mánadagur 10. apríl 2006síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
[ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ]
Fóru eftir
øllum
Gøtumenn vóru á Svanga
skarði fyri at vinna øll
stigini, soleiðis sum teir
so ofta áður hava gjørt.
–Vit pressaðu teir, og
fyrstu løtuna gekk tað
væl, og vit komu framum.
So fingu teir takið, og tá
ið teir javnaðu, hevði B68
mál leingi ligið í luftini.
Vit áttu síðstu løtuna,
og tá áttu vit at havt
avgjørt, men vit høvdu
ikki marginalirnar við
okkum, staðfestir Hanus
Jacobsen, sum kortini
heldur, at eitt stig á Toft
um er at liva við.
– Eftir dystargongdini
kunnu vit vera nøgdir.
Men tað er ikki nóg
gott, at vit ikki megna at
spæla okkum til trý stig
á heimavølli móti GÍ,
heldur B68 miðverjin Ovi
Magnussen.
Ein inni
og ein úti
Tað eydnaðist B68 at fáa
pappírsarbeiðið liðugt
fríggjadagin, so hollendski
miðvallarin, Ralph van
Dooren, kundi spæla
við móti GÍ sunnudagin.
Tað eydnaðist ikki GÍ
undan vikuskiftinum
at fáa pappírsarbeiðið
frá hondini, so Gunnar
Nielsen, sum í fjør var í
Fuglafirði, kundi spæla
við móti B68.
Áttandi
javnleikurin
Sunnudagin
spældu
B68 og GÍ 25. lands
kappingardystin í fremstu
deildini á Svangaskarði,
síðani tey hittust fyrstu
ferð í 1981. Javnleikurin
var tann áttandi, og hetta
var fimta ferðin, at úrslitið
var 1-1. Hinar ferðirnar
hava verið í 1981, 1985,
1995 og 2002.
Tølini siga, at GÍ ofta
hevur staðið seg væl á
Svangaskarði. GÍ hevur
vunnið trettan ferðir, og
B68 hevur vunnið fýra
ferðir. Samlaði málmun
urin er 29-56!
Eitt stig í part tóktist
at vera at liva við hjá
báðum pørtum eftir
oyggjauppgerðina
á Svangaskarði, har
ungu menninir fingu
góðan stuðul frá
teimum royndu
B68-GÍ
Jóannes Hansen
joannes@sosialurin.fo
Tað ræður um at geva ung
um monnum, sum eru upp
vaksnir í felagnum, møgu
leikan. Tað er einasta gongda
leið, um teir skulu mennast
og gerast stuðlar og berandi
kreftir á liðnum. Hetta er
hugburðurin bæði á Toftum
og í Gøtu, og fatanin er bæði
røtt og rímulig.
Tá ið feløgini, sum seinastu
stívliga fjórðings øldina hava
verið tey fremstu í Eysturoy,
hittust á Svangaskarði, vóru
nógvir ungir og evnaríkir
spælarar á báðum liðunum.
Dystargongdin vísti eisini,
at tað er ógvuliga týdn
ingarmikið at hava royndar
spælarar at hjálpa teimum
yngru.
Á B68 liðnum vóru Arn
bjørn Danielsen í miðverjuni
og serliga Øssur Hansen á
miðvøllinum eyðsýndir.
Ein annar veteranur, Súni
Fríði Barbá, var fremsta
álopshóttanin, og hann
skoraði einsamalla B68
málið. Tað gjørdi hann, tá
ið seinna umfarið var meiri
enn hálvrunnið, og eftir at
B68 í fitta løtu hevði verið
omaná og eisini hevði havt
møguleikar fyri at javna.
B68 málið kom eftir best
gjøgnum spælda álopið hjá
teimum. Teir nýttu bæði
breidd og dýpd, áðrenn
innskifti Jóhan Dávur Høj
gaard stakk bóltin fram
eftir miðásinum og til Súna
Fríða Barbá, sum var á rang
støðumarkinum. Súni Fríði
var púra kaldur, sneiddi fram
við fína GÍ málverjanum og
trillaði bóltin í málið.
So var javnt. Men tað var
ikki heimaliðið, sum síðstu
løtuna átti bestu møguleik
arnar at fáa sigursmálið.
