mánadagur 10. apríl 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
[ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ]
FM-finala
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Royndi vongspælarin hjá
vestmenningum, Harald
Bjørgvin, hevur upplivað
nógv, síðani hann í 1989
á fyrsta sinni royndi seg
á besta liðnum hjá vest
menningum, men ein
slíkan dyst sum finaluna
leygardagin, hevði hann
ongantíð áður verið úti
fyri.
– Eg veit ikk i, hvat
tað er, sum hendir. Her
kollapsaði alt hjá okk um,
og eg havi ongantíð áður
verið úti fyri slíkum. Vit
hava ein heilan hálvleik
at vinna dystin í, tí vit eru
bara aftan fyri við tveimum
málum í steðginum, men
tað riggaði einki. Vit byrja
2. hálvleik í yvirtal, men
ístaðin skora teir. Høvdu
vit skorað fyrsta málið í 2.
hálvleiki, var bara eitt mál
á muni, greiddi Harald
Bjørgvin frá eftir dystin.
Spæligleðin á muni
Sjálvur helt Harald Bjørg
vin, at tað var ein týðuligur
munur á liðunum báðum í
finaluni leygardagin.
– Størsti munurin á lið
unum í dag var spæligleðin.
Teir vóru nógv glaðari fyri
at spæla hondbólt enn vit í
dag, og tí er tað eisini fult
uppiborið, at teir vinna í
dag. Eg haldi eisini, at tað
er stuttligt hjá teimum, nú
felagið fyllir runt, og eg vil
ynskja teimum hjartaliga
tilukk u við FM-heitinum,
segði Harald Bjørgvin.
Hann helt eisini, at
tá ið spælið koyrir hjá
Kyndli, soleiðis sum
tað gjørdi leygardagin,
so er einki at gera hjá
mótstøðuliðnum.
- Vit royndu at koma
aftur í aftur, men alt
riggaði hjá teimum, og
allir mans hjá teimum
raka dagin, og tí gjørdist
munurin so stórur, segði
Harald Bjørgvin at enda.
Alt kollapsaði
hjá VÍF
Harald Bjørgvin hevur spælt á besta liðnum hjá VÌF síðani
1989, og hann hevur ongantíð áður verið úti fyri at tapa so
stórt móti Kyndli í einum avgerandi dysti.
Mynd: Álvur Haraldsen
FM-finala
Terji Nielsen
Terji@sosialurin.fo
Ein stórur partur av teimum
gott og væl 800 áskoðarunum
í høllini á Hálsi leygardagin
gløddu við, tá ið tey sóu,
hvørjir leikarar hitaðu upp
fyri Kyndil undan FM-final
uni leygardagin. Millum
menninar í Kyndlahópinum
var Hannis Wardum, sum
ikk i hevur spælt á besta
mansliðnum hjá Kyndli í
fleiri ár. Hannis slapp eisini
á vøllin, tá ið eini tíggju
minuttir vóru eftir at spæla,
og hann slapp eisini at skjóta
eitt brotskast, sum hann
sendi í netið.
Ætlaði at blíva
meistari í ár
Hannis Wardum hevur ann
ars verið venjari hjá hoy
víkingum størsta partin av
kappingarárinum, men hann
bleiv sagdur úr starvi, tá ið
trý umfør vóru eftir av enda
spælinum.
– Eg segði, áðrenn
kappingarárið byrjaði, at
eg ætlaði mær at gerast
meistari, men eg segði ikk i
við hvørjum felag, segði
Hannis skemtandi eftir dyst
in leygardagin.
Spurdur, um hann var eitt
slag av einum jokara, ið
Kyndil hevði gravað fram til
finalundystin, segði Hannis
Wardum.
– Orðið jokari ella trumfur
hevur ongantíð verið brúkt.
Eg havi spælt við ávíkavist
3. deild og næstbesta liðnum
í alt ár. Tá ið eg gavst á besta
liðnum, var tað ein skaði, ið
steðgaði mær. Tí fekk ong
antíð sagt eitt ordiligt farvæl,
og í dag var so eitt hóskandi
høvi at gera tað. Tað var
nakað heilt serligt at verða
við í dag og stuttligt at vinna,
men hetta var definitivt sein
asti dysturin, segði Hannis
Wardum við stóra steypinum
í favninum.
– Eitt hóskandi farvæl
Hannis Wardum við stóra FM-steypinum í favninum, eftir at hann hevði eitt gjørt eitt ógvuliga óvæntað come-back á besta
liðnum hjá Kyndli í FM-finaluni.
Mynd: Álvur Haraldsen
FM-finala
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Ein av teimum spælarunum
hjá Kyndli, ið gekk á odda,
tá ið føroyameistararnir
“knekk aðu” VÍF í byrjanini
av seinna hálvleiki í FM-
finaluni leygardagin, var
málverjin Johan Danielsen,
sum stóð ein rimmar seinna
hálvleik. Hann var ikk i sørt
ovfarin av stórsigrinum.
Besti dystur á árinum
– Hetta eigur ikk i at bera til.
Teir eru sjálvandi uppsettir,
tá ið teir fara til hálvleiks,
tí tá eru bara tvey mál á
muni, og ivaleyst ætla teir
sær eisini at koma fram um
okk um beinan vegin í seinna
hálvleiki, men vit økja ístað
in, og tá “knekk a teir”, segði
Johan eftir dystin.
Johan Danielsen helt eftir
dystin, at finalan ivaleyst
var besti dystur á árinum
hjá Kyndli.
– Í dag raka allir mans hjá
okk um dagin, og allir spæla
optimalt. Tað var líkamikið,
um vit skiftu út, tí allir sum
koma inn geva 100 prosent,
og tí viknar liðið ongantíð.
Vit hava nógvar góðar ungar
spælarar, og tað er kanska
ein av mununum á liðunum
báðum, at vit hava ein breið
ari hóp enn VÍF, segði Johan
Danielsen.
At Johan sjálvur hevði
staðið so væl í málinum í
seinna hálvleiki, hevði hann
ikk i so nógvar viðmerkingar
til.
– Tað gekk væl, men tað er
fyrst og fremst, tí man er so
uppsettur, og tí at verjan stóð
ómetaliga væl framman fyri
mær, segði Johan Danielsen
at enda.
– Allir spæla optimalt
Málverjin Johan Danielsen var ein av leikarunum, ið gekk
á odda, tá ið Kyndil tók pippið frá VÍF í byrjanini av seinna
hálvleiki í FM-finaluni á Hálsi leygardagin.
Mynd: Álvur Haraldsen