mánadagur 10. apríl 2006síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
[ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ]
Anna Maria átti
sunnudagin
Við at steingja sína høgru síðu, samstundis
sum hon eftir steðgin skoraði ferð eftir ferð,
vann Anna Maria Samuelsen heiðurin sum
besti føroyski spælarin í finalu-dystinum móti
Bosnia. Fyri hetta fekk hon sjálvsagt enn eina
útgávu av Adida-taskuni, sum hesa ferð varð
handað av Emil L. Jacobsen.
-mørk
Føroyar vunnu bólk
B í stórum stíli, tá
tær bukaðu Georgia.
Men móti dystarenda
gjørdist talan um
spentar støður, tá
dómararnir als ikki
tóktust kenna til
reyða kortið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Vogosco, Bosnia: Vóru okk
ara kvinnur klárt sterkasta
liðið í bólkinum, so var
Georgia líka so klárt tað
næststerkasta.
Fyrst og fremst, so dugdu
hesar at spæla hondbólt, og
tað kundi tíverri ikki sigast
um Ongland og Albania.
Einki time-out
Fyrstu løtuna av dystinum
megnaðu teir eisini at geva
okkara liðið eitt lítið sindur
av trupulleikum. Serstakliga
hevði Una Olsen trupult at
halda stóru Tsitskishvili á
strikuni, og tí varð bólturin
ofta lyftur upp á strikuna.
Samstundis, so gjørdi mót
støðan alt tað, sum tær vóru
mentar, at forða føroyskum
kontraálopum. Roynt var at
fáa veruligar avstlutningar
móti málinum, og varð dømt
fyri álopsfeili, so royndu
tær í fleiri førum at halda
bóltinum, til spælarar vóru
komnar heim at verja.
Tí máttu onnur vápn eisini
nýtast hjá okkara liði, og
serstakliga Simona Hansen
gjørdi her um seg. Tiltikna
sleggjan varð fleiri ferðir
sveiggjað við harðari megi,
og eisini í verjupartinum
hevði hon kropsligu styrk
ina, sum kundi halda tungu
mótstøðuni.
Og spakuliga fór luftin úr
mótstøðuni. Sjálvar høvdu
tær nýtt sítt time-out, og so
gjørdi føroyski bonkurin
bara skjótt av, við als ikki at
nýta sítt. Hetta so mótstøðan
onga hvíld skuldi fáa.
Tá Fríða Petersen so full
komuliga læsti málið fyrsta
partin av seinna hálvleiki,
skrædnaði av álvara. Fimm
kontra-mál á rað skaptu luft
ina, sum skuldi til, soleiðis
at Georgia misti alla vón, og
so snúi tað seg enn einaferð
um, hvussu stórur sigurin
skuldi verða.
Reyðu kortini
Meira enn at vinna stórt, so
snúi tað seg nú eisini um, at
sloppið varð undan býttum
skaðum. Og her vístu dóm
ararnir seg als ikki at vera
sína uppgávu vaksnar. Sterka
strikan hjá Georgia var farin
av vøllinum við skaða, og
møguliga ilskaðust tær um
hetta – eisini hóast hetta
hendi í tilvildarligari støðu.
Ella var møðin bara farin at
kosta í konsentratiónini.
Undir øllum umstøðum,
so vóru vit seinastu tíggju
minuttirnar vitni til tríggjar
tilburðir, sum uttan nakað
sum helst roks áttu at kosta
reytt kort. Heidi Maria, Ása
og Joan vórðu allar tríggjar
skræddar í skotarmin í gjøg
numbroti, og hvørja ferð
komu bara tveir fingrar frá
grikska dómaraparinum.
Lukkutíð, so gjørdist talan
ikki um skaðar, og tí kundi
føroyski bonkurin anda nak
að lættari, tá seinasta bríkslið
hevði ljóðað. Við samlaða
málmuninum, 175-29! hevði
føroyska liðið vunnið bólkin,
og so var bara at gera klárt til
hálvfinalu.
Hóast ein teirra
altíð má sáldast frá,
so leggja føroysku
málverjarnir alstóran
dent á samanhaldið,
sum er teirra millum.
Og hóast vónbrot
kunnu fylgja við, so
nertir hetta ikki sterka
samanhaldið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað eru Fríða Petersen
(Neistin), Erla Zacharias
sen (Neistin) og Tomm
a
Petersen (VÍF), sum ber
gulu føroysku málverja
búnarnir í Challenge
Trophy-kappingini
í
Bosnia.
Talan hevur alla ferðina
verið um knallharða kapp
ing millum tær tríggjar. Ein
kapping, sum sjálvandi er
sunn fyri liðið, men vand
in fyri vónbrotum er eisini
stórur, tá venjararnir støð
ugt noyðast at velja eina av
teimum frá, hóast eingin
teirra á nakran hátt hevur
spælt seg av liðnum.
