týsdagur 11. apríl 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 72 - 11. apríl 2006
5
Hýruvognsførarar í
Havn kenna seg settar
til viks, í sambandi
við íslendsk vitjanina
í síðstu viku
Hýruvognar
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
myndir: Jens Kr. Vang
Í kjalarvørrinum av íslendsku
forsatisráðharravitjanina
í síðstu viku, hava hýru
vognsførarar í Havn sett seg
í samband við Sosialin, tí
teir kenna seg settar til viks,
í sambandi við flutningin
av prominentu gestunum í
síðstu viku.
Í bilafylginum vóru før
ararnir ikki fólk, sum van
liga eru hýruvognsførarar í
býnum, men harafturímóti
fólk
sum
starvast
í
umsitingini í Tinganesi. Og
bilarnir, sum vóru brúktir,
vóru leigaðir frá eini bilsølu,
sum landsstýrið vanliga
leigar bilar frá.
Teir báðir yrkisførararnir
Poul á Kák, sum koyrir bil
fyri Auto og Kem Poulsen,
frá bilstøðini Bil, halda tað
vera undir alt lágmark, at
tað ikki verður heitt á teir,
sum dagliga eru góðkendir
til
ferðafólkaflutning,
um at koyra fyri almennu
Føroyar.
– Hvussu ber tað til, at
landsstýrið leigar bilar
og nýtur stavsfólk úr
umsitingini til at koyra teir
fínu gestirnar, tá tvær væl
riknar hýruvognsstøðir eru í
býnum? spyrja teir báðir, og
vísa á, at teir, sum gera stórar
íløgur til bilar til vinnuligt
endamál, í hesum førinum
kenna seg tilsíðusettar.
Eisini tí, at teirra bilar í
mongum førum eru á so
høgum støði, at teir minna
mest um diplomatbilar.
Harumframt spyrja teir,
um endamálið við at nýta
privatpersónar og privatir bil
útleigarar er, at undirbjóða
hýruvognarnar í takstering,
tí hesi hava ongi støðgjøld
ella aðrar útreiðslur av at
vera vinnurekandi.
Trygdin skal
vera í hásæti
Vit heittu á Herluf Sig
valdsson, sum er deildars
tjóri fyri uttanríkisdeildina
í Tinganesi, um at greiða
okkum frá, hvørjar manna
gongdir og reglur Løg
mannsskrivstovan nýtir,
í sambandi við almennar
vitjanir úr útlondum. Og
hann sigur, at tá tey eru
vertir fyri prominentum
gestum, so sum stjórnar-
og ríkisleiðarar úr øðrum
londum, er tað fyrst og
fremst trygdin, sum verður
sett í hásæti.
– Tá vit eru vertir, so eru
tað bara vit sum kunnu taka
ábyrgdina av trygdini. Tí
hava vit gjørt eina avtalu við
eina bilasølu, um at levera
bilar, sum lúka altjóða krøv
um trygd og dygd. Teir skulu
sostatt vera myrkir á liti, og
so skulu teir ikki hava nakað
frámerki ella skelti, sigur
Herluf Sigvaldsson.
Og hann vísir á, at við
víkjandi førarunum, so skal
løgmannskrivstovan eisini
lúka tey nýggju herdu krøv
ini, sum komu í sambandi
við
terroratsóknirnar
11/9. – Førararnir skulu
vera góðkendir, og for
tíð teirra skal kunna góð
kennast og kannast av
fregnartænastunum í land
inum, hvaðani vitjanin er,
sigur hann, og vísir eisini
á, at løgmaður skal kunna
líta 100 prosent á føraran,
tí mangan verður prátað um
slíkt, sum ikki skal út.
– Hetta er ikki tí, at vit
illtonkja førararnar frá
bilstøðunum, men yvir fyri
útlendsku gestunum, noyð
ast vit at vissa okkum um,
at teir kunnu tosa frítt, sigur
hann, og leggur samstundis
áherðslu á, at her er bert talan
um teir fremstu bilarnar í
fylginum, sum skulu flyta
løgmann og gestir hansara.
Sostatt eru aðrar og linari
reglur galdandi fyri fylgið,
sum koyrir aftaná fínastu
gestunum.
– Og har brúka vit ofta
hýruvognar og førarar frá
støðunum í Havn, sigur
hann.
Kundin hevur frælsið
Vit heittu eisini á Terja
Sigurðsson frá kappingar
ráðnum um at greiða okkum
frá, um hvørjar reglur
eru galdandi, tá almennu
Føroyar eru kundar, og um
vandi er fyri, at tað gerst
kappingaravlagandi, tá eitt
nú landsstýrið skal keypa
vørur ella tænastur frá privat
um.
Og hann greiðir frá, at
tað ikki er nakar trupulleiki
sambært kappingarlógini, tí
tað almenna er ein kundi,
eins og allir aðrir kundar, og
hesir hava frælsi til at velja
tað tilboð,sum teimum lystir.
Hetta er øðrvísi í londunum
kring okkum, har kunngerðir
og lógir áseta, hvussu tað
almenna skal fyrihalda seg
viðvíkjandi útbjóðing av
tænastum og vørum.
– Hetta er eitt blindøki
innan føroysku kapping
arlóggávuna, og tí kunnu
vit onki gera við tað,
sigur hann, og vísir til eitt
annað fyribrigdi innan
kappingarlóggávuna, sum
verður rópt »innhouse«.
– Hugtakið »innhouse«
fevnir um rættin hjá kundum
at framleiða ella gera tæn
astur til egna nýtslu. Og
tað hevur almenna Føroyar
eisini loyvi til.
Trygdin í hásæti
Jóannes Eidesgaard sigur, at
samanborið við londini kring
okkum, er tað ein mangul, at
vit ikki hava onkra skipan,
sum líkist ministarabilum,
og at hetta er orsøkin til, at
landsstýrið hevur skipað seg,
sum tað hevur gjørt.
– Aðrastaðni hava tey
ministaraførarar og bilar,
sum eru serliga góðkendir,
og teir hava skrivað undir
ávís trúnaðarpappír, sum vit
ikki hava í Føroyum, sigur
løgmaður, og hann heldur
fram.
– Summir gestir hava ávís
trygdarkrøv, sum verða sett
av løgregluni, og tey mugu
vit liva upp til, um vit vilja
vera vertir. Hetta var eitt
nú galdandi tá drottningin
vitjaði, og tá er tað løgreglan,
sum skipar øll verjutiltøk,
greiðir løgmaður frá.
Samstundis sigur hann, at
tað er vanligt at brúka førarar
frá støðunum til fylgið av
bilum, og hann minnist eitt
nú á drotningarvitjanina, har
bilar og førarar vóru eins
dugnaligir og fínir, sum í
útlondum.
– Vit hava fasta avtalu
um at leiga bilar, so kanska
átti vit eisini at fingið
nakrar fastar mannagongdir
viðvíkjandi førarum, sum
koyra bilarnar longri niðri
í fylginum, sigur løgmaður
at enda.
Harmast støðuna
Magnus Fuglø, sum er
formaður fyri felagið hjá
hýruvognsførarar, Sam
fylking, sigur, at tað fyrr var
vanligt at hýruvognsførarar
koyrdu útlendskar gestir runt
í landinum. So hóast hann
harmast støðuna, so sigur
seg kortini skilja hana.
Hýruvognarnir kenna seg settar til viks
Hýruvognsførarar í Havn kenna seg settar til viks, í sambandi við íslendsk vitjanina í síðstu viku
Landsstýrið hevur eina fasta avtalu við bilasølu um at leiga bilar frá teimum