Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 [ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ] Fyri fyrstu ferð nakrantíð eydnaðist tað EB/Streymi sunnudagin at skora móti HB í Gundadali í landskappingardysti, og tá ið so hol kom á, komu ikki færri enn trý mál upp á sjey minuttir, og tað var nóg mikið til trý stig Formuladeildin Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Hagtølini vóru ikki við sunda­lagsmonnum undan vitj­anini í Gundadali. Sjey ferðir áður høvdu teir roynt seg móti HB á útivølli, og hvørja ferð hevði havnarliðið sigrað, og ongantíð hevði tað eydnast EB/Streymi at skora. Men fleiri høvdu helst ein varhuga av, at hesaferð var møguleikin hjá EB/Streymi størri, enn hann áður hevði verið. Hendingarríkur fyrri hálvleikur Dysturin byrjaði við nógvari ferð, og tað var heimaliðið, sum beit mest frá sær fyrstu løtuna. Tað var tí ikki heilt óvæntað, at teir løgdu seg á odda, tá ið 17 minuttir vóru leiktir. Ein bóltur verður sendur inn í brotsteigin hjá EB/Streymi úr høgru síðu. Verjan hjá sundalagsmonnum fær lossað bóltin eitt sindur útfrá, men staddur einar tveir metrar uttan fyri brotsteigin mitt fyri, tekur Jákup á Borg bóltin niður við bringuni, áðrenn hann hegnisliga send­ir bóltin upp í handara málhorn til 1-0. Eftir hetta kom EB/ Streym­ur meiri við í dystin, og spælið var fyri tað mesta á miðvøllinum, har Rafael Kwiecinski hjá EB/Streymi og Emil N. Leifsson hjá HB stóðu sterkir í myndini. Hans Pauli gjørdi søguligt mál Sjey minuttir vóru eftir at leika av fyrra hálvleiki, tá ið Hans Pauli Samuelsen bráddliga gerst leysur í høgru síðu av HB-brotsteiginum, og víkamaðurin sendir bólt­ in í einum bleytum boga framvið Bárði í HB-málinum í handara síðunet til 1-1, og stór frøði á gestunum, sum nú høvdu fingið fyrsta landskappingarmálið móti HB í Gundadali. Men gestirnir høvdu ikki meira enn fingið armarnar niður aftur, so lá bólturin í teirra egna málið. Jákup á Borg breyt ígjøgnum í høgra borði, og bólturin kom útfrá til Rók av Fløtum Jespersen, sum staddur áraka brotsteigarmarkið sendir bólt­in flatt eftir jørð í netið dygst úti við annan stólpan, og so vóru havnarmenninir aftur á odda. Komu fyri seg aftur EB/Streymur gav ikki skarv­ in yvir, og tveir minuttir fyri hálvleik javnaði Sorin Anghel við einum skallara, tá ið Bárður Johannesen iv­aðist, um hann skuldi koma út ella blíva inni í mál­i­num, og í yvirtíðini í fyrra hálvleiki fingu sunda­ lagsmenn brotsspark, tá ið Rasmus Nolsøe brúkti hondina til at fáa bóltin av vandaleið. Brotssparkið setti liðskiparin hjá EB/Streymi, Egil á Bø, í netið til 3-2, sum eisini var hálvleiksstøðan. Eftir steðgin royndi HB at trýsta fyri at fáa útjav­ nandi málið, men teir fingu ongantíð av álvara sett gestirnar undir nakað støðugt trýst. Tvær ferðir vóru tó boð eftir René í mál­in­um, og hann vísti í hesum løtum hvørjar dystir, ið eru í honum. Tá ið tríggir minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina, var um reppið, at HB javnaði, tá ið málverjin hjá HB, Bárður Johannesen, sum var komin framvið til eitt hornaspark, skeyt í síðunetið. Men inn vildi bólturin ikki, og tí fóru gestirnir norður aftur við øll­um trimum stigunum, og teir sita nú á ovastu rók í Formuladeildini saman við B36 við fullum stigatali eftir teir báðar fyrstu dystirnar. – Ein góð byrjan Lagið var gott á sunda­ lagsmonnum og trúastu áskoðarunum eftir 3- 2 sigurin í Gundadali sunnudagin. Gert Han­ sen, ið stóð ógvuliga sterk­ur í myndini á høgra bakki, var sum vera man sera fegin um søguliga sigurin. – Hetta var fínasta slag. Vit spæla gott fram eftir vøllinum, og vit trúðu uppá, at um hetta unga HB-liðið bleiv pressað, so fór tað at boyggja seg fyri trýstinum. Eg haldi, at tað var ein rættuliga javn­ur dystur við fáum møguleikum. Teir hava kanska fleiri møguleikar enn vit, men vit eru effek­tivari, segði Gert Hansen eftir dystin. Gert helt, at sigurin í Gundadali hevði stóran týdning fyri moralin á liðnum, og at tað var umráðandi við eini so mikið góðari byrjan upp á kappingarárið. – Nú hava vit fult stiga­tal fyri tveir teir fyrstu dystirnar, og næstu dystirnir eru móti ávíkavist ÍF og GÍ. Skulu vit verða við í toppinum, skulu vit eisini vinna teir báðar dystirnar, segði Gert Hansen. tn EB/Streymur HB EB/Streymur skrivaði søgu Jónas og teir strúka avstað Frem vann í gjár triðja dystin á rað í næstbestu donsku deildini. Frem, har tríggir føroyskir spælarar eru í hópinum, spældi á heimavølli ímóti AB og vann 3-1. Jónas Tór Næss spældi á høgra bakki allan dystin, meðan málmaðurin Gunn­ar Nielsen og verjuspælarin Atli Gregersen vóru á beinkinum allar 90 minuttirnar. Undan seinnu hálvu av donsku 1. deild varð roknað við, at Frem fór at fáa trupulleikar við at yvirliva í deildini, tí liðið hevði mist so nógvar spælarar í vetur. Harafturat fór venjarin eisini. – Fólk hava dømt okkum til niðurflytingarstríðið, men nú liggja vit alt í einum sum nummar 5. Vit spælarar hava allatíðina trúð upp á, at tað skuldi fara at ganga, og tað hevur eisini gingist sera væl seinastu dystirnar, sigur Jónas Tór Næss. Hann hevur av álvara spælt seg inn á liðið hjá Frem, og seinastu dystirnar hevur hann spælt fulla tíð. – Eg spældi 8 dystir í fjørheyst, men nú tykist tað, sum eg havi fingið fast pláss á liðnum. Venjarin hevur víst mær álit, og tað hevur gingið væl higartil, sigur Jónas Tór Næss. Vagnur Mohr Mortensen og hinir í HB noyddust sunnudagin at lúta fyri Sorin Anghel og hansara liðfeløgum úr EB/Streymi, tá ið liðini hittust í Gundadali savnsmynd