mánadagur 10. apríl 2006síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
[ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ]
Alexandur er
gull verdur
Eftir at hann mest sum
alt síðsta kappingarár
var skaddur, er Alexandur
Johansen aftur partur av
Skála liðnum. Í Klaksvík
átti hann næstsíðsta fótin
á báðu ferðirnar, tá ið
Skála skoraði.
– Hann er gull verdur
fyri okkum. Alexandur
og teir tríggir ungu, sum
vit hava fingið afturat,
og sum komu inn, gera,
at vit manningarliga eru
ikki verri fyri enn í fjør,
sjálvt um vit hava mist
lyklaspælarar, staðfestir
Jónhard Frederiksberg.
Ungu menninir, sum
hann sipar til, eru Debus
Danielsen, Poul N. Poul
sen og Levi Hanssen, sum
allir vórðu skiftir inn.
– Leikliga vóru vit
omaná, og eg átti at havt
fingið eitt mál, men eitt
stig í Klaksvík er ikki
so galið, heldur lands
liðsspælarin hjá Skála,
sum eisini rósar veteran
málverjanum
Eugen
Voda.
Høvdu ikki
betur uppiborið
KÍ verjuálitið Atli Daniel
sen var ikki nøgdur við
avrikið móti Skála.
– Tað hekk ikki nóg væl
saman millum keturnar,
og
álopsspælararnir
gerast ov einsamallir, tá
ið tað gongur so skjótt.
Bara seinna partin av 1.
hálvleiki, tá ið vit vunnu
nærdystir og returbóltar,
kendi eg tað soleiðis,
at vit vóru væl við. Tá
fingu vit bæði málini. Tey
komu eftir deyðbóltar,
har kvaliteturin er, at
Iulian Florescu er sera
neyvur skjútti, og vit eiga
spælarar, sum hava góða
styrki í nærdystum í brots
teiginum.
Atli heldur, at tá ið trý
stig eru vunnin í torførari
uppgávu á útivølli í fyrsta
umfarinum, so er tað ikki
nóg gott við javnleiki á
heimavølli.
– Men skálamenn
vóru kringir, og vit
høvdu avgjørt ikki betri
uppiborið, heldur lands
liðsspælarin hjá KÍ.
Hollendskur avloysari
fyri Shearer
Álopsessið hjá enska felagnum Newcastle, Alan Shearer, gevst at spæla
fótbólt í summar, og nú leitar Newcastle eftir einum nýggju spælara til
álopið hjá sær. Sky Sports vil verða við, at hollendski álopsspælarin
Dirk Kuyt kann gerast hesin avloysari. Kuyt hevur skotið 21 mál fyri
Feyenoord í hollendsku kappingini í ár, og fleiri europeisk stórfeløg
hava sýnt honum áhuga.
– Eg havi biðið okkara talentsneytara David Mills hugt nærri eftir
Kuyt, sigur Glenn Roeder, venjari hjá Newcastle, við Sky Sports.
Skála royndi serliga í 2.
hálvleiki at spæla seg
til sigur og øll stigini,
men tað eydnaðist ikki
móti KÍ, sum megnaði
at verja og stríða seg
til eitt stig, tí teir
fingu góða úrtøku úr
deyðbóltsstøðum
KÍ-Skála
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað var dramatikkur og
spenningur í Klaksvík
sunnudagin. Tá ið dómarin
hevði bríkslað fyri síðstu
ferð var 2-2. Skálamenn
vóru komnir á stigatalvuna,
og í søguligum baksýni er
eitt stig í Klaksvík ikki so
galið.
Men tað var ikki undarligt,
at skálamenn fóru um fjørð
in við kensluni av, at teir
heldur høvdu mist tvey enn
vunnið eitt stig. Í 2. hálv
leiki vóru tað teir, sum vóru
omaná. Teirra venjari er tann
mest royndi og vinnandi
í landinum, og hjá Jóhan
Nielsen er tað einki sum
eitur. Hansara lið skal spæla
seg til stig og sigrar.
Skálamenn hava fólk til
at spæla og samstundis at
vera vandamiklir. Alexandur
Johansen er við at koma í gir
aftur, eftir at hann leingi hevur
verið skaðaplágaður. Saman
við Jónhardi Frederiksberg,
Boga Gregersen og Bjarna
Jørgensen er hann rappfót
aður og hugflogsríkur. Á
miðvøllinum var Pauli G.
Hansen enn eina ferð snar
ingspunktið, og eldhuginum
og stríðsviljanum hjá Pæturi
Dam Jacobsen bilar ongantíð
nakað.
Undan steðginum kendist
tað ikki heilt sannførandi, og
hóast tað ongantíð var, sum
tað onkuntíð hevur verið, so
var Skála í 2. hálvleiki væl
betri í fótbóltsspælinum, og
tað hevði stóran týdning, at
teir mesta partin av tíðini
vunnu returbóltarnar.
