mánadagur 10. apríl 2006síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ]
Fær leikbann fyri ljóta viðmerking
Brasilski venjarin Vanderley Luxemburgo, sum áður hevur vant Real
Madrid og brasilska landsliðið, stendur nú til at fáa eitt longri leikbann
fyri eina ljóta viðmerking. Tað var eftir dystinum hjá Santos ímóti Sao
Paulo, har liðið hjá Luxemburgo tapti, at hann kallaði dómaran fyri
samkyndan.
- Dómarin hugdi eftir mær alla tíðina. Eg veit ikki, um hann er forliptur
ímær, men eg eri ikki samkyndur, segði Luxemburgo eftir tapið hjá sínum
liði.
Brasilski ítróttardómstólurin hevur tikið málið upp, og roknað verður
við, at Luxemburgo fær eitt longri leikbann fyri sína viðmerking.
Fyrstu umførini hava
víst, at TB í løtuni ikki
er við í kappingini um
uppflytingarplássini,
sum FSV04, AB og
B71 tykjast hava
góðan hug á
1. DEILD 2. UMFAR
Jóannes Hansen
Kappingin í næstbestu deild
ini er longri, enn hon áður
hevur verið. Bara tvey umfør
eru avgreidd, og tað kann væl
vera, at okkurt fer at venda
upp í oktober, sum nú vendir
niður. Men fyribils bendir
einki á, at niðurflutta TB
skal verða við í kappingini
um tey bæði fremstu plássini
og harvið uppflytingina. TB
hevur tapt báðar tær fyrstu
ferðirnar, og TB hevur einki
mál skorað.
AB, B71 og FS Vágar 04
hava fingið fulla úrtøku eftir
tvey umfør. Tað hava HB og
LÍF eisini møguleika fyri at
fáa. Men uppgerðin teirra
millum, sum skuldi havt
verið í Leirvík leygardagin,
varð útsett. Dómarin kannaði
vøllin fyri døgurða, og tað
var skjótt at staðfesta, at
veðrið hevði ikki spælt við
soleiðis, sum leirvíkingar
høvdu ætlað. Kavin lá oman
á hálvan vøllin, og so var tað
einki at gera.
Hvussu stinn fremstu
feløgini eru, og hvussu inn
anhýsis styrkismunurin er
teirra millum, fer at vísa
seg næstu vikuna. Hósdagin
skal AB spæla móti LÍF, og
2. páskadag fer AB at spæla
á Sandi, og LÍF fer at fáa
vitjan av FSV04.
B71-TB 4-0 (1-0)
Clayton Soares vísti mál
tevið fyrstu ferð í 18.
minutti. Predrag Markovic
í TB málinum hálvbjargaði
roynd frá Wellington Soares,
og Clayton var fyrstur á
returinum. TB hevði bara
eina roynd móti málinum
hjá Símun Rógva Hansen
allar 90 minuttirnar. B71 átti
nógvar møguleikar, men 2.
hálvleikur var næstan hálv
runnin, tá ið teir fingu luft
ina úr uppgerðini.
Eli Hentze økti til 2-
0, eftir at Óli Johannesen
hevði bjargað á málstrikuni
aftanfyri Predrag Markovic,
sum ivaleyst var besti TB
spælarin. Stutt eftir 2-0 mál
ið varð Eirikur Poulsen rikin
av vøllinum eftir seinna
gula kortið. Men tað bilti
ikki hjá B71, at teir vóru
undirmannaðir. Clayton
Soares økti til 3-0, eftir at
hann hevði sneitt framvið
fleiri, og fimm minuttir fyri
leiklok staðfesti Eli Hentze
sannførandi heimasigurin, tá
ið hann umsetti brotsspark
til 4-0 heimasigur.
VB/Sumba-AB
0-4 (0-3)
Í ikki meiri enn passaligum
líkindum leygardagin var
eingin ivi á Vágs eiði, tá ið
Rúni Nolsøe og hansara menn
vitjaðu barndómsfelagið hjá
AB venjaranum.
Eftir hálvan tíma kom
fyrsta málið. Rógvi Poul
sen legði horna innfyri
úr vinstru, og fyrrverandi
Sumba spælarin, Hans
Jacob Thomsen, var leysur
við nærra stólpan, tá ið hann
við høvdinum stýrdi bóltin
í málið.
