Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-10, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2006síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 [ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ] Simona vann fríggjadagin Tað var full semja, tá fjølmiðlarnir skuldu gera av, hvør skuldi hava heiðurin sum dagsins spælari í dystinum móti Georgia. Hóast Fríða Petersen mundi vera líka so greitt nummar tvey, so peikaðu øll umboðini á Simonu Hansen, sum soleiðis kundi fáa dagsins útgávu av venjingartaskuni. Hesa ferð handað av Súna Merkistein frá Útvarpinum. -mørk Aftur millum tær bestu Simona Hansen var fegin um heiðurin sum besti høgri bakkur Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Føroyar áttu trý umboð, tá sonevnda All-star liðið varð sett eftir kappingina í Bosnia. Saman við Fríðu Petersen og Onnu Mariu Samuelsen var Simona Han­sen á liðnum, sum venj­ ararnir á øllum lands­lið­num í kappingini høvdu sett. – Sjálvandi tekur mann tað sum eitt herðaklapp, men tað eru so sjálvandi liðfelagarnir, sum eisini eiga heiðurin fyri hetta. Skalt tú spæla væl á bakk­ inum, so krevur tað eisini góðar liðfelagar, sum kunnu spæla teg upp til skot. – Og hartil kemur so tað, at kappingin um plássið á høgra bakki er kanska held­ ur ikki so hørð, sum er um fleiri onnur pláss. Tí er al­oftast avmarkað, hvussu nógvar lámar tú hevur á liðnum. Tosar tú um kappingina her niðri, so var kappingin helst heldur ikki so hørð hjá tykkum, sum hon var í Italia? – Nei. Tað var sum ikki fyrr enn í seinasta dyst­in­ um, at tað veruliga fór at standa á? Og tað stóð kanska for nógv á? – Hesin seinasti dysturin var nokk í so stórur gloypi­ biti. Hálvfinalan var nokk heilt OK. Sjálv hoyrir Simona kanska til eldra ættlarliðið á føroyska liðnum. Men hóast tvey Challenge Trophy silvurmerki, so hev­ur hon á ongan hátt mist hugin til meira lands­ liðs­hondbólt. Serliga ikki, um ein slík kapping verður í Føroyum um tvey ár. – Tað hopi eg. Havi eg heilsuna og eri nóg væl fyri, so er tað í øllum før­um ætlanin, staðfestir Simona Hansen. Føroyska liðið hevði ilt við at fáa spælið upp í rætta gear leygardagin, og góða løtu var veruligur vandi fyri, at finalusessurin varð søplaður burtur Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Vogosco, Bosnia: Talan kundi verið um dýran læru­­pening hjá føroysku kvinnunum leygardagin. Størsti vandin tóktist undan uppgerðini vera, um okkara ikki vóru nóg væl tendraðar eftir bólkaspælið, sum tær vunnu í fullkomuliga trygg­um stíli. Og júst hetta tóktist eisini henda. Føroyar høvdu frá fyrsta bríksli sera trupult tið at fáa glið á sítt spæl, sum fyri tað nógva tóktist rættiliga illa skipað.Møguleikarnir, sum íkomu, vórðu fyri tað nógva eisini brendir, og spakuliga byrjaði Cypros at leggja sjógv ímillum liðini. Ein støða, sum enntá kundi verið nógv verri, um Katrin við trimum høggum á rað helt føroyingunum inni í dyst­inum. Eitt time-out frá føroyska beinkinum um hálvan hálv­ leikin tóktist tó at fáa betri skil á. Frá 5-8 broyttist støð­ an til 13-11, men enn vóru trupulleikar at síggja. Ikki minst, tí okkara ikki nýttu møguleikarnar, sum veruliga kundu avgjørt dystin. Mundu slept Tí kom Cypros eisini upp á javnleik undan steðginum, men her steðgaði tað sum so eisini. Verjan hekk spaku­ liga betri saman, og so kundi Tomma Petersen av álvara spæla seg upp í málinum. Tað mundi heldur ikki gera støðuna verri í so máta, at Fríða sat klár á beinkinum, og at hon tvær ferðir kom á vøllin at taka sær av brots­ køstum frá sterku Ellina, sum tók sær av øllum hesum. Við 26-9 á talvuni, tá 10 minuttir vóru eftir at spæla, tóktist alt vera avgjørt, men tað tók tó sína tíð, áðrenn føroyski bonkurin av álvara kundi anda lættari. Tvær ferð­ir á rað vórðu púra leys­ir kontra-møguleikar mis­nýttir, og við fýra kypri­ otiskum málum á rað, kom spenningur aftur í. Annika Ljósstein, Simona og Ása beindu tó seinastu nervarnar av vegnum, og so mundi fagnaðurin ongan enda tikið. Finalusessurin var vissaður, og tað ber við sær, at føroyska liðið sum minstamark røkkur sama úrsliti, sum tær gjørdu í Italia fyri tveimum árum síðani. Og hóast avrikið hesa ferð als ikki var eins sannførandi, sum roknast kundi við, so tóktist mentala balansan á liðnum at vera tann rætta. Og tí kom ongantíð panikkur í føroyska spælið, soleiðis sum vandi annars kundi ver­ ið fyri. Una var best leygardagin Við einum stríðsavriki, sum helt føroyska liðnum saman, tá mótgongdin brádliga fór at vísa seg, var eingin ivi, tá miðlarnir leygardagin skuldu avdúka, hvør var dagsins spælari. Hóast hon hevði kanska besta cypriotiska spælaran sum beinleiðis mótstøðu, so hevði Una alla tíðina yvirskot til eisini at hjálpa liðfeløgunum, og við seks góðum málum og nógvum góðum screeningum átti hon so sanniliga eisini sín lut í álopspartinum. Og tí var eingin ivi, tá útsendi blað­maðurin hjá Sosialinum hesa ferð handaði taskuna. -mørk Føroyar-Cypros 31-25 (14-14) Málskjúttar Føroyar: Simona Hansen 8(5), Una Olsen 6, Annika Ljósstein 5, Anna Maria Sørensen 4, Katrin Dam á Neystabø 3, Ása Dam á Neystabø 3, Joan Midjord Djordjevic 1, Heidi Maria Akselsen 1 Cypros: Ellina 14(5), Sizinov 4, Ioannidou 3, Digeni 2, Constantinou 1, Ellina 1 Brotskøst: Føroyar 5/5, Cypros 5/8 Útvísingar: Føroyar 5, Cypros 1 Dómarar úr Georgia FAKTA Gleðin var stór á føroysku spælarunum, tá ið teir høvdu vunnið sær pláss í finaluni við einum góðum sigri á Kypros Mynd: Alexandar Djorovic All-star liðið Málverji: Fríða Petersen, Føroyar Vinstri vongur: Nela Ljolje, Bosnia Vinstri bakkur: Ioanna Sizinou, Cypros Miðspælari: Sabina Pehic, Bosnia Strikuspælari: Armine Antonyan, Armeina Høgri Bakkur: Simona Hansen, Føroyar Høgri vongur: Anna Maria Samuelsen, Føroyar Besti spælari: Sabina Pehic, Bosnia Toppskjútti: Sabina Pehic, Bosnia FAKTA Føroyar-Cypros 31-25 (14-14): Kypros loypti hvøkk á