Teir átti GÍ. Í vinstra borði
tóktist B68 ikki sannførandi
í verjupartinum. GÍ hevði
fleiri góð álop, og í tí eina
førinum høvdu teir tríggjar
royndir móti málinum hjá
óføra Tóra Thomsen. Hans
Jørgen Djurhuus sendi í
stólpan, málverjin hálv
bjargaði royndini hjá Sámali
Joensen, og Jann Ingi Peter
sen bjargaði á strikuni, tá
ið Hanus Jacobsen royndi
seg!
Veteranarnir
gingu undan
Eisini undan steðginum var
GÍ eitt sindur omaná. Leik
ferðin var ongantíð so høg,
sum hon viðhvørt er at síggja.
Í løtum hekk samanspælið
hampuliga væl saman, men
tað kom meiri enn so fyri,
at tað varð sparkað høgt og
langt í góðu líkindunum.
Á GÍ liðnum vóru tað í 1.
hálvleiki serliga veteranarnir
Sámal Joensen og Pól Enni
garð, sum fyltu nógv á mið
vøllinum. Pól var í meiri
verjukendum leikluti, og
Sámal var framrættaður og
dugdi, sum hann plagar at
gera, væl at finna holini
frammarlaga á vøllinum.
Serliga síðstu løtuna und
an steðginum var Sámal
rættuliga vandamikil. Nýggi
B68 maðurin, Ralph van
Dooren, var verjukendur
miðvallari. Hann tykist
hava góð evni við bóltinum
og góða fatan av spælinum,
men hann er ikki í nóg góð
ari venjing, og síðstu løtuna
undan steðginum var heilt
galið.
Sámal Joensen hevði
onkrar góðar royndir, og tað
var hann, sum setti hol á í
20 minutti. GÍ vann bóltin
av B68, sum misti á veg í
álop í vinstru. Bólturin varð
spældur út í høgra borð til
Pól Ennigarð, sum smeig sær
til baklinjuna og legði flatt
og skrátt innfyri. Eftir kontra
datt bólturin fyri føturnar á
Sámali Joensen og so var
1-0. Afturat Sámali hevði
Hanus Jacobsen eisini onkra
vandamikla roynd, men tað
komu ikki fleiri mál.
Hjá GÍ vóru Kaj Ennigarð
og Niclas Niclassen fyri tað
mesta tryggir miðverjar.
Onkra ferðina var um repp
ið, at Súni Fríði Barbá varð
leysur. Arbeiðssami B68
framherjin var tó ov einsa
mallur. At hava Jann Inga
Petersen sum álopsrættaðan
miðvallara tykist ikki sann
førandi hugskot. Dygdirnar
hjá honum eru meiri at
varðveita og spjaða spælið
heldur enn at detta í holini
frammi á vøllinum, bjóða av
í gjøgnumbrotum og at hótta
við skotum úti frá.
Felags fyri ungu menninar
á báðum liðunum tykist
vera, at teir hava góð evni,
og at teir fara at fóta sær.
Men hesa ferð vóru tað vete
ranarnir, sum stóðu sterkast
í myndini.
B68-GÍ 1-1 (0-1)
Veteranarnir settu dagsskránna
GÍ
B68
B68 og GÍ fingu eitt mál í part í uppgerðini á Svangaskarði sunnudagin
Mynd: Álvur Haraldsen
Royn vil leggja saman
Hvalbingar fara nú at tosa við onnur fótbóltsfeløg í Suðuroynni
um at leggja saman. Tað varð samtykt á aðalfundi í Royn
leygarkvøldið. Á aðalfundinum varð spurningurin viðgjørdur,
um Royn skuldi kanna møguleikarnar fyri at leggja 2. deildar
liðið hjá felagnum saman við einum øðrum felag í Suðuroy.
Hugsað varð fyrst um at leggja saman við grannunum, TB av
Tvøroyri.
Aðalfundurin gav nevndini í Royn heimild til at tosa við
nevndina í TB um samanlegging og um, hvørjar treytirnar fyri
samanleggingini vildi verið. Men nevnt varð eisini, at setti
TB órímiligar treytir, kundi møguleikin kannast hjá hinum
felagnum í Suðuroy, VB, sum frammanundan hevur lagt
saman við Sumba um fótbóltin í teimum vaksnu deildunum.
Tá ið nevndin hevur kannað teir møguleikar, sum eru, skal
málið aftur leggjast fyri ein aðalfund, ella ein eykaaðalfund
til endaliga støðutakan. À aðalfundinum varð nevnt, at skal
fótbólturin mennast aftur, er einasta gongda leið at feløgini
í Suðuroy samstarva fyri at fáa mest burtur úr tí tilfeingi,
sum er til taks, bæði av leikarum og pengum.