Tríggjar minuttir seinni
fekk Allan Mørkøre brots
spark. AB liðformaðurin
og toppskjúttin umsetti
sjálvur úr ellivu metrum.
Og dygst undan steðginum
varð støðan 3-0. Málskjútti
hesa ferð var Thomas Hans
Rubeksen. Hann setti fótin
undir bóltin, sum tóktist vera
á veg í málið, eftir at Rúni
Hvannastein og Jón Brekku
høvdu spælt seg ígjøgnum
í høgru, og Jón hevði roynt
eftir VB/Sumba málinum,
sum veteranurin Bjarni
Johansen vardi.
AB hevði tryggjað sær
øll stigini. Í 2. hálvleiki
fingu teir eitt mál afturat.
Tony Rasmussen royndi
úr høgru, og veteranurin í
heimamiðverjuni, Marlon
Kjærbo, átti síðsta fótin á.
KÍ-SÍ 2-6 (1-4)
Sørvingar fingu fyrstu stig
ini á hesum sinni í næst
bestu deildini, tá ið teir
vitjaðu í Klaksvík. Jógvan
Páll Joensen er venjari, og
saman við honum vístu sør
vingar sannførandi avrik
móti næstbesta KÍ liðnum,
sum ikki hevur funnið stevið
enn.
Marcello Marcellino vísir
seg í næstbestu deildini at
hava nakað av máltevinum,
sum hann hevði fyrsta
árið, hann var á Toftum.
Hann legði SÍ á odda eftir
tíggju minuttir. Ein av fáu
veteranunum á KÍ liðnum,
Fríðin Ziskason, javnaði
til 1-1 átta minuttir, og so
skoraði SÍ fimm ferðir:
Ragnar Niclassen í 25.
minutti, Petur Niclassen í
34. og 41. minutti og í 2.
hálvleiki Marcello í 48. og
Jóan Petur á Stongum í 66.
minutti. Unglingaspælarin
Jósup Henriksen pyntaði
um fyri KÍ, tá ið tað restaðu
tólv minuttir
Royn-FS Vágar
0-2 (0-1)
Vøllurin í Hvalba var ikki
nóg góður at spæla á. Tí var
heimavøllurin hjá Royn á
Sevmýri. Royn hevur mist
nógv fólk síðani í fjør. Hesa
ferð vóru tríggir teirra, sum
í fjør vóru á liðnum hjá
hvalbingum, á liðnum hjá
FSV04.
Talan var so at siga um
spæl til eitt mál. Men tað
gekk illa hjá FSV04 at fáa
mál. Eisini tí at Jens Hákun
Leo í Royn málinum stóð
seg væl. Tá støðan fram
vegis var málleysur javn
leikur, varð annar av FSV
álopsspælarunum, Rúni
Elttør, feldur í brotsteiginum,
men Sonny Johansen sendi
brotssparkið framvið málin
um.
FSV04 spælararnir tóktust
eitt sindur strongdir og tóku
ofta skeivar avgerðir, men
dygst undan steðginum
skoraði Birgir Joensen úr
stuttari fjarstøðu. Miðskeiðis
í 2. hálvleiki staðfesti Birgir
Joensen, sum er sørvingur,
býr í Miðvági, og spælir
fótbólt í Sandavági, har hann
er toppskjútti, útisigurin.
Hann sneiddi framvið fleiri,
áðrenn hann úr stórari fjar
støðu sendi bóltin í Royn
málið.
Trý feløg stríðast um tvey pláss
Maradona vil verða landsliðsvenjari
Fótbóltslegendan Diego Armando Maradona bjóðar seg nú fram sum lands
liðsvenjari í Argentina.
– Jú, eg umhugsi møguleikan fyri at venja eitt landslið, men tað er ikki nakað,
sum vit skulu tosa um so stutt áðrenn HM. Tað liggur longri frammi í tíðini,
sigur Maradon sambært BT.
Argentina er ein av favorittunum til HM-endaspælið í Týsklandi í summar,
og skuldi tað hent, at venjarin José Pekerman leiddi Argentina til HM-gull, so
kann dreymurin hjá Maradona liggja langt burturi.
– Eg kundi verið ein møguleiki til ungdómsliðini ella sum samskipari, sigur
Maradona.
B71 hevur fingið sera góða byrjan upp á nýggja
kappingarárið og hevur vunnið greiðar sigrar í sínum dystum
higartil