Í hálvfinaluni móti
Cypros leygardagin var tað
Tomm
a Petersen úr VÍF,
sum vardi málið størsta
partin av dystinum, og
tað er ein støða, sum hon
ikki hevur kent so nógv til
her á ferðini. Men hóast
avmarkaða spælitíð, so
legði Tomm a sjálv stóran
dent á, at tær tríggjar bara
síggja við positivum eyg
um upp á kappingina um
plássið.
– Sjálv havi eg havt ein
lítlan skaða at dragast við,
og tað hevur verið fremsta
orsøkin til, at eg havi spælt
somikið lítið higartil. Eg
visti eisini av, at eg fór
at fáa møguleikan í dag
(leygardagin, blðm.), og so
mást tú bara taka av hesum
møguleika. Og so leggi
eg heldur ikki so nógv í,
at eg sat yvir onkran dyst
í bólkaspælinum, tí teir
høvdu vit vunnið, áðrenn
vit fóru á vøllin. So á tann
hátt var talan um nógv betri
avbjóðing.
Stuða málverjanum
Men kann tað ikki skapa
spenningar, tá venjararnir
støðugt mugu velja eina av
tykkum frá, hóast hendan
avgjørt hevur prógvað sítt
virði fyri liðið?
– Jú, avgjørt. Men so
leiðis hevur tað verið alla
tíðina. Eisini í Italia, har
eg bara var við í einum
av fimm dystum. Tað var
einki serliga stuttligt, men
soleiðis er tað bara, og
soleiðis er tað fyri allar á
liðnum.
Og ger tað ikki eisini,
at tit eru meira tendraðar,
hvørja ferð tit fáa møgu
leikan at byrja inni?
– Sjálvandi, men tað kann
eisini virka øvugt. Tí vandi
kann vera fyri, at tankarnir
vera meira fokuseraðir um
mistøk, sum verða gjørd,
heldur um positvu lutirnar
í spælinum. Og tá kann
ganga galið, sigur Tomm a,
áðrenn hon leggur afturat,
at tær allar royna at stuðla
tí, sum stendur í málinum.
Eisini hóast hetta kann
merkja pláss á beinkinum
í næsta dystinum.
– Kappingin okkara
millum er bara positiv. Vit
tríggjar hava eisini kamar
saman her á hotellinum,
og bæði millum og undir
dystunum tosa vit saman
og royna at stuðla hvørjari
aðrari. Bæði við at repe
tera skotstyrkina hjá mót
støðuni, eins og vit í dyst
unum vegleiða um, hvat
roknast kann við.
– Og soleiðis bæði eigur
og má tað vera. Vit eru her
saman sum eitt lið, og
tí mugu vit allar standa
saman, um best møguliga
úrslitið skal røkkast. Eis
ini hóast tað so kostar
ein túr á beinkin av og á,
ljóða avgjørdu boðini frá
Tomm u.
Rósur frá miðlunum
Hóast tær hingu nakað við høvdinum eftir taptu finaluna, so var
tó skjótt hjá føroysku spælarunum at finna smílini framaftur. Ikki
minst mundi tað gera góðan mun, tá føroysku fjølmiðlaumboðini
eftir dystum komu við reyðum rósum til allar spælararnar. Hóast
teir teir leitaðu um tað mesta av Sarajevo, funnu teir útsendu
blaðmenninir akkurát 16 rósur - og ikki eina meira. Men bæði
venjararnir og fysioterapeuturin fingu tó eisini sítt. Tina S.
Jacobsen fekk eina fitta bamsu, meðan Flemm ing Raben og
Svein Rógvi Nielsen fingu eina bambus-samanplanting í part.
-mørk
Føroyar-Georgia 40-20 (19-13):
Skaðafrí armlás
Málmenninir
eru sum eitt lið
Tomma Petersen spældi sera
væl í føroyska málinum
Mynd: Alexander Djorovic
Føroyar-Georgia 40-20 (19-13)
Málskjúttar
Føroyar: Simona Hansen 8(1), Annika K. Ljósstein 6(2),
Unn Kragesteen 5, Anja Heinadóttir 4, Joan Midjord
Djordjevic 3, Anna Maria Samuelsen 3, Ása Dam á
Neystabø 3, Heidi Maria Akselsen 3, Durita Ljósstein 2,
Fríða Marjunardóttir 2, Annika Thomsen 1
Georgia: Eloshvili 5(1), Tsitskishvili 5, Baiandurian 4(2),
Shonia 3(2), Jurulishvili 2, Margiani 1
Brotskøst: Føroyar 3/4, Georgia 5/9
Útvísingar: Føroyar 3, Georgia 5
Dómarapar úr Grikkalandi
FAKTA
Georgisku spælararnir spældu sera hart uttan at griksku dómararnir revsaðu teimum, sum teir
áttu at havt gjørt
Mynd: Alexandar Djorovic