Deyðbóltarnir
besta vápnið
Klaksvíkingarnir vóru verju
kendir. Høgni Madsen hevði
aftur hesa ferð mest fingið
leiklutin sum miðverji
framman fyri sera trygga
Atla Danielsen. Í høgra borði
hevði KÍ eitt sindur av tyngd
í vongspælinum, meðan
tað var truplari at sleppa
ígjøgnum í verjuborðinum
hjá Bárði Danielsen, sum
varð væl bakkaður upp av
Rúna Rasmussen.
Serliga í 1. hálvleiki gjørdu
skálamenn nógv fríspørk á
egnari hálvu. KÍ dúvaði nógv
upp á deyðbóltsstøðurnar,
og tað vóru spentar støður í
brotsteiginum frammanfyri
Eugen Voda. Konseptið hjá
KÍ var at spæla beinleiðis
og langar sendingar fram til
Ova Nysted og Paul Clapson,
og harvið var tað so sum
so við poleraða miðvallar
samanspælinum.
Fyrsta møguleikan átti
Skála í 4. minutti, men
Marek bjargaði á strikuni,
tá ið Bogi Gregersen hevði
roynt við høvdinum. Tá ið
eitt korter var farið, var aftur
vandi á ferð frammanfyri
Meinhardti Joensen í KÍ
málinum, sum við framúr
bjarging fekk kveistrað
royndina frá Boga Gregersen
upp um tvørtræið.
Miðskeiðis í 1. hálvleiki
fekk Skála endiliga úrtøku.
KÍ verjan megnaði ikki
at beina burtur eftir langa
framlegging, Alexandur
Johansen sneiddi til bak
linjuna og út frá aftur, og
Bjarni Jørgensen møtti inn
legginum við høvdinum, og
so var fagnaður millum teir
oranjulittu.
Átta minuttir undan hvíld
ini svaraði KÍ aftur. Iulian
Florescu sendi horna úr
høgru og dygst inn við stólp
anum, har Ovi Nysted átti
síðsta fótin á. So pískaði KÍ
eina løtu, og fýra minuttir
undan hvíldini endaði deyð
bóltsstøða aftur við KÍ
máli. Iulian sendi fríspark í
brotsteigin, har Eugen Voda
og Ovi Nysted stríddust.
Eftir fleiri returar var Paul
Clapson fyrstur á, og so var
KÍ á odda og heimahýrurin
góður í steðginum.
Javnvág kom í roknskapin
beinanvegin eftir steðgin.
Enn eina ferð var Alexandur
Johansen upp á spæl í
vinstru.
Klaksvíkingar
vildu hava rangstøðu, tá
ið bólturin kom innfyri.
Tað vóru uppmenninir ikki
samdir við teimum í, og
Bogi Gregersen sveik ikki,
tá ið hann var leysur.
So var tað, at leikligu
dygdirnar hjá Skála komu alt
meiri til sjóndar, og gloppið
millum keturnar hjá heima
liðnum gjørdist stórt. Jón
hard og Pauli høvdu góðar
royndir, og í næstsíðsta
minutti vóru teir tvær ferðir
heilt tætt við, men teir fingu
ikki mál, eitt nú tí Atli Dan
ielsen ofraði seg heilt og fult
og blokeraði.
Eina av fáum KÍ royndum
hevði Harley Bertholdsen,
sum stríddist væl og vísti
mót í framrættaða spælinum.
Eugen Voda bjargaði fínt til
horna, sum einki spurdist
burturúr. Tað hevði verið
mest sum ov nógv av tí góða,
um KÍ eisini í triðja førinum
hevði fingið fulla nyttu
burturúr deyðbóltsstøðu.
Skála
KÍ
KÍ-Skála 2-2 (2-1)
Stantum í stílstríði
KÍ spruttaði eina løtu í
fyrra hálvleiki og gjørdi
tvey mál, men í seinna
hálvleiki tók Skála
yvir, og klaksvikingar
eiga at verða nøgdir
við javnleik, tá
samanumkom
Mynd: Norðlýsið
Vilja líkast einum fótbóltsliði
Nýggi venjarin hjá AGF, Ove Pedersen, hevur tað trupult í hesum
døgum. Felagið úr næststørsta danska býnum liggur í løtuni til
niðurflyting úr superliguni, og tað skal nakað heilt serligt til,um
felagið skal bjarga sær lívinum í bestu deildini. Sunnudagin gekk
aftur av skriðuni til, og liðið tapti 3-1 ímóti FC Nordsjælland.
– Eg tími ikki at gera metingar um, hvat vit kunnu náa og ikki.
Málið hjá okkum er nú, at vit koma at líkjast einum fótbótsliði aftur
– so lítið er málið í løtuni, sigur Ove Pedersen við Ritzau.