Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-10, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2006síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 [ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ] Vit vóru ikki vaknir Christian Høgni Jacob­ sen skoraði tvey av mál­ un­um, sum NSÍ gjørdi í Vági sunnudagin, og hann helt eftir dystin, at NSÍ-spælararnir vóru ikki klárir frá byrjan. – Teir koma á odda og fáa straffi, og tá eru vit ikki ordiliga vaknir. Men tá vit so koma í gongd, er stórur munur á liðnum, og vit kundu fingið fleiri mál afturat, sigur Christian Høgni. – Tað var sera týdn­ ingarmikið fyri okkum at vinna dystin, og tað eydnaðist. Men tað kundi verið sera trupult, um VB hevði skoraði upp á hatta brotssparkið. Tað var sera gott tikið av Jens Martin. Fekk rós eftir tapið – Eg havi ongantíð áður fingið so nógv rós, eftir at eg havi tapt ein dyst. Tað sigur VB-venjarin, Ole Andersen, eftir at hansara lið tapti dystin ímóti NSÍ sunnudagin. VB hevur spælt tveir dystir í Formuladeildini í ár, og liðið hevur tapt báðar dystirnar. – Vit eru væl við í dyst­ inum at byrja við og eiga at koma fram um við meira enn einum máli, men so gera vit nøkur mistøk í verjupartinum, og tað kostar aftur hesa­ ferð, sigur hann. VB-venjarin hevur gott mót, hóast tað hev­ ur gingið illa hjá VB/ Sumba í tveimum teim­ um fyrstu dystunum. – Vit mugu fáa verju­ partin upp á pláss, so at vit ikki gera so nógv mistøk. Hvussu vit fara at gera tað, fáa vit at síggja, sigur Ole Andersen. Fleiri dystir útsettir Orsakað av teimum vánaliga standinum á vøllunum í Keypmannahavn eru tveir av teimum fyrstu dystunum hjá ÍF Føroyum útsettir. 1. lið skuldi annars havt leikt sín fyrsta dyst leygardagin á útivølli ímóti B93, men vøllurin úti á Østerbro var ikki nóg góður at spæla dyst á, og tí varð hann útsettur. Skírishósdag er eisini dystur á skránni, tá Tårnby skuldi koma á vitjan á Kløvermarkini. Boðini eru tó, at hesin dysturin við 90% vissu eisini verður útsettur. Hetta kemur væl við hjá ÍF Føroyum, nú tá so nógvir leikarar ikki eru tøkir mitt í páskaferiuni. Fyrsti dystur verður tí væntandi tann 22. apríl á útivølli ímóti GVI. VB/Sumba hevði møguleikan at leggja seg fram um við tveimum málum, men tá ið teir brendu brotsspark, var tað útpurringin, sum NSÍ hevði brúk fyri VB/Sumba-NSÍ Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo NSÍ fekk ein hvøkk í dyst­ in­um í Vági í gjár. Runa­ víkingar, sum ætla sær at verða við í toppstríðnum í ár, taptu fyrsta dystin fyri einari viku síðani, og í gjár komu teir afturum tíðliga í dystinum. Álopsspælarin Birgir Jørgensen legði VB/Sumba fram um 1-0, tá ið hann smekkaði ein leysan bólt eftir hornaspark í málið, og nakað seinni fekk heimaliðið brotsspark. Arbeiðssami mið­ vallarin Evrard Ble varð sett­ ur at skjóta, og hann hevði gyltan møguleika at leggja heimaliðið fram um við tveim­um málum. Men Jens Martin Knud­ sen í NSÍ-málinum vildi tað øðrvísi, og hann gjørdi týdningarmiklu bjargingina, sum helt NSÍ inni í dystin­ um. NSÍ setti frðina upp Løtu seinni svaraði NSÍ aftur av álvara. Sumba/VB var í álopi, men misnýtti møguleika at gera mál, og so gekk tað skjótt hinvegin. NSÍ fór í kontra, Christian Høgni Jacobsen fekk bóltin nakað í høgru, dró inn í brotsteigin og sendi flatt í málið við nærmara stólpan. Javnleikurin helt sær til hálvleikin, og dysturin var púra opin áðrenn seinnu 45 minuttirnar. Tað vóru gestirnir, sum vóru rudduliga omaná í seinna hálvleiki. NSÍ fekk meira ferð á sítt beinleiðis spæl, og tað gav úrslit. VB/ Sumba royndi at hanga í og skapti onkrar møguleikar, men mál fingu teir ikki fyrr enn í yvirtíðini, tá ið alt var avgjørt Fleiri mál seinastu løtuna Helgi L. Petersen, sum spældi í álopinum saman við Christian Høgna Jacobsen, legði NSÍ fram um 2-1 eftir ein lítlan hálvan tíma. Helgi gjørdist leysur miðskeiðis í brotsteignum, og hann skor­ aði trygt. Tá ið eitt korter var eftir at spæla, økti Bogi Løkin til 3-1, og so fall VB-liðið saman. Bogi fekk fótin á eftir trunkaspæl, og næstu 10 minuttirnar skoraði NSÍ tvey mál afturat. Fyrst var tað Danial Han­ sen, sum tveitti seg fram og stútaði eitt innlegg úr vinstru í málið, og løtu seinni setti Christian Høgni Jacobsen punktum, tá ið hann stóð við endan av einum góðum NSÍ- álopi. Andy Olsen sendi inn fyri úr vintru, og so legði Helgi L. Petersen bóltin til rættis til Christian Høgna, sum sendi í meskarnar. VB/Sumba fekk eitt brots­ spark afturat í endanum av dystinum, og hesaferð avgreiddi Birgir Jørgensen í málið. Nú skulu stig í posan NSÍ fótaði sær við góða sigrinum í Vágieftir tapi í fyrsta umfari, meðan VB/ Sumba hevur fingið trupla byrjan. Nu bíða páskadystir ímóti Skála og B36, og tað eru harðar uppgávur hjá suðuroyarliðnum. Venjarin Ole Andersen er tó bjartskygdur um næstu dystirnar. – Alt ber til. Vit kunnu eis­ini fáa nakað burtur úr dystum ímóti Skála og B36, sigur hann. NSÍ VB/Sumba Laudrup skal hava stóra løn Brøndby má rættiliga fara niður í reyvalumman eftir mappuni, um felagið ætlar sær at hava Michael Laudrup sum venjara næstu árini. Ekstra­ blaðið vil vera, at Brøndby má gjalda Laudrup seks milliónir krónur um árið, um hann skal halda fram sum venjari. Harvið verður lønin hjá Laudrup tvífaldað, og hann verður best lønti venjarin í superliguni. VB/Sumba-NSÍ 2-5 (1-1) NSÍ vaknaði við kaldan dreym VB/Sumba var á odda og kundi havt økt upp í 2-0, men teir misnýttu brotsspark, og so tók NSÍ seg saman og skoraði fimm mál Mynd: Áki Bertholdsen