Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-04-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. apríl 2006síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 71 - 10. apríl 2006 ] Ferguson leggur trýst á Chelsea Nú er gamli revurin Alex Ferguson fara at føra sálarliga krígsførslu ímóti Chelsea. Seks dystir eru eftir at spæla í Premier League, og Manchester United hevur vunnið seg alsamt nærri Chelsea, sum er fremst. Sjey stig skilja liðini, og Ferguson heldur, at United hevur møguliga at vinna meistaraheitið. – Um vit halda fram við at vinna, so hava vit ein møguleika at gerast meistarar. Vit tveita ikki handklæði í ringin, og dysturin á útivølli ímóti Chelsea tann 29.apríl verður sera avgerandi, sigur Alex Ferguson. LÍF og HB spæla í kvøld Leygardagin skuldi LÍF og Hb spæla í 1. deild, men dysturin var av ongum, tí kavi var á vøllinum í Leirvík. FSF boðar nú frá, at hesin dysturin verður spældur longu í kvøld kl. 18.00. Bæði HB og LÌF vunnu sínar dystir í fyrsta umfariæ. HB vann stórt á heimavølli ímóti Sumba/VB, og LÍF vann góðan sigur á Tvøroyri. Liðið, sum vinnur dystin í kvøld, kann blanda seg millum fremstu liðini í deildini. Beint fyri dystar­byrj­ an mátti føroyski landsliðsspælarin Johan Byrial Hansen geva avboð til dystin hjá AC Horsens í superliguni í gjár Fótbóltur Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Johan Byrial Hansen hevur verið fastur maður í verjuni hjá AC Horsens í superliguni í ár. Verjan hjá Horsens er av fleiri kosin til at vera sterkasta verja í superliguni, tí sera fá mál koma ígjøgnum hjá teimum. Ein av stuðulsspælarunum í verjuni er føroyski lands­ liðsspælarin Johan Byrial Hansen, og sunnudagin skuldi hann aftur verða við frá byrjan, tá ið AC Horsens spældi ímóti Sønderjydske.´Men tveir minuttir áðrenn dysturin skuldi byrja, gekk tað galið hjá honum. – Vit runnu nakrar stuttar spurtir, og eg merkti, at eg fekk eina lítla fiburspeinging. Eg valdi at trekkja meg, so at skaðin ikki gjørdist verri, og tí spældi eg ikki, sigur Johan Byrial Hansen. At hann valdi at gevast, meðan væl var, ger eisini, at hann kann koma skjótari fyri seg. – Eg skal hava viðgerð fyri skaðan í morgin, men eg veit ikki enn, um eg verði klárur til næsta dyst. Eg rokni tó við, at eg verði skjótt á vøllinum aftur, sigur Johan Byrial Hansen. Yvirliva í superliguni Næsti dysturin hjá AC Horsens verður Skírishósdag ímóti OB, og hetta verður sjeyndi dysturin hjá Horsens í superliguni í ár. Higartil er AC Horsens einasta liðið, sum ikki hevur tapt í ár. – Vit hava ikki tapt seinastu 14 dystirnar, um tú tekur dystirnar í fjør við eisini, so hetta er avgjørt ein góður innsatsur í superliguni, sigur hann. AC Horsens flutti upp í superliguna í fjør, og nú hava teir heili 14 stig niður til niðurflytingarstrikuna. – Tað eru ikki so nógv stig eftir at spæla um, og tað skal ganga heilt galið hjá okkum, um vit skulu enda undir strik­uni, sigur Johan Byrial Hansen. Eftir tvey tey fyrstu umførini í FM í talvi í Klaksvík vóru allir komnir á stigatalvuna uttan ein FM TALV Jóannes Hansen Einasti, sum eftir viku­ skiftið ikki hevði mist stig í FM kappingini í talvi fyri einstaklingar, var Heini Olsen. Men hann var kortini ikki á odda, tá ið tað fyrrapartin í dag varð farið undir dupult um­farið, sum er á skránni í dag. Heini vann í 2. umfari við svarta fólkinum móti Haldur Suna Johansen, sum er tann einasti, ið ikki er komin á talvuna eftir tvey tey fyrstu umførini. Heini hevur ikki møguleika at vera á odda, tí talvið í fyrsta umfarinum millum hann og Hans Kristian Simonsen er útsett. Á odda eftir tvey tey fyrstu umførini eru veteran­ urin Torkil Nielsen og Martin Poulsen. Teir hava hálvt annað stig. Torkil hevur havt hvítt bæði ímóti Sjúrði Thorsteinsson og Finnbirni Vang, sum hann vann á. Móti Sjúrði endaði tað javnt. Martin Poulsen eigur hægsta styrkistalið, og hann má tí roknast sum favorittur. Í fyrsta umfari vann hann við hvíta fólkinum á Eyðálvi Johannesen, sum bara hevur hægri styrkistal enn Sjúrður Thorsteinsson. Í 2. umfari hevði Martin svarta fólkið móti føroyameistaranum Carl Eli Nolsøe Samuelsen, og tá endaði tað javnt. Eisini í fyrsta umfarinum telvaði Carl Eli javnt. Tá hevði hann svart móti mammu­ beiggjanum og veteraninum Rana Nolsøe. Rani megnaði í 2. um­fari remis við svarta fólk­in­ um móti Hans Kristiani Simonsen. Við styrkis­ talinum í huga má hetta metast at vera gott úrslit hjá Rana. Eyðálvur Johannesen kom á stigatalvuna, tá ið hann í 2. umfari við svarta fólkinum fekk fulla úrtøku móti Sjúrði Thorsteinsson. Í dag eru tvey umfør á skránni. Í triðja umfari verð­ur telvað soleiðis: Heini Olsen-Torkil Niel­ sen, Finnbjørn Vang- Sjúrð­ur Thorsteinsson, Rani Nolsøe-Haldur Suni Johansen, Martin Poulsen- Hans Kristian Simonsen og Eyðálvur Johannesen-Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Í fjórða umfari er skráin Torkil Nielsen-Rani Nol­ søe, Finnbjørn Vang- Heini Olsen, Haldur Suni Johansen-Martin Poulsen, Hans Kristian Simonsen- Eyðálvur Johannesen og Sjúrður Thorsteinsson-Carl Eli Nolsøe Samuelsen. Í almenna bólkinum hava fýra telvarar hálvt annað stig eftir tvey tey fyrstu umførini. Teir eru Jógvan Joensen, Esbern Christiansen, Rógvi Draga­ berg og Gutti Petersen. FM í talvi fyri einstak­ lingar heldur fram í Ósá­skúlanum alla hesa vikuna. Torkil og Martin áttu besta vikuskiftið Byrial skaddur tveir minuttir áðrenn dyst