Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-10, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2006síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 [ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ] Lágt dómarastøði Ása og Anna Maria toppskjúttar Bosniska landsliðið var snøgt sagt alt ov sterkt, og tí gjørdist finalan í Challenge-trophy kappingini ongan tíð so spennandi, sum vónirnar vóru til Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vogosca, Bosnia: Frá nógvum síðum varð mett, at Føroyar væl og virðiliga kundu geva Bosnia ein skarpan gang í finaluni. Mótstøðan fram til seinasta dystin hevði ongan tíð verið tann heilt ræðuliga, og tí vistu í øllum førum føroysku spælararnir, venjararnir og fjølmiðlaumboðini, at okkara lið hevði eitt ella tvey gear eyka. Málverjin tók alt Tað skuldi tó skjótt vísa seg, at sama fortreytin var galdandi fyri bosniska liðið. Fyrstu løtuna fylgdu Føroyar annars væl við. Ikki minst tí stórspælarin, Sabina Pehic, frá fyrsta minutti varð mansvard, og í einar seks- sjey minuttir tóktust Føroyar vera væl við. Tað tók tó at skrædna, og hóast bosniska liðið kanska var ein klassa ella tveir oman fyri okkara, so var tað fyrst og fremst frálíka Merdzanic í málinum, sum fullkomuliga tók pippið frá okkara. Fyrst og fremst, so bjargaði hon í nógvum førum royndum frá leysum føroyskum spælarum. Og tá hon so hevði gjørt hetta, gekk skjótt fyri seg. Føroyska liðið, sum annars hevur spesialiserað seg í kontra-spæli, varð snøgt sagt runnið niður og norð, og eitt veruligt stórtap gjørdist skjótt meira enn sannlíkt. Fullu ikki í fátt Tað skal tó sigast bæði venjarum og spælarum til rós, at Føroyar ongan tíð fullu í fátt. Við fleiri útskiftingum og ymsum taktiskum variantum stóð breiddin i hópinum veruliga sína roynd. Og allar sum ein bardust okkara kvinnur av fullari megi. Eisini hóast talan til tíðir minti um uppvísing, tá Bosnia í vanligum eystureuropeiskum stíli koyrdi kross aftan á kross móti verjuni, sum tá varð skift til 6-0. Júst breiddin tóktist eisini vera tað, sum okkara høvdu fram um mótstøðuna. Tað kann væl vera, at Bosnia eftir steðgin setti ferðina nakað niður, nú gullið kortini var mest sum tryggjað. Men tað stóð samtundis greitt, at ferðin, sum tær spældu við, ikki kundi haldast allan dystin. Og tá venjarin ikki tóktist hava eins sterkar spælarar at seta inn fyri tær, sum skuldu hvílast, so fingu áskoðararnir hóast alt ein góðan seinna hálvleik at síggja. Serstakliga spældu Tomma Petersen og Anna Maria Samuelsen seg upp, og tí gjørdist sorlið ikki verri enn ilt. Góð kapping Sæð í mun til kappingina í Italia fyri tveimum árum síðani, so møttu okkara helst enn sterkari mótstøðu hesferð. Samstundis sum mótstøðan á veg til finaluni var minni. Men tað skerst tó ikki burtur, at við røttu handfaringini av Challenge- Trophy, so er hetta ein kapping, sum væl og virðiliga kann menna føroyskan hondbólt. Mistakinum við at loyva alt ov veikum liðum við í kappingini hevur EHF longu lært av, og verður talan um meira javnt støði á ymsu liðunum, talar alt fyri, at HSF við fullari megi skal fara eftir vertsskapinum fyri kappingini um tvey ár. Tær vóru alt ov sterkar Flemming Raben helt eftir taptu finaluna, at tað var ikki stórvegis, sum føroyska liðið kundi gera móti bosniska yvirveldinum Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo – Tað var snøgt sagt líkamikið, hvat vit gjørdu. Kropsliga vórðu vit í allar mátar yvirmatchaðar, so vit fingu ikki gjørt tað stóra. Flemming Raben, sum er annar av føroysku venjarunum, staðfesti alt fyri eitt, at Bosnia var betra liðið í finaluni, sum tær vunnu so ruddiliga. Skuldi tosast um nakað, sum føroysku venjararnir ikki vóru nøgdir um, so mundi tað vera, at føroyska liðið ikki skoraði nóg væl fyri steðgin. Eg skal so avgjørt ikki siga, at vit høvdu vunnið dystin. Men vit brenna eina rúgvu av kjansum, sum gera munin millum liðini alt ov stóran. 5- 1 verjan riggaði sum so eftir ætlan, og tað sama gjørdi 6-0, tá vit skiftu. Men tað er altso dýrt at brenna slíkar møguleikar. Og so eru tær fantastiska skjótar í kontra. Ætlaðu undir 40 Sum støðan var í steðginum, so hevði føroyska liðið ásannað, at dysturin varð taptur. Tað sama gjørdu venjararnir sum so, og Flemming staðfesti, at tær akkurát ikki rukku málinum, sum tær settu sær eftir steðgin. – Vit vildu gera ein góðan figur. Tað vóru allar samdar um, og tað haldi eg eisini eydnaðist. Vit ætlaðu eisini at halda teimum undir 40 málum, men tað gekk so akkurát ikki. – Men sum heild kann eg ikki vera ónøgdir. Vit møtti snøgt sagt einum nógv betri liðið í dag, og tað var tað. Eins og í Italia, so var eitt av kritikk- punktunum móti Challenge Trophy- kappingini, at dómarastøðið ikki var nóg høgt. Í nógvum førum tóktist talan vera um beinleiðis eksperiment, sum skal eggja dómaranum at halda seg til. Hetta gav eisini at bíta í fleiri dystum, har veldug yvirtraðk og láturligar útvísingar vóru gerandiskostur. Men tað skal tó leggjast afturat, at í finaluni var hetta á ongan hátt avgerandi. Bæði tí munurin millum liðini var stórur, men eisini tí kroatiska dómaraparið sum heild dømdi ein góðan dyst. Tá teljast skuldi upp eftir kappingina, vóru tvær av føroysku spælarunum javnar á innan hýsis máltindinum. Anna Maria Samuelsen kom við sjey málum í finaluni ájavnt við Ásu Dam á Neystabø, sum annars var lopin undan hinum eftir risa-sigurin móti Albania. Tær báðar fingu soleiðis 30 mál í hvør, og tað var tað mesta, sum nakar á føroyska liðnum fekk. Toppkskjútti í kappingini gjørdist Sabina Pehic hjá Bosnia. Hon skeyt 51 mál. Føroyar-Bosnia 24-40 (8-22): Føroyar vóru skotnar niður Føroyar-Bosnia 24-40 (8-22) Málskjúttar Føroyar: Anna Maria Samuelsen 7, Unn Kragesteen 4, Katrin Dam á Neystabø 3(2), Simona Hansen 3(1), Heidi Maria Akselsen 2, Annika Thomsen 1, Joan Midjord Djordjevic 1, Ása Dam á Neystabø 1, Una Olsen 1, Annika Ljósstein 1 Bosnia: Pehic 10(5), Juka 8(2), Mlakic 7, Klinac 5, Turudic 5, Ljolje 5 Brotskøst: Føroyar 3/5, Bosnia 7/7 Útvísingar: Føroyar 7, Bosnia 6 Dómarar úr Kroatia FAKTA Føroyar vunnu aftur hesaferð silvur í Challenge Trophy kappingini Myndir: Alexandar Djorovic Katrin á Neystabø brýtur ígjøgnum sterku bosnisku verjuna