini uppiborið, tí teir
hava verið mest støðuga liðið
hetta kappingarárið. Kyndil
er kanska eisini tað liðið í
Føroyskum manshondbólti,
sum hevur breiðasta hóp
in, og tað hevur stóran
týdning í einum drúgvum
kappingarári. Leygardagin
gjørdist talan um so mikið
trivaligan sigur, at so at siga
allir mans í hópinum sluppu
at royna seg í finaluni, og
allir tóku av, tá ið høvi
beyðst.
Kyndil-VÍF 36-22(15-13)
Kyndil: Rókur Akralíð 8, Josef Abrahamsen 8(4), Høgni
Klein 5, Janus Einar Sørensen 4, Hjalti M. Jacobsen 3,
Ragnar Stakksund 2, Marius Joensen 2, Hanus Johansen 2,
Hans Áki Dal-Christiansen 1, Hannis Wardum 1(1)
VÍF: Ingi Olsen 5, Sámal Joensen 4, Áki Olsen 4(2), Áki
G. Olsen 3, Harald Bjørgvin 2, Agnar Joensen 2(2), John
Zachariassen 1, Regin Joensen 1
Brotskøst: Kyndil 6(5), VÍF 7(4)
Útvísingar: VÍF 4
Reytt kort: Marius Joensen, Kyndil
Dómarar: Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen
Áskoðarar: uml. 800
FAKTA UM FINALUNA