mánadagur 10. apríl 2006síða 33
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 71 - 10. apríl 2006
33
Sjúkrarøktar-
frøðingar til
Psyk. D1
Eitt fast starv á starvsbrøki 0,7 er leyst at søkja til
setan 1. mai 2006 og eitt farloyvisstarv á starvsbrøki
0,5 í náttarvakt, er leyst at søkja frá 1. mai til og við
31. august 2006.
Deildin er ein opin 5 daga psykiatrisk móttøkudeild
við 14 seingjaplássum. Arbeiðið er skipað eftir
kontaktpersónsskipanini og eru vit í gongd við
at innarbeiða kognitiva viðgerð sum arbeiðshátt.
Vit raðfesta samstarvið, trivnaðin og fakligu menn-
ingina høgt. Arbeiðsumhvørvið er avbjóðandi og
spennandi.
Krøv til umsøkjaran
prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
royndir og fakligan áhuga innan psykiatrisku
sjúkrarøktina
góð samstarvsevni
Vit kunnu bjóða
• góða innleiðslu
• eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs-
umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktar-
frøðingar.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
deildarleiðaran, Jóngerð M. Nielsen á telefon 304500,
lokal 4021, e-post: jomani@lsh.fo ella leiðandi
sjúkrarøktarfrøðingin, Bergit Weihe, lokal 4102, e-
post: bergitw@ahs.fo bergitw@lsh.fo
Umsóknarfreistin er 25. apríl 2006 kl. 12.00
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti
av prógvum og viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Sjúkrarøktar-
frøðingar og heilsu-
røktarar/pleygarar
til D5/D6
Eitt avloysarastarv á 0,5 í náttarvakt og eitt
avloysarastarv á 0,7 í kvøld- og náttarvakt, bæði
størvini eru frá 1. mai til og við 31. august 2006.
Deildin er ein psykiatrisk rehabiliteringsdeild, har
arbeitt verður eftir miljø-terapeutiskum megin-
reglum og kontaktpersónsskipanini. Arbeitt verður
fram ímóti, at geva sjúklinginum økt sjávbjargni
og við tíðini møguleikan at flyta í egnan bústað.
Deildin er í støðugari menning, og tað starvast
sjúkrarøktarfrøðingar, pleygarar og heilsurøktarar í
tøttum samstarvi við aðrar fakbólkar, bæði innan-
og uttanhýsis.
Krøv til umsøkjarar:
• prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur/
heilsurøktari/pleygari
• góð samstarvsevni
• fakligan áhuga innan tað psykiatriska økið
Vit kunnu bjóða:
• eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs-
umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samstarv
• ávirkan á fakligu menningina
• góða innleiðslu
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Liss Jakobsen, deildarleiðara, tlf. 304500, lokal 4005
ella Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal
4102, e-postur mailto: bergitw@ahs.fo bergitw@lsh.
fo
Umsóknarfreistin er 25. apríl 2006 kl. 12.00
Tað er umsøkjarans ábyrgd, at umsóknin er á Lønar-
og Starvsfólkadeildini áðrenn freistin er úti.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn um starv« við avriti
av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til
Landssjúkrahúsið
Lønar- og starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikkja á leinkjuna ”starvsfólk”
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Eitt starv sum Sosialráðgevi/ráðgevi á Stuðuls-
skipanini fyri vaksin, undir Heimarøktini og
Serforsorgini, verður hervið lýst leyst.
Stuðulsskipanin fevnir um stuðul til umleið 114
heimabúgvandi brúkarar, svarandi til umleið 42
fulltíðarstørv.
Talan er um avloysarastarv í tíðarskeiðnum:
1. juni – 31. desember 2006.
Starvsuppgávur:
• At ráðgeva og vegleiða
• Samskipa stuðulin, tá fleiri starvsfólk eru inni í
myndini
• Viðgera nýggjar umsóknir
• Ráðgeva feløgum og stovnum
• Endurmeta ta hjálp, sum er veitt einum brúkara
Vit søkja eftir einum starvsfólki, ið:
• Hevur vitan og royndir innan sosiala øki
• Hevur áhuga at arbeiða við brekaðum
• Dugir at skapa positivt og virðiligt samband við
brúkaran
• Dugir at arbeiða skipað og miðvíst
• Dámar at arbeiða bæði sjálvstøðugt
og tvørfakliga
• Er sálarliga væl fyri og dámar avbjóðingar
• Er uppfinningarsamt og dugir at umstilla seg
skjótt
Vit bjóða:
• Eitt mennandi arbeiði, har nógv er at gera
• Eitt arbeiðsumhvørvi, har pláss er fyri látri
• Vegleiðing
• Supervisión
Setanar- og lønarviðurskifti:
Løn- og setanartreytir eru sambært sáttmála
millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Setanarøkið fevnir um Heimarøktina og Serforsorg-
ina. Tænastustaðurin í løtuni er Stuðulsskipanin fyri
vaksin.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til
Stuðulsskipanina á tlf. 354020 og tosa við Odu
Jóhansdóttir, virkandi leiðara ella við Sofíu Jespersen
virkandi varaleiðara.
Umsóknir:
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, viðmælum
v.m. skulu sendast til:
Stuðulsskipanin fyri vaksin
Stílað: Oda Jóhansdóttir
Løkjatún 1
160 Argir
Umsóknarfreistin er: 24. apríl 2006.
Heimarøktin
og Serforsorgin
Stuðulsskipanin fyri vaksin
ENDURLÝSING
Sosialráðgevi/
ráðgevi
til stuðulsskipanina fyri vaksin
Frá Fylking
Aðalfundur
Aðalfundur felagsins verður leygardagin 29. apríl kl.
15.00. Ská sambært lóg felagsins.
Fylking
Internet Sosialur
www.sosialurin.fo
in